fríggjadagur 23. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Vikuskifti
Nýggj sethús – undir Kerjum 3,
Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum á 115 fermetrar - í alt 230
fermetrar. Hartil er stórt óinnrættað loft á 90
fermetrar. Grundøkið er 550 fermetrar. Byggiár: 2004.
Húsini, ið eru sera orkusparin og bílig í drift, eru
Norðseturhús snið 115. Í erva er inngongd, durur /
gongd, gestawc, arbeiðsrúm / kamar, matarkøkur,
stova / borðstova, arbeiðsrúm / kamar, millumgongd,
hjúnarrúm, baðirúm, kamar og niðurgongd til
kjallara. ì niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm /
kjallararúm, ið lættliga kann innrættast. Húsini eru
sera snøgg og uttanum er garður / urtagarður. Húsini,
sum standa í friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi nær býnum, hava sera gott útsýni oman
yvir Havnina.
Tvíhús - Hjallavegur, 600 Saltangará
Ætlanin er at byggja eini tvíhús á Hjallavegi
Saltangará matrikkul nr. 146 K. Húsini eru 50,3
fermetrar í stovuhædd og 34,5 fermetrar í loftshædd
umframt ein hjallur. Húsini eru úr timbri, bygd til tað
Føroyska veðurlagi. Vindeyguni eru úr plast við
pálagdum sprossum. Innan eru viðgjørd loft, trappir
og innhurðar,skrá veggir á lofti eru klæddir við
grannprofil. Køkur er av slagnum Designa køkken,
baðirúm hava møbil, vinylsveis á gólv og brúsu. Í
vaskirúmi eru flísar.Gólv í miðhædd er parkett ,og á
lofti laminat. Glasvev verður á veggunum. Stovuhæd-
din: stova 20,5 m2, køkur 12,5 m2, vaskirúm 6,3 m2,
durur 4 m2, baðium 3 m2, trappuuppgongd 4 m2 og
hjallur. Loftshædd: baðirúm 7 m2, kamar 9 m2, kamar
8 m2 og kamar 7,5 m2 og gongd 3 m2.
Húsini verða latin lyklaklár ,spf strok stendur fyri
málingini,og spf Svalin fyri byggingini. Gólv,køkur og
baðirúmsmøbil kann sýggjast hjá Højgaards
Handilsvirkið.
Sethús - Oyrarbakkavegur 14, 400
Oyrarbakki
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml 125
fremtrar. Grundøki uml 812 fermetrar. Í ovastu
hæddini er gongd, wc og 4 kømur. Í miðhæddini er
gongd, kamar, køkur, kovi og stova Í niðastuhæddini
er baðirúm, kjallararúm/- fýrrým og goymslurúm.
Húsini standa í friðarligum, fríðum umhvørvi og hava
frítt útsýni yvir fjørðin. Húsini verða seld um hóskandi
boð fæst.
Grundstykki – Velbastaður
Grundøkið, ið er bert 7 min. við bili frá miðbýnum í
Havn, er í tí nýggja, stásiliga og barnavinarliga
býlinginginum á Velbastað við sera góðum útsýni
yvir Sandoynna, Koltur og Hestur. Økið liggur beint
við skúla og nýggjan barngarð, og nýggjur asfalter-
aður vegur verður inn til grundøkið. Støddin á
grundøkinum er um 512 fermetrar. Grundøkið verður
selt, um hóskandi boð fæst.
Nýggj sethús – Heygagerði 3,
Sandavágur
Húsini eru í 1 hædd - í alt 143 fermetrar. Harav er
garaga á 23 fermetrar. Grundøkið er 564 fermetrar.
Byggiár: 2006. Har er inngongd, durur / gongd /
gestawc, bryggers við innbúgvi og útgongd til sera
snøgga garagu og hjall við egnari útgongd, køkur /
alrúm / stova, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur.
Møguleiki er fyri at innrætta loftið. Gólvhiti og
seriuforbundin roykvarnaraskipan er í øllum
húsinum. Húsini eru sera væl gjørd við góðum
handverki og góðum tilfari. Tey eru væl bjálvað og
sera bílig í drift. Húsini standa í sera náttúruvøkrum
og barnavinaligum umhvørvi við sera góðum
sólargangi og panoramaútsýni yvir bygdina og
vágna. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Sethús – Sivarsvegur 2, Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum, niðara hædd á um 85
fermetrar, ovara hædd á 65 - í alt um 150 fermetrar.
