fríggjadagur 23. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2007
11
Kvøldseta í
Mentanar
húsinum
Kvøldsetusamtakið
ætlar at skipa fyri
einum tiltaki um
mánaðin í Ment
anarhúsinum í Fugla
firði
Kvøldseta
Tíðindaskriv
Felagið kvøldsetusam
takið byrjaði í november
í fjør við tí høvuðssetningi
at skipa fyri einum tiltaki
í Mentanarhúsinum um
mánaðin. Sí annars
h e i m a s í ð u n a
h j á
felagnum
www.123hjemmeside.dk-
kvoldsetur
Fríggjadagin 23. mars
kl. 20.00 verður fimta til
takið hjá samtakinum
við trimum innsløgum á
skránni.
Kl. 20.00 fer Poul Ja
cob Breiðaskarð at spæla
harmoniku.
Poul Jacob er fuglfirð
ingur. Sum ungur fór
hann í 1973 til Ísafjarðar
í Íslandi at arbeiða, har
giftist hann og gjørdist
hann limur í Harmoniku
felag Vestfjarðar. Í 2001
fluttu Poul Jacob og kon
an aftur til Føroya. Hetta
er fyrstu ferð, Poul Jacob
spælir alment her á landi,
so tað verður forkunnugt
at hoyra.
Kl. 20.30 spæla og
syngja Lylli og Niels.
Teir báðir fara at
syngja nakrar Taube
um setingar, millum ann
að ein nýggjan grækaris
messusang, sum er
um
yrktur av ”Vals i
Gøkotten” hjá Evert
Taube. Og við tað at vit
eru mitt í føstuni, fara
teir eisini at syngja tveir
føstusálmar, ein við lagi
úr Tjørnuvík, og ein við
lagi úr Oyndarfirði.
Kl. 21.00 fer Mans
kórið í Tabor at syngja
og spæla.
Manskórið í Tabor
varð stovnað í vetur, og
tað er Poul Jacob Lunds
bjerg, sum leiðir kórið.
Poul Jacob er kendur
sum tann harmoniku
spælarin um okkara
leiðir, sum dugur best at
fáa lív í løgini, hann
spælir. Saman við honum
taka Evert Jacobsen á
gittara og Jacob Eliasen
á ljómborði sær av fylgi
spælinum. Manskórið
syngur mest góðar gaml
ar missiónssangir.
Hóast ein ikki eigur at við
merkja ella svara øllum
tí, Jógvan við Keldu vart
ar upp við dag og dagliga,
kenni eg meg tó noyddan
at leiðbeina hann eitt sind
ur, nú hann tykist hava
fingið blokkstuðulin úr
Danmark fullkomuliga í
rangastrúpan.
Eingin ivi skal vera um, at
Jógvan við Keldu er bæði
ein royndur og listilærdur
politikari, ið dugir serstak
liga væl at fáa sín egna
kensluborna boðskap fram.
Og sigur tú bara eitt sindur
og ikki alt, so eydnast tað
aloftast allarbest.
Eitt evni, hann dúgliga
hevur savnað tankarnar og
skrivingina um, er blokkurin
ella ríkisveitingin úr Dan
mark, og í fleiri førum hev
ur hann roynt at trúttað
niður í okkum, at hetta eru
pengar, sum havnarfólk fáa
at dusa sær við!
Eg ivist onga løtu í, at tað
er eydnast honum at fáa
fólk í “útjaðaranum” at
halda, at fólk í Havn eru
reinar ónýttur. Men Jógvan
við Keldu skal vita, at slíkt
byggir hvørki land, fullveldi
ella samanhald.
So fjølment eru vit ikki
her á landi, at ein so royndur
politikari, ið átti at vitað
betri, hevur fyri neyðini at
spjaða okkum øll sundur
við enntá beinleiðis skeiv
um og villeiðandi uppáhald
um.
Gjørd til útjaðara
Líkt er til, at tað er um repp
ið at eydnast Jógvan ivið
Keldu at fáa bæði klaks
víkingar og onnur góð fólk
uttan fyri Havnina at kenna
seg sum “anti-havnarfólk”!
