Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 59 - 23. mars 2007 Á samkomu hós­ dagin handaði felags­ skapurin Kiwanis Rósan gávur til tríggj­ ar felagsskapir, sum allir hjálpa børn­um. Peningurin kemur ótrúliga væl við, tí hann opnar fyri møguleikum, ið annars ikki høvdu verið til PENINGAGÁVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kiwanis Rósan er stovnað 3. juni 1991, og er felagsskapur avleiddur av Kiwanis. Kiwanis er felagsskapur bert fyri menn, meðan navn­ in Rósan bert hevur kvinnu­ ligar limir. Men báðir hava sama aðalendamál, og tað er at hjálpa. Kiwanis Rósan er felags­ skapur, ið hjálpir serliga børn­ um í nærumhvørvinum. Tal­ an er um sjálvbodnan fel­ags­ skap, sum ongan al­mennan stuðul fær. Allur pen­ingurin, ið felagsskapurin letur, er tí fingin til vega við ymsum til­ tøkum, ið limirnir skipa fyri. - Sum nakað fast hava vit selt »skava-og-vinn« luta­seðlar á hvørjum ári, og um stutta tíð kemur eitt nýtt umfar av hesum seðlum út, sigur Marna Gásadal, ið er ein av teimum 17 limunum í Kiwanis Rósan. Annars savna tey pening á sama hátt sum aðrir felags­ skapir við eitt nú at skipa fyri bingo og øðrum. Ógvuliga takksom Á samkomuni handaði for­set­ in fyri Kiwanis Rósan, Elin Joensen, kekkar áljóðandi 20.000 kr. til tríggjar aðrar felagsskapir og stovnar. Fyrst fekk Kvinnuhúsið kekk, sum leiðarin, Elin Rein­ ert Planck, tók ímóti. Hendan gávan er serliga ætlað til innbúgv í kvinnuhúsinum, har tvey rúm eru innrættað til spælipláss hjá børnum. Ofta halda børn seg inni fyrstu tíðina, tey koma til okk­­ara. Tað kunnu vera børn av bygd, sum ongan kenna, og tí hava stóran tørv á at verða aktiverað í hús­ inum. Kiwanis (altso mann­ fólkafelagsskapurin, blm.) hevur latið hópin av leikum, og við hesari gávuni kunnu vit keypa innbúgv til rúmini. Og tað er nakað, ið játtaða fíggjarætlanin ikki hevði megnað, sigur Elin Reinert Planck. Leiðarin í kvinnuhúsinum sigur, at tey hava millum 15 og 25 børn inni árliga, og tað slítur sjálvandi upp á alt. Tí er tað sera týdningarmikið og avbera kærkomið at fáa slíka peningagávu. Síðani fekk Foreldra­bólk­ urin somu upphædd hand­ aða. Foreldrabólkurin er deild undir Føroyafelag móti Krabbameini. Talan er her um foreldur at børnum við krabbameini. Viðgerðin betrað Tað finnast eini 40 ymisk sløg av krabbameini, men tey mest vanligu millum børn eru blóðkrabbi og krabbi í heilanum. Men viðgerðin í dag er so mikið góð í mun til fyrr, at nú verða eini 80% lekt. Summi verða ongantíð søgd heilt frísk at vera. Tey mugu læra seg at liva við ivanum alt lívið. Men tey liva, sigur Inga Vang, sum er forkvinna í foreldra­ bólkinum. Eins og Kiwanis Rósan stendur Føroyafelag móti Krabbameini ikki á nakrari fíggjarlóg, og harvið held­ur ikki undirdeildin For­eldra­ bólkurin. Men eisini tey royna sum frægast av savna pening inn til sítt arbeiði, sum fyri størsta partin er at hjúkla um børnini við eitt nú útferðum og líknandi. Hendan serliga deildin undir Føroyafelag móti Krabba­meini varð stovnað í 2001, og hevur verið virkin síðani. Næst á skránni hjá undirdeildini stendur skeið, ið