hósdagur 22. mars 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 22. mars 2007
37
Lívfrøðingar
til Havlívfrøðiligu royndarstøðina
Á Havlívfrøðiligu royndarstøðini í Kaldbak
hava vit brúk fyri tveimum lívfrøðingum
BS Lívfrøðingur
Vit hava brúk fyri einum lívfrøðingi á BS-støði til alt
vanligt arbeiði í samband við sýnistøku av botndýr-
um, varveitandi viðger av sýnum, navngreining av
ryggleysum dýrum, og at skriva smærri frágreið-
ingar.
Fyrimun hava tey, sum hava royndir í at navngreina
føroysk ryggleys dýr í sjónum, og at taka lívfrøðilig
botnsýni. Tað er eisini ein fyrimunur at hava koyrikort,
førleika at sigla smærri før, t.d. dugnaskapsroynd í
sigling og trygdaskeið á sjónum.
Løn samb. sáttmála millum Magistarafelag Føroya
og Fíggjarmálaráðið.
Lívfrøðingur
Vit hava brúk fyri einum lívfrøðingi til smáar og
miðalstórar verkætlanir í samband við árinskanningar
av havbotninum. Eisini er neyðugt at luttaka í sjálvum
innsavningararbeiðnum og at duga at navngreina
føroysk ryggleys dýr í sjónum. Tað er neyðugt at
viðkomandi, ið settur verður, skal kunna átaka sær
ymiskt viðkomandi arbeiði.
Tað er eitt krav at hava góðan kunnleika til bæði
enskt og føroyskt, at hava kunnleika til teldunýtslu
yvirhøvur, og serliga forritini Word, Excel.
Fyrimun hava tey, sum hava royndir í at skriva árins-
frágreiðingar, at navngreina føroysk ryggleys dýr í
sjónum, at taka lívfrøðilig botnsýni. Tað er eisini ein
fyrimunur at hava koyrikort, førleika at sigla smærri
før, t.d. dugnaskapsroynd í sigling og trygdaskeið á
sjónum.
Løn samb. sáttmála millum Magistarafelag Føroya
og Fíggjarmálaráðið.
Størvini verða at seta skjótast gjørligt, og umsóknir
við prógvum og cv. skulu sendast til Havlívfrøðiligu
royndarstøðina, Mjólkargøta 3, 180 Kaldbak, og
vera okkum í hendi ikki seinni enn 28. mars. 2007.
Havlívfrøðiliga royndarstøðin · Tlf 356111
Eftirlitsfólk
til Fiskiveiðieftirlitið
Eitt starv sum eftirlitsfólk hjá Fiskiveiði
eftirlitinum, verður hervið lýst leyst, at
seta sum skjótast.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
• At luttaka í eftirliti av t.d avreiðingum,
uppskipingum, umskipingum, avskipingum, og
annars øllum tí, ið stendst av hesum.
• At luttaka í eftirlitsarbeiði, saman við øðrum
eftirlitsstovnum.
• At luttaka í eftirlitsarbeiði saman við
útlendskum myndugleikum, samsvarandi
avtalum um millumtjóða eftirlitssamstarv.
• At luttaka í dagliga arbeiðinum á skrivstovuni.
Førleikakrøv:
• Fiskivinnuútbúgving ella aðra
relevanta útbúgving.
• Heilsuprógv til sjófólk er ein fyrimunur, tó ikki
krav.
• Góðan førleika, at samskifta á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli.
• Góð samstarvsevni.
• Koyrikort til persónsvogn.
Setanartreytir:
Starvsheitið er »Eftirlitsfólk«. Starvið er lønt í lønar
flokki IV sambært sáttmála millum Starvsmanna
felagið og Fíggjarmálaráðið.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/
stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løg
mansskrivstovuna.
Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið.
Tann ið verður settur, skal tola, at arbeiðstíðin í
stóran mun verður tillaga arbeiðsuppgávuni.
Tann ið verður settur, kann rokna við, at uppgávur,
so sum at ganga uppá skip í truplum umstøðum,
verður ein partur av dagliga arbeiðinum.
Tann ið verður settur, eigur at tola broytingar í
starvinum, um so er, at økið verður umskipað til
eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimála
ráðnum.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum
viðmælum, skal vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi, í
seinasta lagi klokkan 12:00 hin 10. apríl 2007.
Fleiri upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til
Fiskiveiðieftirlitið á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes
Heimustovu ella Jóhan Simonsen. Lýsingin er eisini
at finna á heimasíðuni: www.fisk.fo
Heilsuhjálparafelag Føroya
Ársaðalfundur felagsins verður á Hotel
Føroyum leygardagin tann 21. apríl kl. 10.00
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Hotel Bólið til sølu
Matr nr 772h og 777f í Tórshavn Niels Finsens
gøta 51. 3 hæddir á 100m2 hvør. Bygningurin er
sera væl hildin og er í góðum standi. Vindeyguni
eru nýggj, og allir veggirnir eru nýliga bjálvaðir.
Útsýni er gott.
Ein perla í býnum.
Selist um nøktandi boð fæst.
Húsasølan Sertænastan
Partafelagið Búgv · N. Finsensgøta 51
TLF 213303 · bugv@kallnet.fo
Eysturoyar Røktar-og ellisheim
Fysioterapeautur
Søkt verður eftir fysioterapeuti at byrja 16 apríl
2007 ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú hug at arbeiða fulla tíð ella í minsta lagi
0,75 tíð, ert tú vælkomin at søkja.
Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði
fyri búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir
heimið og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga
og gleði við, at samskifta við eldri fólk og at tú
hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk
og avvarðandi.
Hevur tú ikki fysioterapeutiska utbúgving, men
royndir innan eldraøkið og hug at arbeiða saman
við einum fysioterapeuti, ert tú vælkomin at søkja
og verður, um eingin fysioterapeutur søkir, sett/ur
í fyribils starv sum hjálparfólk.
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært galdandi
sáttmála.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ingelise Sørensen, fysioterapeut á tlf. 478200
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, við
mælum v.m. skulu sendast til:
eysturoyar røktar- og ellisheim
att: fyristøðumaðurin
Friðartún
620 Runavík
umsóknarfreist: Umsóknin skal verða okkum í
hensi í seinasta lagi 04. apríl 2007 , kl. 12,00
Eysturoyar Røktar-og ellisheim
Til »Heimið á Mýrunum«, Runavík verður søkt eftir
FRÍTÍÐARAVLOYSARUM
fyri skjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar/sjúkra
hjálparar og heilsuhjálparar í tíðarskeiðnum 01.
juni 31. august 2007.
Umsóknarfreist: 10.04.07.
Nærri størvinum viðvíkjandi fæst at vita frá Unn
Justinussen, 1 assistenti á tlf. 277265.
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, við
mælum v.m. skulu sendast til:
Eysturoyar røktar- og ellisheim
att: fyristøðumaðurin
Friðartún
620 Runavík
lýsingar