fríggjadagur 23. mars 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 59 - 23. mars 2007
Gongur sum Græ
karis A. Joensen
ætlar, so skulu 42
bústaðareindir
byggjast í heimbygd
ini Kvívík.
- Nú sonur mín,
Jógvan hevur byrjað
egna teknistovu, sá
eg tað sum ein gyltan
møguleika at fylgja
dreymi mínum, sigur
Grækaris
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kvívík: - Ja, tað hevur
leingi verið mín dreymur at
fara undir eina bygging her
Frammi í Gerði, sigur
Grækaris.
Fyri hann er eingin ivi
um, at hetta økið í fyrsta
lagi er sera vælegnað til
bygging av vanligum set
húsum og randarhúsum.
- Og so eiga vit ikki at
gloyma ta frálíka útsýnið
sum er higani frá, sigur
hann.
Spurningurin er so, hvat
bygdaráðið í Kvívík sigur
til ætlanina. Í gjárkvøldið
varð hon í øllum førum
løgd fram fyri tey til
umrøðu.
- Tað er alneyðugt, at vit
eisini gera okkurt fyri at
menna tær smærru bygd
irnar, sigur Grækaris við
Sosialin.
Sum skilst hevur hann
longu upplivað, at sera stór
ur áhugi er fyri forvitnisligu
ætlan hansara!
Byggja sjálvi
Ætlanin hjá Grækarisi A.
Joensen og fyritøku hans
ara G.A.J. Smíð er at gera
eina útstykking við 42
grundøkjum í eini heildar
ætlan.
- Hinvegin so veit eg, at
tað eru mong sum heldur
vilja byggja síni egnu hús.
- Og tí verður ein partur
av útstykkingini løgd út
s u m
b y g g i b ú g v i n
grundøkir, greiðir hann frá.
Sjálvt økið liggur oman
fyri skúlan, báðumegin
Stórá sum rennur gjøgnum
bygdina. Ætlanin miðar
eftir at gera 15 øki á vestaru
síðu byggibúgvin, har keyp
arin sjálvur kann gera tey
liðug, meðan restin av
økjunum verða bygd liðug.
Í sambandi við ætlanina
verður neyðugt at gera eina
betong- ella stálbrúgv tvørt
ur um ánna.
- Vit ætla at leggja dent á,
at henda brúgvin skal verða
vøkur á at líta, slær Græka
ris fast.
Serstakur dagstovnur
Sum skilst hava ætlanir
verið frammi um at komm
unan skuldi byggja ein dag
stovn á sama øki, sum ætl
aða útstykkingin.
Í hesum sambandi hevur
Grækaris sjálvur gjørt eitt
uppskot til ein dagstovn,
sum kann rúma eini 100
børnum. Eftir tekningini
verður ein vøggustova við
trimum stovum, ein barna
garður við trimum stovum
og ein frítíðarskúli við ein
ari stovu.
Tað serstaka við uppskot
inum er, at stovnurin verður
býttur upp í átta sonevndar
kubir. Hesar liggja allar út
frá eini miðgongd, sum
gongur gjøgnum allan
bygningin. Mitt í bygningin
um er eitt savningarstað,
har møguleiki er at skipa
fyri tiltøkum saman við
børnunum.
At teir hava valt eina
slíka loysn er við framtíðini
fyri eyga. Verður neyðugt
við eini víðkan av dag
stovninum einaferð seinni,
er góðir møguleikar fyri
hesum.
- Vit meta, at ein stovnur
til 100 børn er hóskandi, tá
ein tekur hesa nýggju
útstykkingina við í meting
ina, sigur Grækaris um
ætlan sína.
Fíggingin ikki funnin
Grønlendska landsstýrið hevur skotið upp eina nýskipan á
pensjónsøkinum, men í gjár kom fram, at landsstýrið
hevur ilt við at finna ta neyðugu fíggingina til ta nýggju
skipanina. Aleqa Hammond, landsstýrismaður í
almannamálum, sigur, at 53 mió. krónur vanta í fíggingina.
Hon ásannar, at tað kann gerast neyðugt at hækka skattin,
men hin samgonguflokkurin, IA, er als ikki fegin um tað
husskotið, sigur útvarpið í Nuuk.
Arbeiða meiri
Arbeiðsloysið í Danmark hevur ongantíð verið so lítið
sum nú, og samstundis vísa nýggj tøl, at danir hava
ongantíð arbeitt fleiri tímar enn fyrr. Tøl hjá hagstovuni
vísa, at í seinasta ársfjórðingi í fjør arbeiddu danir 4,1
prosent meiri enn somu mánaðir í 2005. Tað er væl meiri,
enn arbeiðsloysið minkaði, og tað sigur, at hvør einstakur
arbeiðir fleiri tímar nú enn fyrr. Tað er gott, tí tað forðar
yvirhita í búskapinum, sigur danska hagstovan.
Stór byggiætlan skal menna Kvívík
»Tað er alneyðugt, at vit eisini
gera okkurt fyri at menna tær
smærru bygdirnar«
”
Grækaris A. Joensen og sonurin Jógvan G. Müller hava evnað hesa spennandi ætlanina til. Nú er upp til bygdarráðið um ætlanin
gerst veruleiki
Mynd: Jens Kr. Vang
Vakurt kann tað koma at síggja út her Frammi í Gerði í Kvívík, um og tá ætlanin gerst veruleiki