fríggjadagur 23. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 59 - 23. mars 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
24. mars. Ulrika. teir vita ikki, hvønn hetta halgi navnið
sipar til.
25. mars. Mariusmessa um várið. til minnis um, at
eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy fræam at hon skuldi
bera frelsaran í heim (Lukas 1, 26-38).
Griska navnið Maria er tað sama sum tað bebráiska
Mirjam, týdningurin ókendur.
Hoyrist mýrisnípan lata uppi í luftini á mariumessu,
skuldi kavi koma og tað sama, um ross lá fyri
mariumessu.
Vercelaus Ulricus Hammershaimb føddur 1819.
26. mars. Gabriel. Beint eftir mariumessu er nevdur
høvduðseingil Gabriel, sum bar tey góðu tíðindi.
Navnið merkir Gudsmaður.
11. mars fingu Malan Mikkelsen og Edvard Sørensen,
Viðareiði, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði
2900 gr.
12. mars fingu Kristina og Jákup Tausen, Funningsfirði,
ein son, ið eitur Brandur Jákupsson Tausen. Hann var 56
cm. langur og vigaði 4400 gr.
12. mars fingu Mathilda og Pól Johannessen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3100 gr.
13. mars fingu Súsanna Brekku og Bogi Hansen, Glyvrar,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3300 gr.
16. mars fingu Jóna Maria Malunardóttir og Sámal Edil
Kyrrigerð, Vágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og
vigaði 4450 gr.
18. mars fingu Hansi í Kálvalíð og Súni Jacobsen, Hósvík,
eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3450 gr.
19. mars fingu Bjørg Gøtuskeggi, Kambsdalur og Sámal
Olsen, Toftir, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði
3520 gr.
21. mars fingu Tanja S. og Fróði L. Ejdesgaard, Oyri, ein
son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4750 gr.
Føðingar
11. mars fingu
Rógvi og Brian hesa
fittu lítlu systrina.
Hon vigaði 2900
gram og var 50
cm. long. Foreldur
teirra eru Malan
Mikkelsen og
Edvard Sørensen,
og tey búgva á
Viðareiði.
11. mars fingu Poula
Norðbúð og Bill
Mc. Leod Jacobsen,
Tórshavn, eina
dóttur sum eitur Elin
Maria. Hon var 52
cm long og vigaði
3050 gr.
30 ár
Leygardagin 24. mars fyllir Halla Poulsen, Fuglafirði,
30 ár. Dagurin verður hildin í Lonini í Fuglafirði frá kl.
18.00.
50 ár
Sunnudagin 25. mars fyllir Hildur Gunnarsdóttir, Hovi,
50 ár. Føðingardagurin verður hildin heima, leygardagin
24. mars frá kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
75 ár
Í dag, 23. mars verður Hartvig Poulsen, skipari, Vágur
75 ár. Dagin verður hann burturstaddur.
Brúdleyp
Leygardagin 24. mars giftast Joan Zachariassen og Agnar
Skorastein, Klaksvík. Døgurði verður fyri innbodnum.
Vælkomst verður hjá Bergit og Elmar á Torvgøtu 15,
frá kl. 21.00.
Ì gjár andaðist Sunneva
Háberg í Havn, 89 ára
gomul. Sigast kann, at Sunn
eva nú var blivin gomul og
veik, so hennara hvíld nú
er henni væl unt. Sunneva
var dóttir Onnu og Olaf
Johansen, úr Rættará, og tey
vóru 4 systkin. Umframt
Sunnevu vóru tey Elias,
Katrina og Anna Oluffa,
sum nú er einsamøll eftir.
Sunneva giftist í 1945
við Knút hjá Mallu og
Pola (Joensen) skómakara,
og búsettust tey fyrst í
kjallaranum hjá teimum í
Konradsbrekku, men fyrst
í 50-unum bygdu tey í
Torfinsgøtu, har mong hava
sitið væl.