Áðrenn hann fór undir at
forbrongla hugtakið um
útjaðara, vóru Mykines,
Fug loy, Hestoy, Koltur og
aðrar útoyggjar útjaðari.
Men nú er tað næstan so
galið, at sjálvt kvívíkingar
og hósvíkingar kenna seg
sum útjaðarafólk.
Ein høvuðsorsøk til tað
er alt hetta øgiliga júkið hjá
Jógvani við Keldu um, at
blokkstuðulin heldur lív í
Havnini og at hon mestsum
hevði verið útdeyð, var tað
ikki alt samalt fyri donsku
ríkisveitingini.
Onnur hava sagt tað sama
í skemti, men hann meinar
tað helst í fullum álvara, tá
hann breiðir seg út um,
hvussu blokkstuðulin lívgar
høvuðsstaðin og meira at
kalla útarmar restina av
landinum.
Turru tølini
Snildur, sum hann er, letur
Jógvan við Keldu samstund
is vera við at fortelja fólki,
hvussu stór henda veiting
er og hvat hon í veruleik
anum verður brúkt til. Kann
vera, at hann ikki hevur skil
á øllum hesum hundraðtals
milliónunum, so tí vil eg
fegin royna at hjálpa.
Fyri at byrja við sjálvari
støddini, so er samlaði
blokkstuðulin úr Danmark
615,5 milliónir krónur, og
hann verður útgreinaður
soleiðis:
Serforsorg
117,0 mió. kr.
Pensjónir
213,3 mió. kr.
Sjúkrahús-
verkið
283,6 mió. kr.
Fiskirannsóknar-
stovan
1,6 mió. kr.
Íalt
615,5 mió. kr.
Harumframt veitir danski
statskassin blokkstuðul –
ella rættari sagt endurgjald
– upp á 20 milliónir krónur
fyri tænastumannalønir.
Nóg mikið hesa ferð, tí
nú haldi eg tað hóska seg
best, um Jógvan við Keldu
greiðir Føroya fólki neyvt
frá, hvussu hann fær tað til,
at henda góða hálva milli
ardin mestsum bara søtar
tilveruna hjá havnarfólki!
Nú fæst so sjón fyri søgn,
um hann alment og á skrift
eisini vil fortelja okkum
meiri nágreiniliga, hvar í
okkara góða landi allur
hesin blokkstuðulin sæst
aftur.
Tað er áhugavert at lurta
eftir okkara fólkavaldu løg
tingsfólki, tá tey umrøða
sína hugsan um, hvussu tey
kundu hugsað sær, at
jarðabrúk, eftir teirra tykki,
skal fara fram í Føroyum
framyvir.
Tað er týðuligt at hoyra,
at her eru ikki nógvar
stemmur at heinta, og at
fólk, sum hava landbúnaða
sum livibreyð, ikki hava
eitt sterkt fakfelag aftan
fyri seg.
Føroyar eru soleiðis hátt
aðar, at fjøllini og líðirnar
eru gott beiti til seyð, neyt
og ross, meðan tað er í lág
lendinum, at dyrkilendi
finnst, og verður nýtt til at
velta. Hetta er soleiðis
grundarlagið fyri grasfram
leiðslu og mjólkarfram
leiðslu. Uttan dyrkilendi
verður ongin mjólkarfram
leiðsla.
Har sum neytahald er, er
neyðugt at hava útrakstur,
beiti, sum neytini kunnu
sleppa út á og at røra seg.
Nú er tað so, at summir
fólkavaldir kommunulimir
heldur vilja sleppa eftir
veltari jørð at stykkja út til
húsabygging o.a., fram um
jørð, sum ikki er so væl
egnað til velting.
Ein politiskur flokkur,
Kári P.Højgaard, helt, at ein
kommuna skuldi fáa heilar
hagar, sum teir frítt kundu
disponera yvir.
Ein borgmeistari, Heðin
Zachariassen, helt, at tað
var ov so rívan tikið til, og
helt, at kommunurnar bert
skuldu hava loyvi til at frítt
at ogna sær tað lendi teir
sjálvir vildu, tá teir vildu.
Í Vikublaðnum stóð at
lesa herfyri, at “Tórshavnar
Kommuna keypir Suður
streymoy”. Minni kann ikki
gera tað.
