fríggjadagur 23. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2007
tíðindi
Sparin køliskáp
Frá 1. juli sleppa fólk í Belgia ikki at brúka onnur húsar
haldstól enn tey, sum eru serliga orkusparandi, og nú
heldur danski flokkurin SF, at danir eiga at taka sama
stigið. Flokkurin heldur, at handlarnir eiga bara at sleppa
at keypa køliskáp, frystiboksir, vaskimakinur og onnur
stór húsarhaldstól, sum brúka so lítla orku sum gjørligt.
Danir noyðast kortini at bíða eftir ES, sum ikki hevur
góðkent balgisku avgerðina enn.
Fíggingin ikki funnin
Grønlendska landsstýrið hevur skotið upp eina nýskipan á
pensjónsøkinum, men í gjár kom fram, at landsstýrið
hevur ilt við at finna ta neyðugu fíggingina til ta nýggju
skipanina. Aleqa Hammond, landsstýrismaður í almanna
málum, sigur, at 53 mió. krónur vanta í fíggingina. Hon
ásannar, at tað kann gerast neyðugt at hækka skattin, men
hin samgonguflokkurin, IA, er als ikki fegin um tað hug
skotið, sigur útvarpið í Nuuk.
- Vit samlast til
hugnaliga samveru
og prát í Norður
landahúsinum
klokkan 11 og vóna,
at grindaformenn,
varaformenn og
sýslumenn møta
fjølmentir. Sjálvur
aðalfundurin byrjar
klokkan 13.30, sigur
Ólavur Sjúrðarberg,
formaður í Grinda
mannafelagnum
Ársfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Grindamannafelagið fer
at halda ársfund í morgin.
Eins og undanfarin ár,
bjóðar felagið aftur í ár
øllum sýslumonnum,
grindaformonnum og øll
um varagrindaformonn
um til hugnaliga samveru,
áðrenn sjálvur aðalfund
urin byrjar.
- Vit samlast soleiðis í
Norðurlandahúsinum í
morgin klokkan 11, og vit
vóna, at grindaformenn,
varaformenn og sýslu
menn møta fjølmentir. Vit
vóna eisini at fáa eitt gott
og lívligt prát, nú hetta
høvið enn einaferð býðst,
sigur formaðurin í fel
agnum, Ólavur Sjúrðar
berg.
Aðalfundurin
Sjálvur aðalfundurin hjá
Grindamannafelagnum
byrjar klokkan 13.30 í
Norðurlandahúsinum, og
á hesum fundi fer formað
urin at leggja fram frá
greiðing felagsins í farna
ári.
Á skránni er eisini fram
løga av grannskoðaðum
roknskapi og val av tveim
um nevndarlimum og
trimum varalimum.
Sambært skránni, skal
grannskoðari eisini velj
ast, eins og limagjaldið
skal ásetast.
At enda á aðalfundinum
verða innkomin mál tikin
til viðgerðar, og at enda
verður høvið at tosa um
ymiskt, sum rørist innan
grindamannaøkið.
Fyrilestur
Eftir sjálvan aðalfundin
fer Jóan Pauli Joensen,
professari, at halda
fyrilestur um grindabýtið
fyrr, nú og við ábendingum
ella hugsanum um, hvussu
hetta kann skipast í
framtíðini.
- Vit vóna, at vit fáa eitt
gott og áhugavert prát um
evnið, sigur formaðurin í
Grindamannafelagnum,
Ólavur Sjúrðarberg.
Grindamenn
bjóða til árs-
fund í morgin
Grindamannafelagið bjóðar til hugnaliga samveru klokkan
11 í morgin, og klokkan 13.30 verður sjálvur aðalfundurin í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
nú so nógvir »bóltar« eru í
luftini í senn, sigur hann.
Veikari grundarlag
Jákup Sólstein er sera harm
ur um, at Atlantic Navigator
gevst í føroyskum sjógvi í
heyst, og hann gevur
Hanusi Hansen rætt í morg
un av tí, ið ført hevur verið
fram um, at politisku
signalini eru viðvirkandi til
avgerðina, sum nú er tikin.
- Surimi-verkætlanin er
ein ógvuliga kostnaðarmikil
verkætlan, og tað eru fleiri
viðurskifti, sum gera hesa
ætlan minni áhugaverda hjá
teimum, sum standa aftan
fyri hana.