er ætlað systkjum at børn­ um við krabbameini. Til tess at savna pening hava tey skipað fyri ymsum tiltøkum, og serliga kann nevnast jólakort sølan í fjør. Tað var kendi listamaðurin Tróndur Patursson, ið hevði teknað kortið og latið tað ókeypis til felagsskapin. Eingin útgerð finst í Før­ oy­um at viðgera krabba, og tí mugu allar viðgerðir eins væl og eftirviðgerðir fara fram uttanlands, helst í Danmark. Í meðan fáa 1-2 børn í Føroyum krabba um árið. Tað var lítla Elsebeth Krist­ ina Mohr Vang, ið saman við mammuni, Ingu, tók ímóti kekkinum. Bar ikki til uttan hjálp Seinasta gávan varð eisini latin Føroyafelag móti Krabba­meini. Í hesum før­in­ um var talan um nýtt tiltak, ið felagið fór undir í fjør heyst, og sum vendir sær til børn við krabbasjúkum foreldrum. Hetta er átak, ið verð­ur skipað av einum sálar­frøð­ ingi, og umfatar børn úr 1. flokki upp til 18 ára aldur. Og heldur ikki í hesum førinum er neyðugt at siga, at gávan, sum forkvinnan í Føroyafelag móti Krabbameini tók ímóti, kemur meiri enn væl við. Felags fyri allar móttakarar av peningagávunum frá Kiw­ anis Rósan er eitt ómetaligt takksemi, og øll trý umboðini vóru rørandi samd um, at uttan slíka stórfingna hjálp bar arbeiðið als ikki til. So tað vóru glað og takk­ som umboð, ið kundu fara aftur til sínar felagsskapir, 20.000 kr. betri fyri hvør. Føroya Væl nevnd Tann 19. februar hevði Føroya Væl, veljatafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy aðalfund, og nú hevur nevndin, sum varð vald tá, skipað seg. Bjarti Thomsen er formaður, Hans Albert Hansen næstformaður, Annfinn Brekkstein kassameistari, Líggjas Høgnesen skrivari, og Jakob Holm er nevndarlimur. Nýggja nevndin sigur, at hon fer at virka fyri, at kynini verða javnari umboðað á valevnislistanum hjá Sambandsflokkinum. Stevna fyri ung Um vikuskiftið verður stevnan Ung í Føroyum Eystur hildin í skúlanum á Glyvrum. Har fara 24 ungfólk í aldrinum millum 13 og 18 ár at luttaka á trimum verksmiðjum, har undirvíst verður í tónleiki, dansi og myndlist. Stevnan byrjar seinnapartin í dag, fríggjadag, kl. 16 og endar leygardagin kl. 17. Tá fáa fólk høvi at vitja verksmiðkurnar og at síggja, hvat er komið burturúr. Næsta vikuskiftið verður Ung í Føroyum Suður í Vági. Kiwanis Rósan handar kekkar: Gávan kemur ómetaliga væl við Kiwanis Rósan er sjálvboðin felagsskapur, hvørs enda­ mál er at hjálpa og stuðla í nærumhvørvinum, at gera mun í samfelagnum. Ein og hvør kvinna, ið tekur undir við skrá felagsins, kann gerast limur. Kiwanis Rósan hevur gjørt av, at forseti situr í eitt ár, og sitandi forseti velur komandi forseta. Felagsskapurin hevur í løtuni limafundir 14. hvønn dag skiftivís heima hjá limunum. Kiwanis felagsskapurin var upprunaliga stovnaður í august 1914 í USA, og hevur síðani breitt seg um allan heimin FAKTA Elin Joensen, forseti í Kiwanis Rósan, Elin Reinert Planck frá Kvinnuhúsinum, Inga Vang, formaður i foreldrabólkinum, Jansy Gaardlykke, formaður í Føroyafelag móti Krabbameini og fremst Elsebeth Kristina Mohr Vang, ið tók ímóti kekkinum vegna foreldrabólkin Mynd: Jens Kr. Vang