fríggjadagur 23. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 59 - 23. mars 2007
Flagg okkara Merkið hevur heilt frá tí, at tað var
skapað í útlegd fyri út við níti árum síðan, nomið
við sterkar kenslur í føroyingum og hevur elvt til
ógvusligar tjóðskaparligar og politiskar kreppur.
Merkið er saman við móðurmálinum ein hin
sterkasti tátturin í føroyskum samleika. Føroyskur
samleiki er eins og samleikin hjá flestu europeiskum
tjóðum undir trýsti. Altjóðagerðin noyðir
smátjóðirnar at endurskoða samleikan og finna
hóskandi strategiir til tess at verja og menna hann
uttan at enda í avbyrging og sjavinismu. Hetta er ein
eins týdningarmikil sum torførur setningur.
Norðurlond hava megnað setningin væl, meðan
onnur europeisk lond als ikk hava megnað at
handfara ta vaksandi tjóðskaparkensluna.
Tað er við hesum baksýni feskasta flaggmálið skal
síggjast. Flaggstríðið var so beikst og so drúgvt, at
meirilutin av føroyingum heilt einfalt ikki góðtekur
nakað, sum bert kann tulkast sum eitt afturstig, mett
út frá hesum drúgva flaggstríði. Hugsa vit soleiðis,
so er lætt at skilja, at fólk reagera og tala harðliga at.
Í slíkum førum hevur myndugleiki lítið annað val,
enn at lurta og fara í sakligan dialog við sjálvan seg
eins væl og við atfinnaran. Tað er júst hetta, ið
løgmaður hevur gjørt, og hetta tænir honum til
miklan heiður. Hetta er eitt mál, har allir føroyingar
uttan nakrir heilt fáir eru samdir og bera somu
kenslur. Í slíkum førum hjálpa køld rationel
argument og løgfrøðiligir teknikalitetir ikki.
Føroyingar góðtaka heilt einfalt ikki, at tað verður
bakkað, og tað er við flaggsøguni í huga væl
skiljandi.
Málið um flaggið í Reykjavík var um at gerast ein
politiskur trupulleiki fyri løgmann. Tað rumblaði í
samgonguni, og størsti andstøðuflokkurin gjørdi
sær, sum vera man, meira enn dælt av støðuni.
Løgmaður hevði tí einki í vali enn at taka málið
uppaftur við danskar myndugleikar. Alt bendir á, at
hann her hevur havt eina sera hepna hond, hann
hevur vunnið í virðing og metum manna millum, og
hetta mál má tí metast at verða endaliga avgreitt.
Eftir stendur ein spurin almenningur: Hví kundi
henda loysn ikki verða funnin frá fyrsta degi? Hví
var hendan loysn ikki rokkin við sendistovunum í
Bruxelles og í London. Hevur løgmaður fingið nóg
holla og dygdargóða fakliga ráðgeving frá síni
fyrisiting. Hesar spurningar eigur løgmaður at seta
sær og síni fyrisiting og geva almenningum svar.
Málið endaði sum eitt tjóðskaparligt frambrot og tí
eiga vit at ynskja løgmanni tilukku við óvæntaða og
góða endanum á feskasta men valla seinasta føroyska
flaggstríðnum.
Sosialurin
Eitt tjóðskaparligt
frambrot
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Skattur: Stundin er kom
in at arbeiðsfólk, við eini
vanligari arbeiðara
inntøku fáa skattalætta.
Tað er skattalætti, sum
ikki hitar nakran búskap,
og sum er harðliga til
trongdur
Sitandi samgonga hevur
latið fleiri skattalættar, men
fólk við eini vanligari
arbeiðarainntøku hava lítið
og einki fingið burtur úr
hesum skattalættum - og so
slettis einki samanborið við
hægru inntøkurnar.
Kravið er tí, at ein skatta
lætti fyri komandi ár má
koma lægru inntøkunum til
góðar. Tað er átaluvert, at
sitandi samgonga áhaldandi
letur skattalættar til fólk
við góðari inntøku.
Sambært skattalóg sam
gongunnar fær ein persónur
við eini vanligari arbeið
araløn (207.000 kr) einans
700 kr í skattalætta komandi
ár meðan ein persónur, ið
tjenar tað dupulta, fær 6000
kr í skattalætta.
Hetta er órættvíst, og er
við til at gera Føroyar til
eitt stættarsamfelag, har tey
lágløntu eru fyri vanbýti.
