fríggjadagur 23. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Klumman
Passiv royking
Roykjarar eru farnir at blása í lúður
og horn orsakað av ætlanunum
hjá Hans Paula Strøm um at víðka
tubbakslógina frá mei 2005, so
at hon ikki bara bannar royking á
almennum arbeiðsplássum, men
í øllum tí almenna rúminum við
fáum undantøkum.
Heksajagstran, diskriminatión og
farisearalyndi eru millum herrópini
hjá Óla Breckmann, Tobba og
Kristiani Magnussen, nú teir verða
offraðir á fólkaheilsunnar altari í
eirindaleysu herferðini hjá Hans
Paula og okkum ikki-roykjarum.
Men tann sannroynd, at
vit onnur ikki kunnu ferðast í
almenna rúminum uttan at verða
tvangsinnløgd til at inhalera
deyðsvandamiklan royk, leggja
roykjararnir líka í. Teir vilja sleppa
at roykja. Og so skít verið við
restini.
Flestu londini í Evropa hava
langt síðani samtykt roykibann í
almenna rúminum. Men Føroyar
eru – sum ikki einaferð – eftirbátur
á økinum. Og í royndunum at
steðga hesum stóra frambroti
eru roykjarar vorðnir meistarar
til at átaka sær ein patetiskan
offurleiklut, sum totalt ignorerar
tann mest sentrala eginleikan við
royking. Nevniliga, at roykingin
hjá nøkrum fáum tvangsinnleggur
øll onnur til eisini at roykja. Hetta
er munurin á royking og øðrum
heilsuskaðiligum (ó)vanum.
Hvørjaferð ein roykjari tendrar
eina sigarett í almenna rúminum,
forpestar hann sama almenna
rúm við deyðsvandamiklum royki
og tvingar síni medmenniskju til
ófrívilligt at inhalera sjúkuelvandi
tubbakspartiklar.
Her hava vit í grundini klass
iska problematikkin um frælsi
til og frælsi frá. Roykjarar vilja
hava frælsi til at roykja í almenna
rúminum. Og ikki-roykjarar vilja
hava frælsi til at sleppa undan at
vera passivir roykjarar.
Er tað rætt, at frælsið hjá
nøkrum fáum roykjarum skal grípa
oyðileggjandi inn í frælsið hjá
okkum mongu ikki-roykjarum? Er
tað ikki ein mannarættur at sleppa
undan at vera passivur roykjari? Jú
vissuliga!
So, góðu Tobbi, Kristian og Óli.
Eitt og hvørt samfelag er bygt upp
við støði í meginregluni um, at
“títt frælsi endar, tá mítt frælsi
byrjar”. Hetta er markið fyri øllum
rættindum. Og líkamikið hvussu
vælsignaður ein roykur kann vera,
hava tit ongan rætt til at tvinga
vandamikla roykin niður í øll onnur,
sum so fegin vildu sloppið undan.
umborð
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Heini í Skorini
blaðmaður og
lesandi
Umleið helmingurin av
manningunum, sum sigla
við Baki og Stelki, eru
nólsoyingar. Millum hesar
er 44 ára gamli Jack
Thomsen, sum í morgin
hevur havt sítt starv á
skipsdekki í samfull 30 ár
Hósdagin ringdu vit á fartele
fonina hjá nólsoyinginum,
Jack Thomsen, sum siglir við
ísfiskatrolaranum Baki.
Við skipinum hendan túrin
eru fýra nólsoyingar, harav tann
eini, Róin Joensen, er skipari.
Tveir aðrir nólsoyingar, sum ikki
eru við hendan túrin, eru eisini
knýttir at skipinum. Við Stelki,
sum partrolar við Baki, eru eisini
tveir nólsoyingar, og soleiðis eru
tilsamans átta mans úr somu
bygd knýttir at hesum báðum
skipum.
Tað er umleið ein triðingur av
samlaðu manningini.
Fyrru ferð, vit ringdu til Jack
í gjár, tók hann ikki telefonina,
aðru ferð heldur ikki. Nú hildu
vit, at hann kanska hevði frívakt
– ella stóð við fullum hondum
á dekkinum. Løtu seinni ringir
telefonin hjá okkum. Jú, nú er tað
Jack. Vit høvdu purrað hann út!
- Eg havi bara fingið mær ein
lítlan døgurðaslang, áðrenn
vit fara at hála, men eg skuldi
uppaftur nú kortini, so tað er í
fínasta lagi.
