Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 22. mars 2007 35 Ein maður umborð á já­kup­s­skeljaskipinum ”Anna Kiil” pilkaði skel­jar fyri 60.000 krón­ur, sigur Kári við Stein í ”Grøn­lands­tíð­ in­­du­­num”. Hann greið­ir frá - dag fyri dag - frá tí, ið hendir í Grøn­landi Grønlandstíðindi Kári við Stein 4. mars. Frætt er úr Eysturgrønlandi. Onk­rir bátar hava fingið fy­ri døgnið millum 5-6 tons, tað er ikk i tað stóra. Ein norskur trolari misti trý trol og tveir klumpar og lem­m­ar í ódnarveðri. Men dag­in eftir vóru teir so hepn­ ir at fiska alt upp aftur uttan an­n­a­n lemmin. Ein annar norsk­ur trolari er farin inn at landa. Teir hava verið út fy­ri tveimum óhappum. Af­tur­mast­urin var brotnað, og hon lá á dekk inum, har sum menninir ganga og seta stropp­ar á undir háling. Til al­la lukk u er hetta hent, með­an ongin var á dekk­in­ um. Síðan brotnaði an­ten­n­ an til Imersatnetið. 6.mars Loysti ”Polar Amaroq” aft­ ur frá kai til nýggjan túr. Tað bleiv ein dagur ov nógv at liggja. Teir skuldu hava tveir deilir. Tað kom bert ann­ar av teimum við flog­ far­in­um úr Danmark má­na­ dag­in. Hin kom so ikk i fyrr­ enn týsdagin. So skjótt sum tað var monterað bleiv loy­ st. ”Markus” hevur verið í Nu­uk og landað. Sum skilst sku­ lu fleiri bátar landa í Nu­uk í komandi viku. 10. mars Í dag er stilli og – 1 stig. Hann lovar kuling og yvir­ís­ ing her út fyri Sisimiut. ”Natarnak” kom inn til Nu­uk at landa í morgun. Sum skilst hava teir fulla last. Teir rokna við at loysa í morgin seinnapartin. ”Lóm­ur” var inni her og lan­ d­a­ði. Teir høvdu um 90 tons in­ni, næsta túr skula teir lan­ da í Pamiut. Týsdagur 13. mars Í dag er vindur av norði við jarð­ro­ki. Tað eru aftur tru­ pul­leik­ar við flogferðsluni. Í dag er ”Nanok Trawl” inni í Nuuk og landar. Her eru flei­ri av teimun sokallaðu 79 tonsarunum komnir ful­l­ ir undir lúkunar av ísaðum ræk­jum. Sum skilst royna teir uppi á Disko­ bank­an­ um. Hósdagur 15 mars Í dag eru –8 stig og lot av eys­t­ri. Vestísurin lá líka inni í­mó­ti Qarsittoyggjunum í gjá­ra­mor­gun­in. Men hann fór við fullari ferð vestur aft­ur í havið. Tað kom nógv­ ur vindur av eystri, og tað set­ti gongd á ísin beina­veg­ in. ”Steffan C” kom inn at mil­lum­lan­da í morgun. Har var við at fyllast hjá teim­ um. Teir skulu annars inn at lan­da hósdagin í næstu vi­ku. Teir fóru út aftur sein­ na­part­in. Teir hava roynt up­pi í tí sokallaða Kas­sa­n­ um. Har sleppa bert 5 av teim­um størru trolarunum at royna og so teir smærru bát­ar­nir. Einki er sum roys­ n­ing­a­spik Ein bátur hiðani er komin aft­ur av roysningajagt. Teir ha­va skotið fimm tilsamans um­leið 35-40 fjórðingar vest­ur frá Sisimiut millum all­an ísin. Roysningur smak­ kar væl. Eg kann ikk i sam­ an­líkn­ an við nakað annað. Tig og tala ikk i um spikið, hvus­su væl tað smakk ar! Ivasom nytta av nýgg­ jum rækjuvirki Nú er nógvur gravgangur fy­ri at fáa opnað rækjuvirkið í Aasiat (Egedesinde). Har er okk urt sett í gongd. Sum greitt frá seinast vóru tað 13.000 tons