Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 58 - 22. mars 2007 tíðindi ÍSLAND Óli Jacobsen oli@sosialrin.fo Á ferðini til Íslands vitjaðu vit eisini ”Morgunblaðið”, sum hevur verið tað fremsta ís­lend­s­ka blaðið í nærum ei­na øld. Tað hevur havt so­mu støðu, sum Dim­ma­ lætt­ing hevði hjá okkum áð­renn Sosialurin fór at ta­ka seg fram. Men her hava eisini verið broyt­ing­ar, so tað forslær. Tey, sum hava ferðast í Ís­lan­di, minnast stóra húsið hjá Morgunblaðnum í mið­ bý­n­um í Reykjavík. Men he­si húsini eru fyri fleiri ár­um síðan blivin alt ov lít­ il, og Morgunblaðið er flutt tvær ferðir. Fyrru ferð fluttu teir í Kringluna, sum er stó­ ra handilsmiðstøðin í Reyk­ ja­vík. Her gjørdist eisini ov trong­ligt, og nú húsast Mor­ gu­n­blað­ið í tveimum stór­ um bygningum í út­jað­ar­an­ um av Reykjavík í Há­deg­is­ mó­ar. Morgunblaðið er stovnað í 1913 av Vilhjálmi Finsen og er seinni yvirtikið av stovn­in­um Árvakur. Blaðið hev­ur altíð verið roknað fy­ri at vera málgagn fyri tann konservativa Sjálv­stæð­ is­flok­kin, og var hetta ser­li­ ga galdandi undir kalda kríg­num, tá kommunistarnir ei­si­ni stóðu sterkir í Íslandi. Flok­k­u­­r­in var eisini við í blað­leiðs­lu­ni til komið varð fram til, at hetta var óheppið bæði fyri flokk og blað. Hó­ast Morgunblaðið nú sig­ ur seg vera óheft, verður mett, at tað hellir sama veg sum áður. Føroyar í Mor­ gun­blað­num Annar av nevndu byg­n­ing­ um hýsir blaðstjórnina, og beint við er tann størri bygn­ ing­ur­in, har sjálv prent­smið­ jan er. Ein skal ikki fara langt í Ís­lan­di, fyrr enn ein hittir fólk av føroyskari ætt ella við tilknýti til Føroyar. Vert­ ur á vitjanini var mynd­a­ mað­ur­in á Morgunblaðnum Om­ar Oskarsson, sum er son­ur tann 100 ára gamla hál­va føroyingin Oskar Jen­ sen, sum verður umrøddur í að­ra­ri grein. Tað er í sær sjálv­um ein fyrimunur við ei­ni slíkari vitjan at hava fólk við sær, sum ein kennir, og sum eru kend á stað­ num. Vit eru ikki meira enn kom­in inn til móttøkuna, tá vit renna okkum í Sigrid Bech, sum er hálvur før­oy­ ing­ur. Mamma hennara var av Tvøroyri, og sjálv eigur hon tveir beiggjar í Før­oy­ um, annan á Sandi og hin í Klak­s­vík. Ein annar, vit hit­ tu, var Erlendur Patursson om­mu­beig­gi til. Hann eitur Júl­ius Sigurjónsson, og er mynda­mað­ur hjá Mor­gun­ blað­num. Sjálv blaðstjórnin er grund­legg­jan­di sum aðrar blað­stjór­nir, men her er ba­ra alt so nógv størri. Á blað­num arbeiða eini 200 fólk, og um helvtin av teim­ um eru tíðindafólk. Eina ferð steðga vit við ein bás, har ein tíðindamaður sit­ur, sum Ómar heldur, at eg eigi at heilsa uppá. Jú, het­ta er Hjørtur Gíslason, sum tosar føroyskt sera væl. Het­ta stavar frá tí, at hann var fótbóltsvenjari í Sand­a­ vá­g­i fyri 30 árum síðani. Hann er nú blivin tíð­in­da­ mað­ur og hevur ábyrgdina av fiskivinnutíðindum í Mor­gun­blað­num. Tað fyrs­ ta, hann segði, var, hvussu væl honum dámdi FF-blað­ ið, sum Morgunblaðið var hald­ari av, og sum hann las nógv í. Hann hevði eisini frætt um formansvalið í fiski­man­na­fel­agnum, har ein av avleiðinginum var, at FF-blaðið varð niðurlagt. Het­ta harmaði hann sera nógv og helt tað vera ein miss fyri føroyska blað­út­gá­ vu. Hetta er enn ein váttan um ta virðing, sum FF-blað­ ið útvegaði fis­ki­man­na­fel­ ag­num og harvið eisini fis­ ki­mon­num, og tað eisini ut­tan­fyri landamark. Men nú kann Morgunblaðið hal­ da Sosialin í staðin