Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 6 Hon steig mitt í tí heila út á al­menna pallin í Føroyum, tá ið hon herfyri gjørdist for­kvinna í fak­felagnum hjá sjúkrarøktar­ frøðingunum. Ofta er ímyndin av einum fakfelagsbossi eitt fólk, sum er komið eitt sindur upp í árini, men undantøkini eru sjálvandi, og nýggjasta fakfelagsforkvinnan er bert 30 ára gomul. – Eg havi altíð havt áhuga í politikki og fakfelagspolitikki. Tá ið eg haldi, at okkurt skuldi verið gjørt øðrvísi ella betur, so spyrji eg altíð meg sjálvan, um eg kann gera nakað við tað ella ikki. Um eg einki kann gera við tað, so skal eg ikki ganga runt í krókunum og finnast at, sigur Vár í Gong. – Eg vil heldur bjóða meg fram at hjálpa ella betra um nakað, og tað havi eg eisini gjørt í hesum føri. Ikki øll hætta sær at stilla seg fram á hendan hátt, men eg havi valt at fara allan vegin, sigur hon. Og tað merkir, at hon skal skifta sítt starv í eldrarøktini út við eitt skrivstovustarv hjá fakfelagnum. Hon skal nú stilla seg fremst at stríðast fyri sjúkrarøktarfrøðingum og teirra áhugamálum. – Gjøgnum alt lívið møta fólk sjúkrarøktarfrøðingum, og sjúkrarøktarfrøðingar hava ein týðandi leiklut í samfelagnum. Tí skulu vit eisini koma meira fram við okkara hugsanum og meiningum. Vit skulu taka meira lut í kjakinum í samfelagnum og royna at vísa á okkara sjónarmið, sigur Vár. Stórar ambitiónir Vár í Gong er fødd og upp­ vaksin í Havn, gekk í barnaskúla á Argjum, og sambært henni sjálvari brúkar hon mestu tíðina í Havn. Hon er gift og eigur trý børn saman við manninum Johan. Sum 21 ára gomul fór hon undir útbúgvingina sum sjúkra­ røktarfrøðingur. – Eg helt, at tað ljóðaði sum ein spennandi útbúgving. Mín avgerð bygdi millum annað á, at tað er ein breið útbúgving, sum tú kanst brúka bæði heima og uttanlands, og tað eru góðir møguleikar at útbúgva teg víðari, sigur hon. – Eg hevði stórar ambitiónir við mínari útbúgving, men fólk hildu tað verða eitt sindur løgið, at eg so fór inn á eitt øki, sum fólk ikki halda verða tað mest spennandi – nevniliga eldrarøkt. Men eg haldi, at eldrarøktin er nakað av tí mest spennandi, sum tú kanst fáast við sum sjúkrarøktarfrøðingur, og tað er serliga har, eg havi starvast eftir lokna útbúgving, Deyðin kann skaka Vár hevur millum annað arbeitt fleiri ár á Lágargarði. – Arbeiðið á einum bústovni sum Láargarði hevur við sær, at tú kemur at kenna fólk væl. Tú kemur í samband við tey hvønn dag í langa tíð, og tað haldi eg verða spennandi. Tú verður góð við fólk, og tú kanst veruliga virka fyri, at tey hava tað gott og virðiligt ta seinastu tíðina, tey liva. Á einum stovni sum Lágargarði kemur tað javnan fyri, at fólk leggja árarnar inn eftir eitt langt lív. – Deyðin er ein partur av lívi­num, og tey, sum starvast í eldrarøktini, mugu góðtaka, Heldur fram í ljósið en Vár um veðrið Alt verður lættari, tá ið tað blívur ljósari í veðrinum. Eg búgvi mitt í Havnini og eri ikki so nógv uttanfyri Havnina, so tað kemur ofta fyri, at eg ikki lurti eftir veðurtíðindunum ella hugsi so nógv um tað. Men eg skal viðganga, at veðrið kann irritera meg við hvørt. Vár um javnstøðu Tað er alneyðugt fyri eitt fólkaræði, at tað er javnstøða. Yvirornað skal tað eitast, at vit hava javnstøðu, men tað er kanska ikki heilt so. Menn hava rátt í so langa tíð, og tað tekur tíð at broyta tað. Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Tá ið eg haldi, at okkurt skuldi verið gjørt øðrvísi ella betur, so spyrji eg altíð meg sjálvan, um eg kann gera nakað við tað ella ikki. Heldur enn at ganga í krókunum og finnast at, vil eg bjóða meg fram at hjálpa ella betra um nakað, og tað havi eg eisini gjørt í hesum føri, sigur Vár í Gong, sum hevur skift starvið í eldrarøktini út við formanssessin í fakfelag