Fakfeløgini gjørdu í
desember 2006 eitt alterna
tivt uppskot til skattalætta.
Eg vil heita á landsstýris
mannin í fíggjarmálum um
at evna eitt nýtt uppskot til
skattalætta fyri 2008, sum
byggir á meginreglurnar í tí
uppskotinum. Tað er skatta
lættin, sum eigur at latast í
2008 - og tað er ein til
trongdur skattalætti.
Tað má fara glerkalt niður
eftir bakinum á javnaðar
løgmanninum, Jóannesi
Eidesgaard í dag, nú hann í
bløðunum verður róstur og
herðaklappaður, ikki bara
av einum innantómum hand
ilsdrongi í Havn, harra
Pouli Mikkelsen, men eisini
av betongdronginum, harra
Høgna Hoydali, formanni
fyri tjóðveldismeinigheit
ini.
Einhvør formaður í javn
aðarflokkinum hevur til
henda dag ikki ynskt nakrar
rósur frá slíkum fólki, og
sum Petur Mohr Dam, sáli
plagdi at taka til, at so
leingi tjóðveldismenn spiltu
hann út, visti hann, at poli
tikkur hansara var bæði
rættvísur og skilagóður, og
hann ynskti ikki at uppliva
tann dag, har teir ábyrgd
arleysu smokkuleggarnir í
tí flokkinum róstu sær fyri
nakað sum helst. Tað hevði
verið verri enn at verið
fevndur av lummatjóvum!
Men tað er ikki løgið, at
hesir báðir politisku char
latanar skammrósa løg
manni, tí ætlar løgmaður,
sum Dimmalætting boðar
frá, at beina fyri blokkinum,
beinir hann samstundis fyri
teimum pengaveitingum,
sum Javnaðarflokkurin við
Petur Mohr Dam á odda
bardist fyri at fáa føroyska
fólkinum í 1958, og tað
legði lunnarnar undir
modernaða føroyska væl
ferðarsamfelagið.
Hetta vórðu oyramerktir
pengar til social mál,
sjúkrahús v.m.. Seinni hava
fólk við bókhalds-skriða
tikið hesar pengar út av
teimum røttu socialu konti
og sett tær í ein blokk.
Men hetta høvdu tey ong
an moralskan rætt til. Blokk
pengarnir vóru skaffaðir til
føroyska samfelagið til ávís
endamál, og tað er tí næstan
stuldur, tá ið politikkarar
og embætismenn seinni
hava sett blokkin fyri seg
og brúkt hann til heilt ”onn
ur endamál”.
Tað er púra óforstáiligt,
at ein javnaðarløgmaður,
uttan at tað hevur verið við
gjørt á landsfundi,
fer út og proklamerar, at
blokkurin skal skerast niður
við so stuttum skotbrái sum
átta ár. Tað vil siga, at javn
aðarfólk skullu noyðast at
svølgja tann herskna bita,
at júst tann peningur, sum
javnaðarflokkurin bjargaði
´Føroyum, - henda hart
vunna peningaliga rættin,
skullu vit nú, sum forkelaðir
smádreingir blaka dansk
arum aftur í høvdið. Hvat
er hetta fyrio politikkur?
Hettta kann jú, sum frá
líður, gerast ein social kata
strofa.
Vit fingu hesi socialu
rættindi frá Danmark í
1958. Menn mettu tá, at før
oyska samfelagið var eitt so
orkulítið veiðumannasam
felag, at tað aldri kom at
orka ta socialu ábyrgdina, tí
fíggjarmegin var for lítil
millum færri enn 100.000
íbúgvar.
Hetta faktum er enn
meira galdandi í dag, enn
tað var tá. So hetta kann
gerast tann tunga leiðin
aftur í feudalu olmussutíðina
hjá Jóannesi Patursson, óan
sæð hvat tann kommercielli
filosoffurin, harra Poul
Michelsen mátti kunna
koma við av naivum
tvangstankum, fyri ikki at
tosa um betongdrongin,
sum dugir líka illa at rokna
sum Poul.
Vónandi meinti tú,
Jóannes løgmaður, ikki tíni
orð, soleiðis sum hesir báð
ir ábyrgdarloysingar hava
fata tey! Vit javnaðarfólk
bíða spent eftir svari, tí nú
stendur á gomlum nøglum!
Gjógvin má minkast
formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag
Hans
Joensen
Traumatisk plága & lemjandi marra
hjá Javnaðarflokkinum
Virgar T.
Dalsgaard