fríggjadagur 23. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Trøð í Oyndafirði til sølu
Dyrkað trøð á umleið 10.000 fermetrar til víddar við
ástandandi hoyggj- og seyðahúsið. Liggur væl fyri
áðrenn komið verður til bygdina.
Trøðin verður seld um hóskandi boð fæst
Handils- og skrivstovubygningur – Dr.
Jakobsensgøta 5, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum hvør á 58 fermetrar - í alt 174
fermetrar. Grundøkið er 222 fermetrar. Byggiár: 1937.
Húsini eru uppdaterað nakað so við og við. Í
miðhæddini er inngongd, gongd, 2 skrivstovur,
tekøkur. Í ovastu hædd er trappugongd, køkur, stova,
baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd inngongd, 2
handilshøli, wc, køkur, kjallari / fýrrúm. Hartil er úthús
/ goymslurúm. Húsini standa sera væl fyri mitt í
býnum við virkna handilsgøtu. Húsini verða seld, um
hóskandi boð fæst.
Sethús – Onundarvegur 4, Sandavágur
Húsini eru í 3 hæddum á 35 fermetrar - í alt uml. 105
fermetrar. Grundøkið er 440 fermetrar. Byggiár: 1938.
Húsini eru lutvíst sett í stand. Millum annað er kvistur
gjørdur. Í miðhæddini er inngongd, gongd, køkur og
stova. Í ovastu hædd er trappugongd / alrúm,
baðirúm og 3 kømur. Í niðastu hædd er fýrrúm /
vaskirúm / kjallararúm. Harafturat er hjallur við
seyðahúsi undir. Uttanum er garður / urtagarður.
Húsini standa sera væl fyri í barnavinaligum og
náttúruvøkrum umhvørvi.
Sethús – Kirkjuvegur 13, Fuglafjørður
Húsini eru í 3 hæddum á uml 35 fermetrar - í alt uml.
105 fermetrar. Grundøkið er 114 fermetrar. Byggiár:
uml. 1920. Í miðhæddini er gongd, wc, køkur /
vaskirúm, stova, kamar / brúsirúm. Lofti er innrættað,
men ábøtur krevjast. Í niðastu hædd er kjallararúm /
fýrrúm. Húsini standa mitt í bygdini beint við skúlan.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Velbastaðvegur 23, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum hvør á 67 fermetrar - í alt 134
fermetrar. Grundøkið er 875 fermetrar. Byggiár: 1968.
Húsini eru uppdaterað so við og við, og vindeygu og
tak (tætt tróður) er skift um 1990 og úthurð í 2004. Í
erva er inngongd, gongd, køkur, stova, hjúnarrúm,
baðirúm og 2 kømur. Í neðra er inngongd, gongd,
kamar, fýrrúm / vaskirúm / kjallararúm við egnari
inngongd. Góður møguleiki og klárt er at innrætta
restina av niðastu hædd. Húsini standa á stórum
grundøki nær við Sandá. Har er friðarligt, náttúru-
vakurt, gott útsýni, og stutt er til barnagarð og
busssamband. Húsini verða seld, um hóskandi boð
fæst.
Sethús – millum Gilja 141, Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum á 102 fermetrar - í alt 204
fermetrar. Hartil er hjallur á 10 fermetrar. Grundøkið
er 500 fermetrar. Byggiár: 1988. Niðasta hædd er
innrættað og nakað av umvælingum er gjørt í 2002. Í
erva er inngongd, durur, hjallur, gongd, gestawc,
matarkøkur, borðstova / stova við útgongd til altan,
hjúnarrúm, baðirúm, og 2 kømur. Í neðra er inngongd,
durur, trappugongd, 2 kømur, vaski- / fýrrúm og
garaga. Framman fyri húsini er garður / urtagarður.
Húsini standa í friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi. Har er UEFA-vøllur / spælipáss, og stutt er
til barnagarð og skúla.
Sethús – Oyrabakkavegur 40, Oyrar-
bakki
Húsini eru í 3 hæddum - har niðasta hæddin og
miðhæddin er um 35 fermetrar og ovasta hæddin
um 30 fermetrar - samlað búvídd um 100 fermetrar
umframt ein garaga á 35 fermetrar, sum ikki er liðug.
Grundøkið er 1377 fermetrar. Byggiár: um 1907.
Húsini eru høvuðsumvald 2005-07, gólvini, innveggir,
køkur, hvíttvørur, rør, rottangi, el, hurðar og vindeygu
eru skift. Veggirnir innan eru úr furu og gólvini í
stovuni og køkinum eru úr merbau. Køkurin er
massivt ljóst træ við Miele-hvíttvørum og
induktións-kókiplátum. Í miðhæddini er gongd,
baðirúm, køkur / stova. Í ovastu hædd er hjúnarrúm,
kamar og útiloft. Í niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm
/ kjallararúm. Húsini standa í nátúrvøkrum og fríðum
umhvørvi og hava gott útsýni bæði norður og suður
gjøgnum Sundalagið. Húsini verða seld um hóskandi
boð fæst.
Sethús – Lágarvegur 32, Strendur
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml 210
fermetrar, umframt ein hjallur á 12 fermetrar.
