Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 59 - 23. mars 2007 Við at umbyggja Atlantic Navigator kemur framleiðslan av krill-olju hjá Aker BioMarine í Suðuríshavinum fyrr upp á tey 500 tonsini, sum er málið tey næstu árini Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Norska fiskivinnublaðið Fis­karen hevur í vikuni grein um, at Atlantic Navi­ ga­tor fer at gevast í Før­oy­ um til heystar. Á forsíðu blaðsins er yvirskriftin »Røkke & Co sparker 200 på Færøyene« og í undiryvirskriftini verð­­ur lagt aftrat, at »Kjell Inge Røkke og de andre eierne av giganttråleren Atlantic Navigator har sagt opp mannskapet på 200 mann«. Í greinini verður tíð­inda­ brævið endurgivið, sum Hanus Hansen, stjóri í P/F Nærabergi, sendi fjøl­miðl­ unum fyrr í vikuni. - Høvuðsorsøkin til av­ gerðina er tann ótrygg­ leiki, sum valdar í før­ oysku fiskivinnuni í sam­ bandi við nýggju fiski­ vinnu­lógirnar, sum ætl­an­ in er at fremja í Føroyum. Tað er hesin ótryggleiki sum ger, at »satsingin« hjá Aker BioMarine í Før­ oy­­um, sum eigur 33% av surimi-verkætlanini, gerst trupl­ari. Í greinini í Fiskaren verð­­ur eisini víst á, at sam­ starvið millum JFK og Før­oya­grunn­in øðru­meg­in og Aker BioMarine hinu­ megin fer at halda fram í P/F Næra­bergi, og í løtuni verður mett um, hvussu hetta sam­starv skal verða í fram­tíðini. JFK og Norðoyagrunnur­ in eiga 67% av P/F Næra­ bergi og Aker BioMarine 33%. Dýr umbygging Aker BioMarine fer at yvir­­­taka Atlantic Na­­vi­ga­ tor, sum verður um­bygdur til veiði eftir krill og fram­ leiðslu av krill-olju í Suð­ ur­­ís­hav­inum. Íløgan í nýggju verk­ætl­ an­ina hjá Aker BioMarine verður um hálva miljard, men við at umbyggja At­lantic Navigator, kemur verkætlanin í Suður­ís­hav­ inum fyrr í gongd. Norðmenn halda, at íløg­ an, sum nú skal gerast í At­­lantic Navigator, er um­leið helmingurin av tí, sum eitt nýtt skip til hesa veiði og framleiðslu ann­ ars hevði kostað felagnum. Tí verður váðin eisini minni, um alt ikki skuldi ging­ið væl í Suður­ís­hav­ inum. Tá ið umbyggingin verð­ ur liðug í 2009, fer At­lantic Navigator at av­loysa skipið »Saga Sea«. - Á henda hátt kunnu vit koma upp á tey 500 tonsini av krill-olju eitt ár fyrr enn væntað, sigur Helge Midt­tun, deildarleiðari hjá Aker BioMarine við Fiskaren. Tunnil til Gjáar Eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum um at játta pening til kanningar í sambandi við ein tunnil millum Funning og Gjógv fekk yvirhøvur góða móttøku frá hinum flokkunum. Fleiri tingmenn vístu á, hvussu ofta vegasambandið til Gjáar er darvað av kava um veturin, og at bygdin harafturat hevur vinnuvirkir, sum hava tørv á betri sambandi. Eftir uppskotinum skulu 300.000 krónur brúkast til at kanna, hvar tunnil kann gerast. Útstykking liðug Leirvíkar kommuna hevur nú yvirtikið útstykkingina, sum partafelagið Byggitek hevur gjørt í Nýggjagerði. Í út­stykk­ ingini eru tólv grundstykki, og tey eru øll seld. Tað er klárt hjá eigarunum at fara undir at byggja, og seinni er ætlanin at hampa og asfaltera økið. Kommunan skrivar á heima­ síðuni, at tað er framvegis bíðilisti eftir grundstykkjum, og í løtuni arbeiðir bygdarráðið við at keypa lendi í Fløtugerði til at stykkja út. »Røkke & Co sparker 