Eg dugi ikki rættuliga at
skilja, hvat T. Kommuna
skal við allari Suður streym
oynni uttan so, at leiðslan
har hevur fingið álvarslig
trupulleikar av proper
tiónsforvirring. Tórshavnar
kommuna eigur, sum fyrr
nevnt, allan Flatnarhaga.
Av tí velduga lendinum,
hevur kommunan lítið og
eingi brúkt til byggilendi,
meðan hon í staðin hevur
otað seg inn á lendið, sum
hon einki eigur í.
Tað, sum er neyðugt hjá
Løgtinginum at gera, er at
lóggeva soleiðis, at øll
dyrkað jørð fær frið fyri
alla framtíð, og somuleiðis
øll jørð, sum er dyrkibar
eisini far frið í allari
framtíð.
Hvat halda tit, at okkara
eftirkomarar fara at siga, tá
alt dyrkilendi er oyðilagt,
asfalterað. Tit skulu ikki
rokna við, at peningur fer
at flóta inn í landið í allar
ævir, og at tit bara kunnu
senda boð til Danmark,
Ísland v.m. eftir tí, sum
jørðin kann framleiða.
Tað er eingin, sum saknar
jørð, sum ein ongantíð hev
ur átt.
So leingi, sum fólk kunnu
gera eina útstykkingarætlan,
hvar tey hava hug, og so
fara ein túr niðan á bún
aðarstovuna at fáa ætlanina
góðkenda og keypta fyri
lítið og lætt, verður skilið
ikki ørðvísi. So kemur tað
at ganga sum við tí seinasta
føroyska tarvinum, sum
bleyv skotin, áðrenn hann
fekk høvi til at endurnýggja
seg. Spell.
Eg veit, at í Noreg ansar
myndugleikin allastaðni
eftir at nýta vánaligt dyrk
lendi fram um gott at
byggja á. Tað kemur mær
fyri, at tað er lóggivið fyri
tí, men tað eri eg ikki vísur
í
Har liggja húsini upp
eftir fjallasíðunum, meðan
tær fløturnar, sum eru,
liggja so vakrar har.
Havnar Kommuna viðtók
at ognartaka um 10.000 m2
av nýveltari jørð av mínum
festi (nú hjá soninum) í
Havnardali. Ein stemma
var ímóti, Beata Samuel
sen.
Tað bleiv kært til frið
ingarnevndina, sum sjálv
andi friðaði lendið. Teir
vóru jú ikki heilavaskaðir.
Havnar kommuna hevur
ríkiligt av lendi at nýta til
hvat tað skal vera, uttan at
gera seg inn á nýveltan bø,
sum er alneyðugur fyri
framleiðsluna á garðinum í
Havnardali.
Tað er neyðugt, at Løg
tingið heldur í oyrunum á
kommununum, áðrenn teir
oyðileggja meira enn teir
longu hava gjørt.
Tað er tí verri soleiðis í
Føroyum, at kommunu
politikkarir, sum hava fing
ið smakkin av makt, ofta
enda í løgtinginum, og tað
er ógvuliga óheppi. Fólk,
sum fyri ein og hvønn prís
royna at sleppa í kommunur,
løgting ella fram at sessum,
sum geva makt, at kalla
ongantíð eru teir røttu at
taka avgerðir, sum tæna
øðrum.
Skeivir politikarir kunnu
gera stóran skaða í tey fáu
árini, teir sita í almennum
størvum.
At trúgva, at tørvurin á
grundstikkjum í Havn kann
nøktast, er ynskitonkjing.
Fleiri hús geva fleiri fólk,
sum geva fleiri børn, sum
krevja fleiri hús o.s.v. Aftrat
koma so barnagarðar, skúl
ar, røktarheim og alt annað
sum fylgir við. Er alt resið
tað vert. Hvat við bygda
menning. Hvat við at deila
fólk, fyritøkur, arbeiðs
plássir út um landið.
Ein hjálpandi hond til Jógvan við Keldu
Viðvíkjandi broyting í jarðarlóggáðuni,
sum í løtuni er fyri í Løgtinginum
Borgarstjóri
Heðin
Mortensen
Tórshavn
Óli J. Müller