Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 15 perspektiv, at støðan hóast alt kundi verið verri, greiðir hon frá. Bente Dalsbæk vísir á, at umstøðurnar seinasta árið hevur havt við sær, at hon er blivin tilvitað um týdningin av, at tey sum familja gera nakað saman. – Sjálvandi ert tú stúrin av og á og hugsar nógv um støðuna. Okkara støða ger tað enn meira týdningarmikið, at vit javnan fara út at eta saman og taka børnini við til barnavinarlig tiltøk, hóast eftirlitsmenninir eru noyddir at koma við. Gera vit ikki tað, verður støðan ikki til at halda út. Vit kunnu ikki búra okkum inni, tí so hava vinna teir. Og tað vil eg ongantíð vera við til, sigur hon avgjørd. Tað er framvegis ógreitt, nær familjan Khader sleppur undan at vera undir eftirliti. Rithøvundur Tað er ikki bert Bente Dalsbæk, sum hevur havt tørv á at umstilla seg, eftir hon fann saman við Naser Khader. Arabiska familjan hjá honum hevur sanniliga eisini verið noydd at tillaga seg. Bente Dalsbæk er ímyndin av eini nýmótans vesturlendskari kvinnu. Hon er gløgg, er sjálvstøðug, væl útbúgvin og hevur eitt barn úr einum fyrrverandi parlagi. Hetta er ikki júst tað, sum eyðkennir stóran part av kvinnunum í arab­ iska heiminum. Mentanargjónna millum arabiska heimin og vesturheimin hevur Bente Dalsbæk roynt at viðgjørt í eini bók, sum hon gav út seinasta heyst. Bókin “Med Underkop – livet med min muslimske svigermor” er ein persónlig frásøgn um, hvussu trúgvandi muslimska vermamman, Sada Khader, og modernaða kvinnan, Bente Dalsbæk, hava lært seg at góðtaka ymiskleikarnar hjá hvørji aðrari. – Bókin er ikki nakað politiskt stórverk um integration. Hon er hinvegin ein einføld bók, sum byggir á mínar kenslur og mínar persónligu royndir. Bókin er hugnalig, har alt frá ynskinum hjá vermammuni um at fáa ommusonin umskornan – tað verður hann ikki!- til gleðina við at drekka kaffi og ganga á basar í Damaskus, fortelur hon, meðan hon fær sær ein stóran guv av sigarettini. Hevði tú skrivað bókina, um maður tín ikki var kendur og æt Naser Khader? – Sjálvandi havi eg hugsað nógv um tann spurningin. Mín størsti trupulleiki var júst tann, at hann var kendur, og eg iðraði meg um, hví hann ikki kundi vera ein vanligur grønmetiskeypmaður? Eg visti fullvæl, at fólk fóru alt fyri eitt at finnast at mær fyri at gera mær dælt av, at hann var væl umtóktur, og tað steðgaði mær næstan at geva bókina út. Men so kom eg fram til, at hetta er mín søga um vermammu, svarar hon avgjørd. Bókin hjá Bente Dalsbæk hevur fingið misjøvn ummæli. Ummælarar halda, at hon er ov pen og høvisk. Tað leggur rithøvundurin einki í, tí hon vil heldur hava, at bókin fær vánlig ummæli, og fólk lesa hana, enn góð ummæli, og fá lesa hana. Fimta upplag av bókini er júst prentað, og higartil hevur hon selt 12.000 bøkur. Feministur Kvinnurørslur í vesturheiminum hava javnan fremstafingur á lofti, tá tær siga sína hugsan um støðuna hjá kvinnunum í tí muslimska heiminum. Skoðsmálið er, at muslimskar kvinnur verða kúgaðar, tí tær fáa ikki grund­ leggjandi rættindi sum t.d. útbúgving. Men