Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 14 Keypmannahavn: Á sumri í 1974 kemur ein prúð sýrisk kvinna úr einum flogfari í Kastrup. Maður hennara hevur arbeitt í Danmark í nøkur ár, og nú hevur hon gjørt av at fylgja honum. Við sær hevur hon fimm smábørn. Unga sýriska familjan verður við eitt tikin á bóli. Tryggu karmarnir í bygdini í Syria eru við eitt eygnakast skiftir út við eina íbúð á Istedgade. Porno er júst givið leyst í Dan­ mark, og hetta merkir sýrisku familjuna alt fyri eitt. Uttan fyri íbúðina ganga skøkjur og mala, meðan sexhandlar stinga upp sum hundalond í grannalagnum. Elstur í sýriska systkinaflokkinum, sum veksur upp á Istedgade, er tann 11 ára gamli drongurin við fornavninum Naser og eftirnavninum Khader. Lítið veit smádrongurin, at hann góð 30 ár seinni vendir tilveruni hjá donsku kvinnuni og løgfrøðinginum, Bente Dalsbæk, á høvdið. Líverjar alt samdøgrið Tað er ikki hissini, Bente Dalsbæk hevur verið noydd at tillaga seg, síðani hon hitti og fall fyri kenda og umstrídda politikaranum, Naser Khader, fyri góðum fýra árum síðan. Í Danmark hava øll eina hugsan um mann hennara. Naser Khader er ómetaliga væl lýddur millum danir, meðan nógvir av muslimsku innflytarunum ikki torga hann. Hetta kemst av, at hann ikki verður mettur at vera ein rætt-trúgvandi muslimur. Størsta kollveltingin hjá Bente Dalsbæk hevur uttan iva verið, at maður hennara – og harvið familjan - seinasta árið hevur verið undir neyvum eftirliti alt samdøgrið av tveimum PET-løgreglumonnum. Undir Muhamed-kreppuni hevði Naser Khader fleiri útsagnir, sum ikki fullu í góða jørð hjá stórum pørtum av meira víðgongdu muslimunum í Danmark, og úrslitið varð, at hann bleiv hóttur eftir lívinum. Hesin veruleiki tykist kortini ikki at nerva hendan mánadagin, Sosialurin hittir Bente Dalsbæk á einari hugnaligari café við Nørreport í Keypmannahavn. Her situr ein lívsglað, humoristisk og skilagóð kvinna yvir av mær. – Hvørja ferð, vit fara til hand­ils í Fakta ella fara ein túr í biograf, hava vit tveir eftir­ lits­menn rennandi í hølunum á okkum. Hjá vanligum fólki má hetta kennast ein margháttlig støða, men tað er so okkara veruleiki. Alt, sum vit gera, skal leggjast gjølla til rættis og hetta drepur sjálvandi allan spontanitet í einum parlagi, fo­rtelur Bente Dalsbæk álvar­som, meðan hon festir sær í eina Marlboro sigarett. Ónormala normalt Við veipandi ørmum er Bente Dalsbæk júst byrjað at greiða mær frá, hvussu tað ávirkar hana at vera undir eftirliti, tá hon er saman við sínum næstu. Men so steðgar hon brádliga. Hon reisir seg og fer yvir til eina kvinnu, sum hon innarliga klemmar. Kvinnan er systir Naser Khader, sum eftir øllum at døma arbeiðir á café´ini, vit sita í. Tær tykjast at vera rættiliga væl. – Ja í byrjanini missir tú álitið á øðrum fólkum og er altíð á varðhaldi. Men so løgið tað ljóðar, so hava vit menniskju tann eginleika, at vit kunnu laga okkum eftir umstøðunum. Eg havi onkursvegna vant meg við, at tað ónormala er blivið normalt, sigur hon smílandi. Svigarinnan hjá Bente Dalsbæk setur tvey gløs av te framman fyri okkum. Samstundis spyrji eg hana, hvussu hon mentalt lagar seg til støðuna at vera undir støðugum eftirliti. Hon fær sær ein stóran slurk av te og svarar: – Romantikkurin í einum parlagi hvørvur sjálvandi, tá tú altíð er noydd til at hava tvey eftirlitsfólk við tær. Vit bæði kunnu jú ikki fara út einsamøll at eta uttan at tveir løgreglumenn eisini mugu bíleggja borð tætt at okkum. Mín speiski humor hjálpir mær kortini væl. Eg argi javnan PET-løgreglumenninar, áðrenn vit fara í biograf, um teir nú hava sæð henda filmin 17 ferðir, sum eg og Naser ætla at síggja, tí so kann eg gott velja ein annan film. Tann hollendski tinglimurin, Ayan Hirsi Ali, nevndi einaferð, at tað er ein framíhjárættur at vera undir eftirliti. Henda útsøgn setir eisini okkara støðu í eitt nýtt Lívið er undir eftirliti Bente Dalsbæk um Naser Khader Eg hámeti hann, og eri ómetaliga errin av honum. Eg gevi honum kortini ikki blindan loyalitet. Hann skal nokk fáa at vita, tá hann fer um mark. Hann er ógvuliga djarvur, og eg eri errin av at hava so djarvan mann, og at børnini hava so djarvan pápa. Bente Dalsbæk um feminismu Tíðin er búgvin at skapa eina nýggja feminismu. Feminisma skal ikki vera eitt ljótt orð, men heldur eitt aðalmerki. Vit skulu rætta teimum kvinnununum eina hjálpandi hon, sum vit gloymdu í allari ferðini. Javnstøða millum kvinnur skal vera snúningspunktið í nýggju feminismuni, har vit stuðla hvørji aðrari, sama hvørjum landi, vit koma úr. Tilveran hjá donsku kvinnuni, Bente Dalsbæk, er ikki sum hjá kvinnum flest. Orsaka av hóttanum hevur maður hennara, Naser Khader, lívverjar alt samdøgrið. – Ja í byrjanini missir tú álitið á øðrum fólkum og er altíð á varðhaldi. Men so løgið tað ljóðar, so hava vit menniskju tann eginleika, at vit kunnu laga okkum eftir umstøðunum. Eg havi onkursvegna vant meg við, at tað ónormala er blivið normalt, sigur Bente Dalsbæk, sum kemur til Føroya fyrst í apríl mánað Samrøða Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com