200« Norska fiskivinnublaðið Fiskaren skrivar í hesi vikuni um avgerðina hjá P/F Nærabergi at taka Atlantic Navigator úr Føroyum Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað er í lagi, at broyt­ingar verða framdar á fiski­vinnu­ økinum, har slíkar eru neyðugar, men vit halda, at friður eisini má valda, soleiðis at menn, sum reka vinnu, vita, hvat teir hava at halda seg til. Tað er eingin loyna, at stórt órógv er í vinnuni í løtuni, nú so nógvir »bóltar« eru í luftini í senn, sigur Jákup Sólstein Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hann prýðir forsíðuna í føroyska Skipalistanum í ár, og hann hevur prýtt føroyska fiskiskipaflotan seinasta árið sum avloysari hjá Nærabergi, sum fór úr flotanum. Skipið hevur verið okkara stoltleiki, og vit hava kunnað sagt, at hann telist millum størstu skip í Norðuratlantshavi. Eitt skúlaskip hjá mongum føroyskum ungdómi, sum valdi at søkja sjógvin. Men nú alt sá betri út við nógv størri framleiðsluorku og einum munandi betri skipi – og vit bíðaðu eftir, at reiðaríið fór at fortelja okk­ um, at nú hekk verkætlanin saman, bórust óvæntaðu tíðindini: »Atlantic Navigator gevst í Føroyum«. Harmur formaður Ein av teimum, sum er ógvuliga harmur um, at Atlantic Navigator gevst til heystar, er formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, sum sjálvur starvast á skrivstovuni hjá JFK-Troli í Klaksvík. Í vikuni hevur Føroya Reið­arafelag fundast um nýggju fiskivinnulógirnar, sum eru lagdar fyri løg­ tingið – og tær, sum enn bara eru í stoypiskeiðini. Jákup Sólstein hevur ikki hug at siga nakað serligt um fundin, tí ætlanin er at hava fleiri fundir um ætlaðu broytingarnar. - Í komandi viku fara vit at tosa við onnur feløg, eitt nú felagið Trolskip, felagið Línubátar og Føroya Ráfiskakeyparafelag um viðurskiftini. Hann sigur, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hev­ur kallað Føroya Reið­ arafelag til fundar av um­røða viðurskiftini, men fundur verður ikki við landsstýrismannin, fyrr enn feløgini saman hava umrøtt viðurskiftini. - Feløg hittast til innanhýsis fundar týsdagin, og síðan er ætlanin at hava ein felagsfund mikudagin, sigur Jákup Sólstein. Hann heldur, at fundurin við landsstýrismannin tí í fyrsta lagi verður mikudagin ella hósdagin. Órógvandi signal - Í uppskotinum hjá lands­ stýrinum, sum nú liggur í vinnunevndini, er eitt nú talan um, at einki felag kann eiga meira enn 20% av einum fiskaslagi í einum skipabólki. Hann vísir á, at lands­ stýrið eisini hevur aðrar broytingar í stoypiskeiðini á fiskivinnuøkinum, og hesar hava eitt nú verið til um­mælis í fiski­vinnu­ ráðnum. - Í málinum, sum enn ikki er lagt fyri tingið, er eitt nú ætlaða broytingin um tíðaravmarking av rættindum til veiðiloyvini, har hesi skulu kunna sigast upp og seljast útaftur. Jákup Sólstein heldur, at ov lítið gjøgnumskygni er í hesum uppskotum, sum ilt er at meta um avleiðingarnar av, um tey verða sett í verk. - Tað er í lagi, at broytingar verða framdar á fiskivinnuøkinum, har slíkar eru neyðugar, men vit halda, at friður eisini má valda, soleiðis at menn, sum reka vinnu, vita, hvat teir hava at halda seg til. Tað er eingin loyna, at stórt órógv er í vinnuni í løtuni, Politisku signalini søktu