hvat sigur Bente Dalsbæk til hesar atfinningarnar, nú hon hevur fingið eina verfamilju av muslimskari ætt? – Sjálvandi taki eg greiða frá­støðu frá, hvussu muslimskar kvinnur verða viðfarnar í víð­ gongdum muslimskum londum sum Saudi Arabia, har tær kunnu verða steinaðar til deyðis. Eg haldi kortini, at vit skulu ikki ræðast fyri at venda kanónina inneftir. Vesturlendsku betong feministarnir hava á ein hátt svikið tær muslimsku kvinnurnar. Orkan hevur bara verið nýtt finnast at, heldur enn at seta seg í teirra støðu og gera eina roynd at skilja, hvaðani tær koma. Bente Dalsbæk sær seg sjálvan sum feminist. Hon sigur seg altíð hava verið tilvitað um at vera sjálvstøðug, og ikki at vera fíggjarliga bundin av nøkrum manni. Samstundis er hon tann fyrsta í hennara familju, sum hevur fingið eina universitetsútbúgving. – Vesturlendsku betong femin­ istarnar hava nýtt sama fram­ ferðarhátt mótvegis muslimsku kvinnunum, sum vit hava funnist at monnunum at nýta. Vit eiga í framtíðini at nýta orkuna til skilja innflytarakvinnurnar betur. Vit hava ikki vunnið dystin um javnstøðu, fyrr enn javnstøða er tryggja kvinnurnar millum. Vit skulu styrkja samhaldsfestið millum okkum kvinnur, heldur enn bara at nýta orku at finnast at monnunum. So hava vit møguleika at fáa allar við, og samstundis góðtaka, at vit eru ymiskar og hava ymiska bakgrund. Hvat kunnu vesturlendskar kvinnur ítøkiliga læra av teimum muslismsku? – Eg haldi, at har er nógv at læra. Eg haldi onkursvegna, at okkara stríð fyri javnrætti hevur havt við sær, at familjan er farin í bakgrundina. Eitt gott dømi um tað eru mongu børnini hjá fráskildum foreldrum. Muslimskar kvinnur hava eitt sterkt praktiskt kvinnunetverk og seta familjuna øgiliga høgt, og tær eru altíð fúsar at hjálpa hvørja aðrari, tá ástendur. Tær duga væl at taka sær av hvørji aðrari, og tað eiga vit eisini at læra í vesturheiminum. Bente Dalsbæk um Føroyar Føroya eru sera hugtakandi. Eg havi verið í Føroyum tvær ferðir áður í arbeiðsørindum. Tað er nakað rátt yvir Føroyum, og tað hugtekur meg. Gjøgnum arbeiði í Fólkatinginum kom eg í samband við fleiri føroyingar, og mín varhugi var, at føroyingar eru torførir at koma inn á. Við fyrsta eygnakast tykjast føroyingar at vera varðhaldi, og tú ivast, um tað er nakað persónligt. Men ert tú saman við teimum eina løtu, so broytist myndin skjótt – ikki minst, tá teir hava fingið ein lítlan niðurum. Fakta Navn: Bente Veis Dalsbæk Aldur: 42 ár Útbúgving: Løgfrøðingur Starv: Tekur í løtuni eftirútbúgving innan journalistikk. Starvsroyndir: Arbeitt í 15 ár sum embætisfólk í Ferðslumálaráðnum og í Fólkatinginum. Hon heldur fyrilestur í Miðlahúsinum Skírsdag 5. apríl kl. 15.00 -Romantikkurin í einum parlagi hvørvur sjálvandi, tá tú altíð er noydd til at hava tvey eftirlitsfólk við tær. Mín speiski humor hjálpir mær kortini væl. Eg argi javnan PET menninar, áðrenn vit fara í biograf, um teir nú hava sæð henda filmin 17 ferðir, sum eg og Naser ynskja at síggja, tí so kann eg gott velja ein annan film, sigur Bente Dalsbæk. Mynd: Polfoto