Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 22. mars 2007 45 fyri sítt breyð hví ikki halda fram við bak­ ingini?! Sum ætlað, so gjørt. Starvsfólkini á sambýli­ num eru eisini sera fegin um hesi breyðini. Fleiri teirra hava nevniliga biðið um uppskriftina til hesi væl­ smakkandi rugbreyðini! Putursukur í – Eg havi ikki havt nakra uppskrift sum so. Eg havi bara koyrt tað almindiliga í, tú veit. - Men lat meg so leggja aftrat, at eg havi givið breyð­ unum ein serstakan smakk, við at koyra putursukur í, sigur John. Hann byrjaði at baka tey fyrstu breyðini, og kom so eftir, at stuttligt hevði verið at skriva niður, hvussu mong breyðini hann bak­ aði. – Eg byrjaði tó ikki bein­ anvegin at skriva niður. Men síðani eg bakaði seks tey fyrstu, havi eg skrivað alt niður. - Og leygardagin bakaði eg so breyð nummar 1000. Men heilt erliga, so havi eg ongatíð spekulerað nakað serligt uppá júst tað, sigur John stillisliga. Einki við at reypa sær av hesum bragdi. Hann hevur snøgt sagt bert gjørt tað, sum honum dámar so væl. John leggur kortini dent á, at hann hevur ikki bakað hvønn einasta dag. Sum oft­ ast bakaði hann einar fýra ella fimm ferðir um vik­ una. – Eg kundi verið komin uppá tey 1000 breyðini fyri langt síðani. Men eitt skifti lá eg á sjúkrahúsinum. - Tað tók sína tíð at koma fyri meg aftur – eitt hálvt ár ella so. Og tá fekk eg so einki bakað, sigur hann. Ófør at vitja John býr á egnum kamari her á Heygnum. Sjónina hev­ur hann góða, og út gjøgnum vindeygað kann hann fylgja væl við í tí, sum fer fram á víkini. Heilsan er tíbetur góð, og tá hann fyllir aftur í heyst, rundar hann tey 90 árini. - Eg hevði ein abba sum bleiv 97 ár, sigur hann við einum brosi. Hóast hann nú er givin við bakingini skal hann nokk fáa tíðina at ganga. Tað er nærum ikki dagur, at ikki onkur úr familjuni kemur á vitjan. Serliga fegin er hann, tá ein abbadóttir úr Suðuroy kemur allan vegin higar at vitja. - Jú, tey eru ófør at vitja meg, sigur hann við einum brosi. Hann lurtar eftir útvarpinum, hyggur í sjónvarp og lesur føroysku bløðini. - Einaferð spurdi Zacharis (Hammer, blaðm.) meg, hvat mær dámdi best í sjónvarpinum. Tá mátti eg bara svara honum, at tað vóru hansara sendingar!, sigur John við einum brosi. ” Leygardagin bakaði eg breyð nummar 1000. Men heilt erliga, so havi eg ongatíð spekulerað nakað serligt uppá júst tað - Skerpikjøt er besti viðskeri til rugbreyðini, sigur 89 ára gamli maskinmaðurin – og bakarin! – úr Klaksvík Mynd: Høgni Thomsen - Tað hevur mangan undrað meg, at hesin miksarin hevur riggað so væl øll hesi 46 árini. Men maskinarí’num hevur ongatíð bilað nakað, sigur John Mynd: Høgni Thomsen