fyri, og kann blaðið fáa nakað av sa­ma tilfarinum sum var í FF-blaðnm. Hjørtur letur annars heil­ sa øllum teimum hann ken­ nir í Føroyum. Prentsmiðjan Prentsmiðjan sjálv var ein heilt onnur søga, og tað er ó­trú­ligt sum prentingin hev­ ur ment seg eftir bert fáum ár­um. Her skal heldur ikki greið­ast frá teknikki og tí­lík­ um, men tað skal bert verða sagt frá nøkrum tølum. Tað ber til at prenta bløð við upp til 128 síður, og al­lar síðurnar í litum. Tað eru tvær prentmaskinur, sum kunnu koyra 35.000 bløð um tíman hvør ella til­ sam­ans 70.000 bløð. Alt ar­beiði er sera au­to­mat­i­ser­ að, so talið av prentarum er bert 25, sum arbeiða í vakt­ um. Sjálvt Morgunblaðið verð­ ur prentað í 50.000 ein­tøk­ um. Byrjað verður at prenta á midnátt, og er liðugt nakr­ ar tímar seinni. Bløðini ko­ma tískil út á morgni og sku­lu fáast út, áðrenn fólk vak­na. Til Akureyri verða bløð­ini koyrd við bili, með­ an tey verða senda við fyr­s­ ta flogfarinum til Eys­tur­ land­ið og Vestfjarðirnar. Prentsmiðjan prentar ann­ ars tey flestu bløðini i Ís­lan­ di, tó ikki kappingarneytan Fret­ta­blað­ið. Hendan dagin var Bændablaðið prentað í 16.300 eintøkum í 40 síð­ um. Hetta blað kemur út tvær ferðir um mánaðin. Ken­da blaðið DV verður ei­si­ni prentað her. DV, sum er ein samanrennning av bløð­un­um Dagblaðið og Vís­ir, kemur eins og før­oys­ ku bløðini út 5 dagar um viku­na. Tað er ikki smávegis av pap­pír sum fer til øll hesi bløð­ini. Vektin er eini 10.000 tons árliga. Til sam­ me­t­i­ng­ar kann nevnast, at Prent­mið­støð­in her hjá okk­ um nýtir 1.000 tons árliga. Hjá Morgunblaðnum er tal­ an um eina tvífalding av pap­pírs­nýts­lu­ni eftir fáum ár­um. Nýggjar avbjóðingar Blaðheimurin broytist í Ís­lan­di eins og aðra staðni. Po­li­ti­sk bløð eru ikki til long­ur. Men tað heilt nýggja eru tey ókeypis bløðini, sum eru grundað á, at lýs­ ing­ar, skulu gjalda fram­ leiðs­lu­kost­nað­in og vinn­ ing. Her er Morgunblaðið ei­si­ ni við. Tí umframt sjálvt Mor­gun­blað­ið, sum kemur út 7 dagar í vikuni geva teir út Blaðið, sum kemur út 6 dagar um vikuna. Tað verð­ ur prentað í 100.000 ein­tøk­ um og verður borðið í hvørt hús. Hetta er ikki hissini blað heldur. Útgávan 10. mars var ikki færri enn 56 síð­ur. Víst er gott helvtin lýs­ ing­ar, men har er nóg mik­ið at lesa fyri tey flestu í ein dag. So er spurningurin, hví fólk vilja gjalda fyri Mor­ gun­blað­ið, tá tey fáa Blaðið ó­keyp­is! Ja, svarið var, at tað er ein góður spurningur. Kan­s­ka er meira dygd í kost­in­um, sum goldið verð­ ur fyri. Ein onnur avbjóðing er tíð­in­da­tæn­astan á alnótini. Hon kemur uttan iva at men­ na seg í framtíðini eisini. Hesi avbjóðing vilja teir ei­si­ni lofta á Mor­gun­blað­ num, tí teir eru við at gera eitt studio til framleiðslu av send­ing­um, sum skulu sígg­ jast á heimasíðuni hjá Mor­ gun­blað­num, og er hon: www.mbl.is Kanska er framtíðin, at bløð slett ikki verða prentað og bert verða á alnótini! Tað var sera áhugavert at fáa hendan møguleikan at vit­ja eitt so framkomið blað. Vitjan á Morgunblaðnum í Íslandi: Her sakna tey eisini FF-blaðið Morgunblaðið Gisli Eliasson, leiðarin á prentsmiðjuni. Sigrid Oskarsdóttir, hálvur føroyingur, á Morgunblaðnum, og mamma hennara er Edith Bech av Tvøroyri Hjørtur Gislason er tíðindamaður við fiskivinnu sum serøki. Hann saknar FF-blaðið sum hann las við stórum áhuga. Hjørtur letur heilsa øllum sum hann kennir í Føroyum.