fríggjadagur 23. mars 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
skaðin ikki forðaði mær, sigur
Jens Martin.
Ætlar ikki at gevast
enn
Jens Martin er ein partur av
hópinum hjá NSÍ aftur í ár, og
hann hevur enn ikki nakrar
ætlanir um at gevast.
- Eg spæli so leingi, sum eg
havi hug, og eg eri førur. Eg havi
enn øgiliga góðan hug til at
spæla. Vit hava eisini gjørt nakrar
likamligar royndir, og eg havi
heilt góð tøl at vísa á, sigur Jens
Martin, sum tó ásannar, at tað er
ikki eins lætt, sum tá ið hann var
ungur.
– Eg havi konu og børn, og um
tey ikki vóru so tolin, so hevði tað
ongantíð borið til. Eg skal eisini
venja eyka nú fyri at kunna fylgja
við hinum, sigur hann, sum eisini
fæst við mangt annað enn at
spæla fótbólt.
Hann er ítróttarvenjari í skúl
anum í Runavík. Eisini er hann við
í ætlanini at gera innaduravøll
í Skálafirði. Umframt alt hetta,
venur hann ungar málverjar
kring alt landið. Jens Martin
heldur eisini, at venjarayrkið er
ein gongd leið, tá ið hann verður
liðugur sum virkin fótbóltsleikari.
– Eg havi tikið neyðugu skeiðini
í Føroyum, og eg kundi heilt vist
hugsað mær at verið venjari. Tað
kann tað sama vera næsta ár sum
okkurt annað ár, sigur hann.
Nógvir góðir ungir
málverjar
Jens Martin venur málverjar
kring alt landið, og hann sær sera
nógvar evnaríkar malverjar kring
landið. Tað eru nógvir útlendskir
málverjar í Føroyum. Tó heldur
Jens Martin ikki, at teir eru betri
enn teir føroysku.
– Tendensurin við útlendskum
málverjum er kendur eisini í
londunum rundan um okkum. Vit
halda, at fremandir málverjar
eru betri, hóast veruleikin ofta
ikki er so. Eg haldi, at støðið á
málverjum í Føroyum er nógv
hægri, enn støðið á útileikarum,
sigur Jens Martin.
– Tað eru fleiri ungir evnaríkir
málverjar, sum vit skulu halda
eyga við. Eg vil ikki nevna nøkur
nøvn, men málverjarnir hjá U-19
og U-21 landsliðnum eru ótrúliga
góðir. Framtíðin við føroyskum
málverjum sær góð út, sigur Jens
Martin Knudsen at enda.
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Føddur 11.06.67
Giftur við Maibritt
Eiga 4 børn saman
Spældi fyrstu ferð á besta
liðið í 1983 sum 16 ára gamal
Fakta
Jens Martin
Knudsen
Jens Martin um trúgv
- Eg eri uppvaksin við, at trúgv er ein persónligur
heimur. Tað rákið er broytt nú, og vit síggja meira um
Bíbliur og annað. Eg havi meira virðing fyri Bíbliuni
enn einum vanligum vikublaði. Eg vil siga, at eg eri
moderatur trúgvandi. Tá ið alt kemur til alt, so er tað
ein støða millum teg og Gud.
Jens Martin um hondbólt
- Eg havi spælt hondbólt. Eg gjørdi eisini fimleik, og í
veruleikanum dámdi mær nógv betri hondbólt og fimleik
enn fótbólt, og eg fekk tilboð frá Kolding at koma at spæla
hondbólt við teimum. Hondbóltssambandið datt tó niðurfyri í
1989, og tá vóru ikki so nógvar avbjóðingar. Samstundis hendi
nógv innan fótbóltin, og soleiðis valdi tótbólturin valdi seg
sjálvan.
til topphúgvuna
- Eg spæli so leingi, sum eg havi hug, og eg
eri førur. Eg havi enn øgiliga góðan hug til
at spæla, sigur 39 ára gamli Jens Martin
Knudsen, sum fer at spæla aftur í ár