Knút var mammubeiggi
mín, so eg havi kent
Sunnevu stórt sæð alt lívið.
Eg vaks upp í Norðagøtu
í 50-unum, og tá var tað
”nakað” at hava ætt í Havn.
Hetta hevði týdning, tá farið
varð til Havnar at ferðast,
og ein hevði ommu, abba
og tríggjar mammubeiggjar
at fara til. Tá var tað fast
eisini at vitja Sunnevu
og Knút. Sunneva var
heimagangandi, sum tað
kallaðist, so her var altíð
opið hús. Tað var altíð
hugnaligt hjá Sunnevu og
Knút, og ein føldi seg altíð
vælkomnan. Meðan Knút
var tann meira formelli, so
prátaði Sunneva alla tíðina
um alt millum himmal og
jørð, so saman við henni
kom eingin at keða seg.
Tað, sum Sunneva tó
var mest kend fyri, var
hennara sangur. Hon
verður roknað sum ein
tann besti, um ikki tann
besti, kvinnuligu sangarin
í landinum. Hon byrjaði at
syngja á kristiligum møtum
longu sum 16 ára gomul,
og hesum helt hon á við í
ikki minni enn 60 ár. Tað
eru tískil mong ættarlið,
sum hava havt gleði av at
hoyra Sunnevu syngja. Hon
sang eisini inn á plátu, og
eina ferð gjørdu Sunneva
og Ingálvur av Reyni eina
plátu saman. Tað má
næstan hava verið sangur
í heimsklassa! Knút var
eisini sera musikalskur, og
tey eru mong sum minnast
hann spæla klaver, meðan
Sunneva sang. Nú eru tey
øll trý farin.
Sunneva hevði eitt sera
lætt lyndi, men hon hevði
tað ikki bert lætt í lívinum.
Tað gekk illa hjá teimum
báðum at fáa børn, men
eftir 10 árum fingu tey ein
fittan son í 1955, og eydnan
tyktist at vera fullkomin.
Men sonurin livdi bert fáar
dagar og var hetta sjálvsagt
ein sera stórur smeitur fyri
tey bæði. Fimm ár seinni, í
1960, fingu tey Onnu, og tá
skein sólin aftur í teirra lívi.
Anna var nærum eitt undur,
og hon arvaði tónleikaevnini
hjá foreldrunum til gleði
fyri mong. Men Anna
gjørdist bert 36 ár, og tað
var ein dyggur smeitur fyri
Knút og Sunnevu at missa
einkardótrina. Men børnini
hjá Onnu, Knút og Sunneva,
uppkallað eftir teimum
báðum, gjørdust teirra eitt
og alt, og høvdu tey nógva
gleði av teimum báðum, og
tað var eisini øvugt.
Seinnu árini gjørdust tó
lítið hugalig hjá teimum
báðum. Sunneva gjørdis
minnisveik og hevur nú í
fleiri ár verið á Lágargarði,
har góð fólk hava verið
um hana. Knút gjørdust
eisini meira og meira
ússaligur, og hann doyði í
november 2005 beint eftir
sín 85 ára føðingardag
og tveir dagar eftir teirra
diamantbrúdleypsdag.
Tey hava nú bæði fingið ta
hvíld, sum tey hava søtliga
uppiborið, og vit í ættini
minnast tey við takksemi.
ó.
Sunneva Háberg farin
Sunneva saman við ommudótrini Sunneva
Í dag, 23. mars, verður Rani
Wardum, løgreglumaður í
Havn, fimmti.
Rani byrjaði sum politista
næmingur sum 21 ára gamal
tann 1. februar í 1979.
Eftir lokna útbúgving varð
hann settur politistur í Havn.
1. februar í 1987 varð hann
settur í starv í Århus til 1.
juni 1989, tá hann varð settur
aftur í starv í Havn, har hann
framvegis starvast.
1. mars 2000 varð hann
settur vaktleiðari í Havn.
Rani Wardum
fimmti