Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 23. mars 2007 15 tíðindi Fólkini handan avstralsku alnet­ útvarpsstøðina Dark Cloud Radio kalla fløguna hjá føroysku Sic ein varða í tung­málmssøguni, men eisini í Suður Amerika fær bólk­ urin fram­úrskarandi ummæli, eins og hann fær her heima Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Síðan Sic herfyri gav fløg­ una Pandemonium út, hevur bólkurin veruliga havt undanvind. Í før­oysk­ um miðlum hevur fløgan fingið avbera góð ummælir og herfyri bóru vit tíðindini um, at avstralska alnet­ útvarpsrásin Dark Cloud Radio spældi tónleik hjá Sic í sendingini Aussie Invasion. Tónleikastøðin, ið leggur seg eftir at spæla tungmálm, hevur fingið heilt gott eyga á Sic og teirra tónleikur er nú javnan at hoyra á støðini. Fólkini handan Dark Cloud Radio hava eitt fe­lag Dark Kloud Promo­ tions, ið virkar fyri at stuðla undir teir bólkar, ið tey meta vera serliga spenn­ andi. Hvønn mánað verður ein bólkur valdur, til “bólkin henda mánaðin”. Sjálvir siga teir á myspace profili sínum myspace. com/dkpromotions: - Vit eru ikki her fyri at vinna pening, vit vilja bara kunna um teir óheftu bólk­ arnir, ið hava uppiborið at koma fram. Eini varði í tung­ málmssøguni Myspacesíðan hjá Dark Kloud Promotions er hend­ an mánaðin nógv merkt av, at Sic er “bólkurin hendan mánaðin”. Við fýra løgum hjá Sic, hópin av myndum og orðum. Dark Kloud Promotions lýsir fløguna hjá SIC soleiðis: “Í september 2006 fór Sic inn í sjúka og av­skepl­ aða heimin hjá tónleika­ framleiðaranum Tommy Hansen í Jailhouse Studios í Danmark. Teir 15 dagarnar, ið Sic brúktu til upptøkurnar av teimum 13 løgunum á fløguni, vóru ein ferð fyri lívið. Saman við Tommy góvu teir alt og meira enn tað og skaptu eitt meistaraverk – ein varða í tungmálmssøguni. Við útgávuni av Pande­ mon­inum!, hevur SIC skapt eina nýggja byrjan, eina nýggja era.” 8,8 av 10 møguligum Men tað er ikki bert í Før­ oyum og Avstralia, at Sic fær góða móttøku. Eisini í Peru í Suður Amerika er áhugi fyri Sic. Spansk­ mælta alnetstíðaritið og útvarpsstøðin Rockum, ið virkar úr Peru og hevur t u n g m á l m s­ t ó n l e i k a ­ fjepparar sum málbólk, ummælir á heimasíðu síni fløguna Pandemonium. Hon fær 8,8 av 10 møgu­ ligum í karakter. Samanbornir við Cavalera Rockum samanber út­gáv­ una við bólkar sum Sevendust (í teirra bestu árum), Machine Head, Slip­knot, Glassjaw og tón­ leikin hjá Max Cavalera, í døgunum har hann gjørdi Roots við Sepultura og tey fyrstu árini í Soulfly. Henda síðsta samanbering er ótrúliga sterk, at fáa í Suður Amerika av tí, at brasilumaðurin Max Cava­ lera uttan iva er størsta stjørnan og mest virdi lista­ maður í hesin heimspartur hevur fostra innan rokk­ tónleik. Rockum fer so langt sum at siga: “Mikkjal fangar og dag­ førur ein stíl, ið er á støði við sangararnar í hesum bólkum.” Sera professionelt Um tónleikin verður sagt, at fløgan hevur orkuna av ný-málmi, tó kanska við smálutum, ið eru meira radikalar og sterkar enn vanligt. Løgini, ið Rockum tekur fram sum tey bestu eru: Reach Inside, To Dare to Risk To Regret og Keep It to Yourself. Húsin fær eisini góð orð við á vegnum, og niður­ støðan hjá Rockum er: “Tað tykist, sum limirnir í Sic hava gjørt alt við stórari professionalismu, hetta hava teir nógv rós uppiborið fyri. Lat okkum geva teimum møguleika fyri, at koma við tónleiki sínum til Latín Amerika, leitað eftir teimum, lurtað eftir teimum...” Annað í væntu Sambært tungmálms­bólk­ inum eru fleiri onnur áhuga­verd ting fyri framm­ an, og at hesi skjótt fara at koma fyri ein