av inn­an­sker­s­ kvot­uni av rækjum, sum ik­ki blivu veidd í fjør. Sum­ mir meina, at tað var tí, at bát­ar­nir lógu ov nógv við brygg­ju. Men hetta var nú eft­ir boðum frá Royal Green­land. Í dag tosaði eg við ein ráðgeva úr Norra, sum hevur arbeitt fyri Royal Green­land. Eg spurdi hann, hvat hann meinti um, at tað var komin gongd á at opna virk­ið í Aasiat. Hann segði, at tað hopaði hann ikk i, tí tað for at taka lívið av teim­ um smærru rækjubátunum. Hann segði, at prísurin var ring­ur, sum nú er, og hann verð­ur nógv verri við størri fram­leið­slu. Hann tók sum dømi, at við einum virki aftur­at verða allar goymslur í Danmark fyltar upp við pilk­að­um rækjum og hetta fer at merkja lægri prís. Sum dømi um støðuna nevn­ di hann, at í Noreg vóru 32 ræk­ju­virk­ir fyri nøkrum ár­um síðani, og í dag eru ba­ra 2 virkir eftir. Har eru nógv túsund tons, sum ikk i ver­ða veidd fyri ikk i at trýs­ ta prísin. Leygardagur 17 mars Væl av jákupsskel Í dag eru –17 stig og væl av vindi av suðri við jarðroki. Já­kups­skelj­a­skipið ”Anna Ki­il” landaði í gjár 22 tons av pilkaðum skeljum. Eg tos­aði við skiparan um, hvus­su prísurin var fyri tíð­ ina. Hann segði, at teir fin­ gu knappar 80 kr fyri kilo, og tað sær út, sum at prís­ur­ in er á veg longur niður. Tað verður pilkað við hond um­borð. Eg spurdi, hvat tey, sum pilka, fáa burturúr. Tey hava eina akk ord, sum er knappar 24 krónur pr. kg. Tað eru mest konufólk sum pilka og tær eru nógv tær kvikastu. Skiparin tók til, at ein umborð henda túr­ in hevur pilkað knapt 2.700 ki­ lo í hesar 5 vikurnar, túr­ ur­in hevur vart. Hetta gevur ei­na løn upp á góðar kr. 60.000 kr áðrenn skatt. Tað er saktans gott. Teir royna mest á teimun plássum, sum teir hava kvotur til. Men um teir finna okk urt nýtt øki við skeljum fiska teir so nógv sum til ber. Ein nokk so stórur ís­skos­ si lá inni í fjarðarmunnanum í morgun. Tað er ikk i vanligt her hjá okk um. Teir liggja mest uttanfyri. Onkrir vóru úti har og tóku sær nakað av ísklumpum til serstøk en­da­mál. ”Tasermiut” er á veg inn til Nuuk at landa. Teir hava ful­la last, um 380 tons, inni, og teir skula landa í morgin í Nuuk. Teir byrjaðu túrin 27. februar. Við ”Tasermiut” eru 5 føroyingar. Skipari er Ivan Olsen, skálamaður í Havn, maskinstjóri er Hans Sø­ren­sen, eisini skálamaður í Havn, 1. meistari er Jo­han­ nes Juhl Johannesen frá Gjógv, sum býr á Skála. 2. meis­ta­ri er Jan Gaardbo Tof­ tir. So er ikk i at forgloyma ein av teimum grand old mon­num hjá Royal Green­ land fabrikssjefurin Símun Fug­l­ø. Hann er uppvaksin í Klaks­ vík men býr í Dan­ mark. Símun hevur verið í Roy­al Greenland í 22 ár. Hann hevur føðingardag í skriv­an­di stund. Aldurin snak­ka vit ikk i um. Tillukk u Sím­un vi degnum! Sunnudagur 18. mars. Í dag eru –10 stig og vindur av suðri. ”Steffan C” var her í nátt við einum skad­d­ um manni. Sum skilst hevur brot­ið fótin eftir at hava fing­ið hann í klemmu undir pav­na­lúk­uni. Het­ta er so tað sum er fy­ri hesaferð. Pilkaði skeljar fyri 60.000 kr