Hann vísir á, at tað ikki
einans eru tey politisku
signalini, sum eru tyngj
andi, men eisini tann vøkst
urin, sum var í hýrunum
seinasta heyst, tá ið skipið
lá í fleiri vikur.
- Nýggju sáttmálarnir,
sum gjørdir vórðu við mann
ingarfeløgini, gjørdust
munandi dýrari enn teir, ið
vóru frammanundan, og
hetta hevur sjálvsagt tyngt
um raksturin av skipinum.
Jákup Sólstein sigur seg
ikki vilja hava »hangandi«á
sær, at manningin við
Atlantic Navigator nú tjenar
ov nógv, men heldur, at
neyðugt er at síggja veru
leikan í eyguni.
- Tað er eitt stórt tal av
fólki, ið skal lønast við tí,
sum kemur í last og tangar,
og tá ið hetta er ein
kostnaðarmikil vinna at
vera í, er torført at fáa
ætlanina at hanga saman –
og kasta av sær, ið sjálvandi
er málið hjá teimum, sum
reka skipið.
Formaðurin í Reiðarafel
agnum hevur eisini hoyrt
Hanus Hansen siga frá
einum fundi, sum hevur
verið í Fiskimálaráðnum.
- Hetta var ein fundur,
sum umboð fyri føroysku
og norsku eigararnir saman
við útlendskum fíggingar
umboðum høvdu við
embætisfólk í Fiski
málaráðnum. Sum eg havi
skilt, var landsstýrismað
urin, Bjørn Kalsø, ikki við
á hesum fundi.
Jákup vísir á, at umboð
ini fyri eigararnar og
útlendsku fíggingarstovn
arnar skiltu á føroysku
embætisfólkunum, at ætl
anin er at broyta reglurnar
fyri útlendskum eigaraparti
í føroyskum feløgum.
- Hanus hevur sagt, at pol
itisku signalini á hesum
fundi vóru, at útlendskur
eigarapartur í føroyskum
feløgum ætlandi skal minka
úr 33% niður í 20%.
Kvotuparturin
Jákup Sólstein vísir á, at
uppskotið um, at einki felag
skal kunna ráða yvir meira
enn 20% av einum
fiskaslagi í einum bólki, í
longdini kundi verið tyngj
andi
fyri
Atlantic
Navigator.
- Skipið fiskar av felags
kvotu, og vit vita, at niður
skurðir verða í heildar
kvotuni tey næstu árini.
Skipið skal helst fiska eini
60.000 tons av svartkjafti
um árið, um raksturin skal
hanga saman, og tá er ikki
vist, at 20% høvdu verið
ein nøktandi partur.
Formaðurin í Reiðarafel
agnum væntar, at skipið
longu um eitt ella tvey ár
hevði rent seg upp ímóti
hesum kvotuloftinum.
Sambært uppskoti lands
stýrisins, skulu tey feløg,
sum í dag veiða meira enn
2 0 %
av
k vo t u n i ,
framhaldandi kunna fiska
hesa nøgd, t.v.s. at tey longu
hava tryggjað sær søgulig
rættindi til ein størri
kvotupart.
- Vit eiga sum er eini
300.000 tons av svartkjafti
at býta millum øll skipini
hjá okkum sum veiða
svartkjaft, og alt bendir á,
at heildarkvotan fer at
minka.
Jákup Sólstein sigur, at
Atlantic Navigator bara hev
ur havt svartkjaftin at dúva
uppá, meðan onnur føroysk
nóta-og trolskip eisini hava
havt sild og makrel.
Láglønarskip
Formaðurin í Reiðarafel
agnum heldur, at ein annar
máti at styrkt grundarlagið
undir surimi-verkætlanini,
kundi verið partvís at havt
manning úr láglønarlond
um umborð á skipinum,
soleiðis at samlaði hýru
posturin kundi verið minni,
enn hann er í dag.
- Tað er ikki vist, at ein
slík verkætlan, sum krevur
so stórar íløgur, kann berast
í einum hálønarsamfelag
sum okkara, sigur Jákup
Sólstein.
u surimi-verkætlanina
Hann prýðir forsíðuna í føroyska Skipalistanum í ár, og
hann hevur verið okkara stoltleiki seinasta árið. Skjótt verður
føroyska flaggið vundið av stong, og skipið fer í Suðuuríshavið
at fiska krill, tá ið tað er umbygt til hesa veiði og framleiðslu
Mynd: Vilmund Jacobsen