Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti  n grenja í krókunum Vár um læknar Eg havi í mínum arbeiði mest havt við kommunulæknar at gera, og tað samstarvið hevur verið gott. Tað er umráðandi fyri heilsuverki, at teir ymsu fakbólkarnar hava gott samstarv. Vár um ítrótt Mær dámar væl ítrótt. Eg spældi nógv fóltbólt við AB, men eg eri B36’ari. Nú tapti B36 ímóti AB, og tað var einki serligt. Men um nakar nú skal vinna á B36, so kann eg best liva við, at tað er AB. Í fjør spældi eg við B36 old girls. at fólk fara. Vit grótu næstan hvørjaferð onkur doyði, og tá ið fólk blíva brádliga sjúk og doyggja, kann deyðin skaka teg, sigur Vár í Gong. – Í eldrarøktini fæst tú ofta við fólk, sum eru ússalig og kanska liggja til tað seinasta. Tá er okkara uppgáva at hjálpa teimum, so at alt verður virðiligt seinastu tíðina, og vit sita hjá teimum helt til endan. Nýggj uppgáva Vár í Gong hevur nú skift stavið í eldrarøktini út við eitt skrivstovustarv hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, har hon næstu árini skal virka sum forkvinna. – Eg havði ikki væntað, at eg fór at fáa so nógva umrøðu eftir valið. Tað var eg ikki rættiliga fyrireikað uppá, sigur hon. – Alt er nýtt fyri mær enn, og eg skal líka venja meg við nýggja starvið, men eg rokni við, at tað fer at ganga væl. Øll tann gamla nevndin í felag­ num hjá sjúkrarøktarfrøðingunum legði frá sær á seinasta vali, og spurningurin var tá reistur, um tað skuldi skiljast sum eitt misálit á nýggja formannin. – Tað var greitt væl undan aðal­ fundinum, at allir nevndarlimirnir fóru frá. Tá ið uppstillingarfreistin var úti, var eingin av nevndar­limu­ num í uppskoti til nevndarvalið, og hetta var áðrenn eg varð vald. Tí dugi eg ikki at síggja, at hetta hevur nakað við meg at gera, sigur Vár í Gong. – Tað er keðiligt, at eingin av teimum gomlu nevndarlimunum er eftir í nevndini, men vit hava fingið eina nýggja nevnd, sum uttan iva fer at virka væl. Eg fái eisini stóra hjálp frá hinum báð­um starvsfólkunum hjá okkum. Tey hava drúgvar royndir og kunnu seta meg inn í ymsu viðurskiftini, sigur Vár í Gong. – Nú verður uppgávan hjá mær so at betra um umstøðurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og eg fari at gera tað, sum eg kann, fyri at vit verða sjónlig, tikin við upp á rað og fáa gott samstarv við onnur í heilsuverkinum, sigur hon. Fakta Navn: Vár í Gong Aldur: 30 Bústaður: Tórshavn Familja: Gift við Johan Behrens. Tey eiga tvær døtur og ein son Útbúgving: Sjúkrarøktar­ frøðingur Starv: Forkvinna í Felag­ num Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar - Eg havi altíð havt áhuga í politikki og fakfelagspolitikki. Tá ið eg haldi, at okkurt skuldi verið gjørt øðrvísi ella betur, so spyrji eg altíð meg sjálvan, um eg kann gera nakað við tað ella ikki. Um eg einki kann gera við tað, so skal eg ikki ganga runt í krókunum og finnast at, sigur Vár í Gong Mynd: Jens Kristian Vang