Hartil er garaga á uml. 30 fermetrar. Grundøkið er 522
fermetrar. Byggiár: 1984. Tilbygningur, garaga og
hitaverk er frá 1988. Húsini eru væl bjálvað og
orkusparin, og Genvex luftskiftisskipan er í húsinum. Í
niðaru hædd er inngongd, goymslurúm, hjallur,
fýrrúm, durur / gongd, gestawc, klædnarúm /
goymslurúm, køkur / alrúm / borðsstova við útgongd
til terassu, stór stova og bryggers / vaskirúm við
egnari inngongd. Í ovaru hædd er trappugongd,
stova / alrúm, stórt hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur.
Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinal-
igum umhvørvi og hava nakað av útsýni. Prisuppskot:
kr. 2.500.000,00.
Snøgg sethús – Toftavegur 5, Vágur
Húsini eru í 3 hæddum, hvør á 64 fermetrar - í alt 192
fermetrar við 2 sjálvstøðugum íbúðum. Grundøkið er
272 fermetrar. Upprunaliga eru húsini frá 1909, men
bert grundirnar og nakrar sperrur eru gamlar - alt
annað er nýtt frá 2005. Húsini eru úr timbri á stoypta
og lagaða grund við alutaki, plastvindeygum og
plastklædningi. Húsini eru tí so gott sum viðlíkahal-
dsfríð. Hartil er gólvhiti allastaðni og luftútskifting við
endurvinningsskipan (Genvex), ið ger, at húsini eru
orkusparin og sera bílig í drift. Tele- og sjónvarpsdósir
eru í øllum rúmum. Í miðhæddini er inngongd, durur,
hjúnarrúm, gongd, baðirúm, stórt kamar, køkur /
alrúm / stova. Í ovastu hædd er trappugongd, durur,
stórt hjúnarrúm, gongd, baðirúm, stórt kamar, køkur /
alrúm / stova. Húsini standa sera væl fyri í vøkrum og
veðurgóðum umhvørvi nær við skúla og barnagarð
og hava sera gott útsýni. Prísuppskot: kr. 1.000.000,00.
Sethús – Handan Á, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum á 125 fermetrar - í alt 250
fermetrar. Grundøkið er 411 fermetrar. Byggiár: 1969.
Húsini eru so við og við dagførd, so tey nú eru í
góðum standi. Í erva er inngongd, durur, trappu-
gongd, bryggers við egnari inngongd, gongd,
baðirúm, matarkøkur, borðstova / stova, stórt kamar
við egnum baðirúmi. Í neðra er inngongd, durur,
gongd, 2 kømur, baðirúm, vaskirúm, goymslurúm,
fýrrúm og kjallararúm. Húsini eru væl egnað til
rørðslutarnað. Tey standa í veðurgóðum og
barnavinaligum umhvørvi nær miðbýnum. Stutt er til
skúla, barnagarð, útbúgvingarumhvørvi, hospital og
busssamband. Prísuppskot: kr. 2.300.000,00.
Hugnalig sethús – Húsabrekka 3,
Sandavágur
Húsini eru í 2 hæddum. Ovara hædd er 44 fermetrar
og niðara hædd er 36 fermetrar - í alt 80 fermetrar.
Grundøkið er 573 fermetrar. Byggiár: 1955. Húsini eru
síðan dagførd so við og við og eru í góðum standi. Í
erva er inngongd, gongd, baðirúm, hjúnarrúm, kamar,
køkur / alrúm / stova. Í neðra er vaskirúm / fýrrúm /
kjallararúm og goymslurúm. Húsini standa í
veðurgóðum, náttúruvøkrum og barna- og
eldravinaligum umhvørvi og hava gott útsýni. Húsini
eru løtt at halda og hóska eisini væl til summarhús.
Sethús – Trongisvágur
Húsini eru í 3 hæddum, kjallari og miðhædd uml. 48
fermetrar og loft 24 fermetrar, Grundøkið er 395
fermetrar. Húsini eru í ringu standi og treingja til
munandi ábøtur. Prísuppskot kr. 150.000,00
Grundstykkið – Mylnugøta 9, Sign-
abøur
Ognin er eitt grundøki, matr.nr. 293e, ið liggur á
Mylnugøtu 9, Signabø. Økið liggur ovaliga í bygdini
og er 600 fermetrar til víddar.
MYND VANTAR