Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 59 - 23. mars 2007 tíðindi Tað var læruríkur hálv­urannar tími fyri áhoyrararnar, ið høvdu leitað sær niðan í SMS hós­kvøldið at lurta eftir fyri­ lestrum í sam­bandi við íverk­setaraátakið, ið er húsunum í hes­ um døgum.Vinnu­ málaráðharrin, um­ boð fyri vinnu­felags­ skapir og vinn­una greiddu áhoyr­arunum frá, hvat skal til fyri at seta á stovn egið virki ÍVERKSETAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær upp í kaffibarrina Baresso hóskvøldið, har fleiri áhugaverdir fyrilestrar vóru á skránni. Nokk so passandi var tað landsstýrismaðurin í vinnu­ málum, Bjarni Djurholm, sum legði fyri. Síðani greiddi Kitty May Ellefsen frá íverksetara­døg­ un­um meiri generelt, áðrenn umboðini fyri vinnuna fingu orðið. Fyrst av hesum var Guðr­ un Rógvadóttir frá snið­gev­ ara­fyritøkun i Guðrun og Guðrun. Hon greiddi frá, hvørjar trupulleikar tær mátti dragast við, tá tær byrjaðu fyri seks árum síðani. Tær byrjaðu í tí smáa, og máttu gjøgnum eina rúgvu av forð­ ingum, áðrenn tær komu hartil, sum tær eru í dag. Guðrun vísti á tað gleðiliga í, at tað tykist, sum um ung­ dómurin í dag er komin eitt fet víðari enn tær vóru fyri seks árum síðani. Eg var komin á universit­et­ ið, áðrenn eg helt meg framat at tosa í almennum høpi. Tí var tað gleðiligt at síggja tey ungu í dag leggja fram teirra virkisætlanir á palli púra frítt. Og tá eg spurdi: Hvat nú, um tit skuldu presentera tykkara fram­leiðslur á enskum, var svarið: No problem. Og tað er flott, segði Guðrun Rógva­ dóttir. Kendi sniðgevarin vísti á, at tað er neyðugt hjá fyri­ tøkunum at ávirka karmarnar soleiðis, at karmarnir laga seg til fyritøkurnar og ikki øvugt. Hon helt eisini – og tað vísti samansetingin av luttakandi bólkunum í Ungt Virki eisini – at kvinnur enn í alt ov stóran mun halda seg aftur, og heldur enn at bjóða seg fram skumpa í hesum førunum dreingirnar fram. Sum dømi nevndi hon, at bert ein av teimum 18 lut­ takandi bólkunum var reint kvinnuligur. Hinvegin helt hon, at tað var positivt, at føroyingar eisini hugdu at øðrum enn fiski. framtak.fo stuðlar stórum og smáum Gloria Kalsø er forkvinna í framtak.fo, tað, ið áður nevndist Framtaksgrunnurin. Hon gav eina sera áhuga­ verda frágreiðing um, hvussu framtak.fo virkar og stuðlar. Í stuttum kann sigast, at grunnurin sum ílegg­ing­ar­ grunnur ger íløgur í vinnuna, antin sum partapðening ella sum lán, og síðani, tá við­komandi virki hvílir á einum tryggum grundarlagi og ber seg, selur grunnurin síni partabrøv fyri síðani at nýta vinningin – og uppruna partapeningin – til íløgur í aðrar fyritøkur. Talan kann vera um nýggjar fyritøkur ella fyritøkur, ið vilja royna nýggjar leiðir, og nýtast kapitalhækking til tess at menna felagið til ávís átøk. Eitt aðalendamál hjá grunn­inum er at menna og fjøltátta viknnulívið til gagns fyri samfelagið. Framtak.fo kann tó bert vera minnilutaeigari í fyri­ tøkunum, men fáa nevnd­ar­ lim, sum ety royna at velja á ein slíkan hátt, at við­ kolmandi kann tilføra fyri­ tøkuni vitan alt eftir, hvør fyritøkan er. Gloria Kalsø upplýsti, at grunnurin setur partapening ella veitir lán til stórar eins væl og smáar fyritøkur. Størsta íløgan er í Smyril Line, har framtak.fo eigur um triðing av partapeninginum – beint omanfyri 70 mió. kr. – og minsta liggur um 300- 400.000 kr. Hon upplýsti eisini, at um­søkj­arin má duga at selja seg til grunnin, eitt nú við neyvari frágreiðing um verkætlanina, bæði fíggjar­ liga og praktiskt. Vinnufeløg hjálpa Jan Mortensen frá Vinnu­ húsinum og Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum í Klaks­vík hildu eisini fyri­ lestr­ar, Jan um hvussu Vinnu­húsið kundi vera til hjálpar hjá íverksetarum, og Rani hvussu nýggja Íverk­setarahúsið í Klaksvík higartil hevur virkað. Jan Mortensen greiddi frá, at Vinnuhúsið í mestan mun kann vera til hjálpar í praktiskum spurningum, eitt nú viðvíkjandi sáttmálum á ar­beiðsmarknaðinum og dag­ligum forðingum sum av­greiðslu á Toll- og Skatt ella góðkenning av Heilsu­ frøðiligu Starvs­stovuni. Vanliga skal ein fyritøka vera limur í Vinnuhúsinum fyri at njóta ágóðan, ið hetta hús kann bjóða, men sum ein serlig hjálp til nýstovnaðar fyritøkur stendur teimum í boði at vera limir ókeypis, og harvið at kunna njóta teir fyrimunir, ein slíkur lima­skapur gevur. Eitt nú á teimum mongu ymisku Fyrilestrarrøð á Baresso: Íblástur til íverkse Í vinnupolitikkinum verður sagt frá, at ætlanin er at leggja saman Ferðaráðið og Menningarstovuna, og hetta er nú veru­ leiki. Ein av høvuðs­ uppgávunum hjá stovninum verður at birta uppundir nýskapan og íverksetan, segði vinnumálaráðharrin ÍVERKSETAN Erla Torvadal redaktion@sosialurin.fo Bjarni Djuurholm greiddi frá, hvussu tað er at seta eitt virki á stovn. Hann legði stóran dent á, at vit skulu stuðla hvørjum øðrum, og eisini gera okkum greitt, at vegurin til eitt nýtt virki er langur og drúgvur. Tó skulu vit læra at halda forðingum longst burtur sum møguligt. At seta virki á stovn í einum so lítlum samfelagi er ein stór tak, og eisini greiddi hann frá, hvussu vit halda vansunum butur sum best. Bjarni Djurrholm segði millum annað: »Vit hava kreativt fólk, og skulu før­ oy­ingar gerst góðir íverk­ setarar, mugu forðingar beinast burtur.« Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri: Birta uppundir nýskapan og í Bjarni Djurholm var millum fyrilestrar­haldararnar Mynd: Erla Torvadal Jan Mortensen frá Vinnuhúsinum og Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum í Klaksvík hildu hvør sín fyrisetur