Tað hevur verið smáligt hjá
partrolarunum í seinastuni,
men hetta er vanligt hesa tíðina
av árinum, beint eftir gýting.
Fiskurin er ringur at fáast við, og
veðrið hevur eisini verið rættiliga
óstøðugt í mars.
Jack Thomsen fór 14 ára gamal
til skips við saltfiskalínuskipinum,
Borðoyarnesi.
- Eg fylti 15 sama dag, sum vit
komu aftur av fyrsta túri.
Í samfull 6 ár var ungi maðurin
við Borðoyarnesi. Teir gjørdu tveir
túrar um árið, og hvør túrur lá
millum stívliga tríggjar og uppí
einar seks mánaðir.
- Eg var tilsamans 12 túrar
við skipinum og hevði ongan
frítúr hesi árini. Vit byrjaðu í
Eysturgrønlandi, men annars
vóru allir túrarnir á Flemmish
Kap. Mær hevur dámað væl
langar túrar, so hetta var eingin
trupulleiki. Pápi mín, Oskar, kom
við á øðrum túrinum, og vit fóru
báðir í land í senn, sigur hann.
Umborð á Borðoyarnesi egndu
teir alla línuna við hond. Jógvan
á Gørðunum og Venus høvdu
egningarmaskinu, men teir stóðu
ikki línubátunum úr Klaksvík kurl.
– Millum skipararnar, sum vóru
við Borðoyarnesi hesi árini, vóru
eitt nú Hjørleif Rasmussen og
Palli Rasmussen.
Av Borðoyarnesi fór Jack
umborð á línuskipið Venus
eitt skifti og haðani umborð á
ísfiskatrolaran Græling, sum var
ein av gomlu kuba-trolarunum.
– Í 1987 fór eg við Skálafjalli
at royna eftir svartkjafti og
kongafiski.
Jack sigur, at hann fyrstu ferð
fór umborð á ein kuba-trolara
í 1983, og árini frameftir var
hann við teimum flestu av gomlu
bátunum, sum ikki eru meira í
føroyska fiskiskipaflotanum.
– Men eg havi eisini verið við
øðrum skipum síðan 1983, eitt nú
við rækjuskipinum Ocean Castle í
7 ár og við djúpvatnstrolaranum,
Rasmussi Effersø, í nøkur ár.
Jack minnist væl dagin, hann
fór við Rasmussi. Hetta var
júst 11. september í 2001, tá
World Trade Centre varð rakt av
flogførum og rapaði.
Í summar eru tvey ár, síðan
hann fór umborð á Bak, og her
hevur hann verið síðan.
– Nú eru vit tveir túrar umborð
og ein í landi, og hetta dámar
okkum væl.
Spurdur, hvat hann tekst við í
frítíðini, sigur Jack, at í Nólsoy er
altíð okkurt at gera.
– Vit hava seyð og gæs, og vit
hava bát. Eru líkindini hampilig,
er hugsandi, at eg eri í bátinum.
Jack hevur verið ein stóran part
av sínum livi á sjónum.
– Leygardagin, 24. mars (tað
er í morgin), eru júst 30 ár liðin,
síðan eg fyrstu ferð mynstraði við
Borðoyarnesi – og um ólavsøkutíð
fylli eg 45. So, hetta eru nøkur ár
á sjónum tilsamans, heldur hann
fyri.
Jack man teljast millum teir
menn, sum á hansara aldri eiga
flestu dagarnar á skipsdekki.
– Eg haldi, at eg fari ein túr
aftrat.
Orðini eigur Jack, tá hann eftir
11 túrar á rað við Borðoyarnesi á
sinni varð spurdur, nær hann fór
at taka sær ein frítúr.
Hann er lítillátin maður, og ofta
eru tað hesir, sum roynast.
Jack Thomsen hevur roynst
bæði drúgvur og trúgvur í síni
tænastu, og nú hann hevur verið
tað mesta av einum hálvum
mansaldri á sjónum, er hann
framvegis í bestu árum.
Jack hevur verið
30 ár á sjónum
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
14 ára gamal fór hann
við saltfiskalínuskipi
num Borðoyarnesi,
og hann var við hvønn
túr í samfull 6 ár, 12
túrar tilsamans. Jack
hevur verið við flestu
av gomlu kuba-
trolarunum, og í dag
siglir hann við Baki
Mynd: Vilmund
Jacobsen