Grundøkið er 1166 fermetrar. Byggiár: 1959. Ymiskar
umvælingar eru gjørdar tey seinastu 5-6 árini M.a. er
takið, klædningurin, ketilin og fleiri vindeygu skift. Í
miðhæddini er gongd, køkur og 2 stovur. Í ovastu
hædd er gongd, baðirúm, hjúnarrúm og 4 kømur. Í
niðastu hædd er kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm nog
brúsurúm. Húsini standa við blindan veg uttarliga í
bygdin og hava sera gott útsýni yvir fjørðin. Húsini
verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús - Blankagøta 10, Tórshavn
Frálíku húsini eru í 3 hæddum. 2 hæddir eru 80
fermetrar hvør og ovasta hædd er 50 fermetrar - í alt
210 fermetrar búøki. Í niðastu hædd er sjálvstøðug
íbúð við egnum el-mátara. Ventilatiónsskipan er í
húsinum og betondekk er millum hæddirnar.
Harafturat er felags antennuskipan við 20 sjónvarp-
srásum. Grundøkið er 505 fermetrar. Byggiár: 1988.
Húsini eru væl hildin og í góðum standi. Klárt er at
gera bilhús. Í miðhæddini er inngongd, opin durur,
hjallur, bryggers, gongd, gestawc, matarkøkur og
borðstova / stova. Í ovastu hædd er trappugongd,
stórt hjúnarrúm við svala, baðirúm og 2 kømur. Í
niðastu hædd er inngongd, gongd, trappugongd,
stova / køkur, baðirúm, kamar og vaskirúm / fýrrúm.
Húsini standa hampiliga frítt fyri í friðarligum,
barnavinaligum og náttúruvøkrum umhvørvi við
góðum sólargangi. Stutt er til dagstovn, FIFA-vøll og
busssamband
Íbúðarbygningur – Hoydalsvegur 36,
Tórshavn
Bygningurin er í 2 hæddum á 138 fermetrar og 1 á
um 60 fermetrar - í alt um 336 fermetrar. Grundøkið
er 560 fermetrar. Byggiár: 1959. Í niðastu hædd eru 2
íbúðir: 1 íbúð á 40 m2 og 1 á 20 m2. Í miðhæddini eru
3 íbúðir: 1 á 44 m2, 1 á 22 m2 og 1 á 20 m2. Hartil er
vaskirúm / fýrrúm, baðirúm og goymslurúm í alt 36
m2. Í ovastu hædd er 1 íbúð á 124 m2. Har er
inngongd, hjallur, dudur, arbeiðsrúm, gongd, køkur /
alrúm / borðstova, stór stova við utgongd til altan,
hjúnarrúm, 2 baðirúm, og 2 kømur. Hartil er úthús.
Garður / urtagarður er uttan um húsini. Húsini standa
sera væl fyri í náttúruvøkrum, friðarligum og
veðurgóðum umhvørvi nær miðbýnum. Húsini verða
seld, um hóskandi boð fæst.
Virkisbygningur – Stoksoyrarvegur 10,
Klaksvík
Bygningurin er í 3 hæddum. Niðasta hædd og
miðhæddin er um 1000 fermetrar hvør (uttara mát),
og ovasta hædd er um 400 fermetrar - í alt um 2400
fermetrar. Grundøkið er 3079 fermetrar. Annar
parturin er bygdur í 1930'unum og hin í 1950'unum.
Bygningurin var fram til 1997 brúktur til fiskavirking,
og síðani er hann brúktur til goymslu. Byggisamtyk-
tin er nú broytt, so tú kanst brúka bygningin og økið
til m.a. trivnaðar-, mentannar-, handils- og matstovu-
virksemi og til umsiting. Møguleiki er fyri at gera
innkoyring frá Stoksoyrarvegnum. Ognin verður
seldur um hóskandi boð fæst.
Eigaraíbúð – Landavegur 115, Tórshavn
Íbúðin er í einari hædd á 85 fermetrar, umframt vaski-
og goymslurúm á 15 fermetrar - í alt 97. Byggiár:
1978. Í íbúðini eru inngongd, gongd, baðirúm,
hjúnarrúm, kamar, køkur og stova við útgongd til
altan og hjall. Íbúðin er væl hildin og í góðum standi
og í væl hildnum íbúðarbygningi, ið stendur væl fyri
nær býnum nær við skúla, 2 barnagarðar, 2 handlar
og gott busssamband. Har er friðarligt og barnavi-
naligt umhvørvi við spæliplássi og sera gott útsýni.
Íbúðin verður seld, um hóskandi boð fæst.
Sethús – Tinghúsvegur 77, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum. Miðhæddin er 75 m2, ovasta
hædd er 55 m2 og kjallarin er 25 m2 - í alt um 155
fermetrar. Grundøkið er 300 fermetrar. Húsini eru
bygd í 1960, men takhæddin er bygd í 1978. Í
miðhæddini er bryggers við egnari inngongd,
inngongd, durur, gongd / garderoba, køkur,
borðsstova við útgongd til hugnaliga terassu /
sólkrók og stova. Í erva er trappugongd, gongd,
hjúnarrúm við útgongd til altan, baðirúm, eitt stórt
kamar, eitt minni kamar og hjallur. Í niðastu hædd er
fýrrúm / ítrivsrúm. Húsini, ið eru sera hugnalig og
dámlig, standa sera væl fyri mitt í býnum í sera
veðurgóðum øki nær við ítróttarøki, plantagu og
handilsmiðstøð. Prísuppskot: kr. 2.100.000,00.
MYND VANTAR