Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 10 Tú sært tað við tað sama. Húsini eru nakað fyri seg. Liggja sera væl fyri ovarliga í Sandavági so út­ sýnið er einastand­ andi. So nýggj, at tey enn ikki eru málað. So kanst tú sjálv/ur avgera litin. Tú kemur til bygdina Tú koyrir gjøgnum bygdina og niðan til Heygagerði. Tá ið tú sneiðir um hornið, standa tey har so hábærslig snotilig og við eitt sindur øðrvísi sniðgeving – spennandi. Her eru eini hús, ið hóska til landslagið og umhvørvið, eins og tey eru til bæði ungu familjuna og til tey, ið eru vorðin eitt sindur eldri og vilja hava eini praktisk hús. Tú kanst sjálv/ur velja, um tú fert beint inn, ella um tú sneiðir um hornið og fer inn aftanfyri og inn í garaguna og síðan víðari inn í grovkøkin og gongina. Tú kanst eisini velja at trýsta á knøttin til garaguportrið og koyra bilin beinleiðis inn í sera snøggu garaguna, so tú ikki verður vát/ur í illsliga veðrinum. Garagan Sjálvandi kanst tú hava bilin í garaguni, men annars er hon sera væl egnað til mannin at rokast í, og at flýggja út í, tá ið hann av ymiskum orsøkum helst vil hava frið og vera fyri seg sjálvan. Har er pláss til amboð og at taka upp fisk og seyð og annars til at rokast við líkt og ólíkt. Tú gongur turrskøddur inn í bryggersið / vaskirúmið og víðari inn í hjallin og inn í húsini, um tú vilt. Stílur og snið Fert tú inn ígjøgnum høvuðs­ dyrnar møtir tú einum sniði, ið er fjálgt og hugnaligt og einum stíli, ið er reinur og strammur. Húsini hava ikki bara eitt gott signalvirði, men eru eisini sera góð at búgva í. Tú kennir teg heima alt fyri eitt. Tey eru løtt at innrætta, og gólvhitin ger, at tú hevur ikki radiatorar at hugsa um. Tú fært hita í føturnar, og húsini eru so væl bjálvað, at tú merkir tað skjótt á oljurokningini. Ljós og luft Fert tú innar í køkin / alrúmið fært tú nógva ljósið inn í alt rúmið. Tú setir teg fyri vindeyga við einum koppi í hondini, men útsýnið er bara so avbera gott, at tú gloymir at drekka og kaffi verður kalt. Um summarið er møguleiki fyri at lata terassuhurðina upp og seta seg uttanfyri, og tú kanst sita allan seinnapartin til langt út á kvøldið, tí sólargangurin er eins og útsýnið bara so einastandandi. Vindeyguni í stovuni eru nakað lægri, so tú kanst sita í møblunum og hóast alt síggja út, men uttan at onnur síggja inn. Vilt tú ikki hava tað alt ov opið, ber væl til at seta hurð í inn til stovuna. Enn meira pláss Nú fara vit út aftur í gongina og longur inn í húsini. Her finnur tú eitt rættiliga stórt hjúnarrúm beint við síðuna av snøgga baðirúminum, og næst tí eru tvey fitt kømur, ið kunnu nýtast til búðpláss eins og til ítriv. Vilt tú hava meira pláss er væl gjørligt at gera eina trappu upp á loftið og at innrætta tað til stovu, kømur o.a. Spildurnýggj hús við panoramaútsýni í Sandavági Fakta Húsini, sum standa í Heyga­gerði 3 í Sanda­vági, eru bygd í 2006 og eru í einari hædd. Tey eru 143 fermetrar til støddar og hartil er garaga á um 25 fer­metarar. Grundøkið er 564 fermetrar. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Tú fært meira at vita frá Inni, eins og tú kanst biðja um at síggja tey á tel. 354200. Vit gleða okkum at vísa tær tey.