dag, men tað skilst, at bólkurin er í sam­ band við fleiri aðrar út­varpsstøðir kring heimin. Fyri Sic er hetta møguleiki fyri at koma nærri dreym­ inum um eitt altjóða gjøg­ numbrot. Fyri ein bólk, ið liggur á einum so smølum marknaði sum Sic, er tað alneyðugt at fáa so nógv sambond kring heimin, sum til ber. Tí marknaðurin um heimin er als ikki lítil. følskum m Sic bergtekur í trimum heimspørtum eina fakliga baggrund, sum lækni og sjúkrarøktar­frøð­ ingur, tí hetta eru tey stóru fakøkini á sjúkrahúsinum. Á fleiri donskum sjúkra­ húsum eru tey farin at kalla heilsufakligu medstjórarnar í ovastu leiðsluni fyri vara­ stjórar ella einans ”stjóri”, til tess at signalera, at hesir stjórarnir ikki einans skulu taka sær av egnum fakøki, men uppgávan er at virka sum leiðsla fyri øll á sjúkra­ húsunum. Tað er tann breiða kompetansan í ovastu leiðsluni, sum er týdn­ing­armikil. Undir sjúkrahúsleiðsluni er stovnurin skipaður í depl­ ar, við einum leiðandi yvir­ lækna og einum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi í hvørjum depli. Við tilvísing til sjúkrahúsleiðsluna er tað leiðandi yvirlæknin, sum hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í deplinum. Afturat sær í leiðsluni hevur hann ein leiðandi sjúkrarøktar­frøð­ ing. Fyri mær er als ikki nøkur orsøk til at broyta leiðslu­skipanina á Lands­ sjúkrahúsinum. Hetta var uppi at venda, beint eftir at eg hevði tikið við sum landstýrismaður, og nýggjur læknastjóri skuldi setast fyri virkandi læknastjóran, sum vildi sleppa frá. Tá varð hetta við leiðslu­ bygnaðinum viðgjørt longi, væl og gjølla. Mín niður­ støða tá var púra greið, at halda fast um leiðslu­ skipanina, tó við at gera leiðandi ”forstjóra”-støðuna hjá sjúkrahússtjóranum enn týðiligari. Hetta er ein politisk avgerð, soleiðis verð­ur tað, og at ein yvir­ lækni sum Jákup Petersen fer út í opið alment kríggj bæði móti tí politiska og fyrisitingarliga myndug­leik­ an fyri at undirgrava hesa avgerð, er harmiligt. Hinvegin kundi tað helst verið skilagott, at skapt ein betri leiðsluligan saman­ hang millum tey 3 sjúkra­ húsini í Føroyum – t.d. gjøg­ num funktiónsberandi eindir, sum Trivnaðar­ nevndin eisini skeyt upp í áliti sínum í smb. við tað nýggju sjúkrahúslógina. Endi Jákup Petersen er ikki hvør sum helst. Sum yvirlækni í sjúkrahúsverkinum hevur hann ein leiðandi leiklut, og tá eisini ein serstaka ábyrgd. Eisini tá hann fer út í fjølmiðlarnar á henda hátt. Tað er sera torført at skilja, hvat Jákup Petersen, yvir­ lækni, roknar við at fáa burturúr at niðurgera alt tað føroyska sjúkrahúsverkið, sítt egna arbeiðspláss, sína egnu leiðslu og heilsu­polit­ iska myndugleikan við, við hesari villleiðandi og ósannu skrivingini. Tað er í hvussu so er ikki nakað, sum betrar um støð­ una hjá føroyska sjúk­ling­ inum og sjúkrahús­verk­ inum. Jakup Petersen Fakta Munur Danmark 96 53 43 Føroyar 3 3 0 Ísland 27 3 24 Grønland 16 16 0 Finland 340 72 268 Áland 3 1 2 Svøríki 97 80 17 Íalt 582 228 354 Kelda: Nordic Statistical Yearbook, 2006 Viðm.: Jákup Petersen hevur eingi tøl fyri tal av sjúkrahúsum í Noreg, men har eru sambært kelduni 45 sjúkrahús. Nýggjan formann Í Grønlandi hevur Fiskivinnuráðið fingið nýggjan formann. Reglurnar siga, at ráðið skal hava nýggjan formann á hvørjum ári, og á ársfundinum í gjár bleiv John Bielmanm valdur til formann hetta næsta árið. Hann umboðar KNAPK. Næstformaður er Jens K. Lyberth, sum umboðar arbeiðs­gevara­felagið. Fiski­ vinnu­ráðið, sum feløgini í fiskivinnuni manna, er ráðgevandi myndug­leiki hjá landsstýrinum fiskivinnu­spurningum.