hósdagur 22. mars 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 58 - 22. mars 2007
Leygardagin í farnu
viku bakaði John
við Garð sítt
seinasta rugbreyð –
nr. 1000! – á
Sambýlinum á
Heygnum.
– Eg haldi sjálvur at
breyðini smakka
avbera væl, og tað
gera starvsfólkini
eisini. Serliga væl
riggar at hava skerpi
kjøt sum viðskera,
sigur 89 ára gamli
klaksvíkingurin
Tilvera
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Á køksborðinum
stendur ein miksari og snurr
ar. Ikki ein av hesum
nýggju, men ein frá 1961
av slagnum Ballerup.
Tað er leygardagur, og
komið er út á seinnapartin,
nú John er farin til verka
her á sambýlinum.
Hann hevur longu koyrt
alt tilfarið í – mjøl, rug og
annað tilhoyr. Hann stendur
nú bert og bíðar eftir at
deiggið er rørt so mikið
saman, at tað kann fara í
ovnin.
Umsíðir hevur miksarin
snurrað seg lidnan. Við
kønari hond verður deiggið
latið í ein bakiform sum
síðani fer í ovnin. Nú kann
sjálv bakingin byrjað.
John hyggur fegin upp.
Nú er bert eftir at bíða eftir
klokkuni, tá breyðið verður
liðugt. Enn einaferð.
Hetta er nevniliga ikki
fyrsta breyðið, sum John
hevur bakað. Frammanund
an hesum, hevur hann bak
að 999 onnur rugbreyð her
á sambýlinum.
Men nú er liðugt við
breyðbakingini:
– Tá eg hevði bakað tey
fyrstu 700 breyðini, hevði
eg hug at gevast. Men eg
hevði tó hug at vita, um eg
ikki kláraði at baka 300 aftr
at, fyri at koma uppá 1000.
- Tað gekk, so nú eri eg
liðugur at baka!, sigur John
í hesi samrøðuni við Sosial
in.
Biðja um uppskriftina
John hevur í sínum lívi havt
lívsstarv sítt sum maskin
meistari. Heima var konan,
og dámdi henni sera væl at
baka.
– Ja, hon bakaði altíð,
minnist John afturá.
Tá hon eldist, og ikki ork
aði meiri at baka, hevði
John hug at taka yvir bak
ingina.
– Líka veit eg. Eg byrjaði
so, og mín sann, um tað
ikki bar væl til at baka hesi
breyðini!
Fyri sløkum fýra árum
síðani fluttu John og konan
á hetta sambýlið, - og tja,
Miksarin hevur tænt
Góður miksari
Tá John flutti á sambýlið var hann skjótur at spyrja
eftir miksaranum. Hann hevði hug at halda fram
við bakingini, hóast hann og konan nú vóru flutt
higar.
Hann slapp sum vera man at brúka teirra miksara,
men satt at siga, so dugdi hann ikki rættiliga at
brúka henda miksarin.
- Nei, tá dámdi mær betri okkara egna Ballerup
frá 1961. Hann hava vit brúkt, bæði til at elta
deiggj og at gera knettir við, sigur John.
Hann hevur mangan undrað seg um, at miksarin
kundi blíva við at virka ár eftir ár øll hesi 46 árini.
Sum maskinmaður er John innarlaga í, hvussu
ein maskina virkar og hevur onkutíð skrúvað
botnin av fyri at kanna maskinaríið á miksaranum.
Har var kortini einki slit at hóma.
- Hann var gott kramm, skal eg siga tær. Men nú
hevur hann tænt fyri sítt breyð, sigur John.
”
Eg havi ikki havt nakra uppskrift
sum so. Eg havi bara koyrt tað
almindiliga í, tú veit. Men eg havi
givið breyðunum ein serstakan
smakk við at koyra putursukur í
John hevur givið breyðunum sín serstaka smakk – við at koyra putursukur í!
Mynd: Høgni Thomsen
“Æres den, som æres bør!” Leygardagin fekk
John eitt blómutyssi fyri avrek sítt
Mynd: Høgni Thomsen