Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 59 - 23. mars 2007 Vit nevndu í blaðnum í gjár, at Guðrun Rógvadóttir frá Guðrun og Guðrun er høvuðsdómari í kappingini Ungt Virki. Hon var eisini ein av fyrilestrarhaldarunum á kunningarkvøldinum á Baresso í gjárkvøldið. Hin parturin í Guðrun og Guðrun, hon við eftir­ navninum Ludvig, var eisini til staðar, og vit nýttu høvið at spyrja, hvussu tilstóð í »troyggjumálinum«. Málið var kanska eitt sindur blást upp, men Guðr­ un (Rógvadóttir) var við í sendingini »Aftenshowet« á DR1 í síðstu viku, og har greiddi hon frá málinum og rættaði allar misskiljingar, sigur Guðrun Ludvig. Fleiri miðlar hava vilja verið við, at nógv um­ rødda troyggjan er ís­­lendsk, men hetta rættaði Guðr­un Rógvadóttir eisini. Somu­ leiðis var eisini tos­að við Sofiu Gråbøl í send­ingini. Alt er væl, ið endar væl, og tað endaði við, at vit fingu rættiliga góða reklamu burtur úr øllum troyggju­málinum, sigur Guðrun Ludvig. - leo Guðrun Ludvig frá Guðrun og Guðrun: Alt er væl ið endar væl ÍVERKSETAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ikki allir áhoyrararnir vóru etablerað vinnufólk. Um­framt fleiri av luttak­ ar­unum Ungt Virki vóru eisini fólk komin, ið høvdu áhuga í at vita, hvussu tú ber teg at við at seta á stovn títt egna virki. Tveir av hesum áhoyr­ar­ um vóru Gunnvá Svartá Wennerstrøm og Helena Mortensen úr Havn. Tær hava í eina tí spælt sær við tankanum um at seta á stovn egið virkið. - Vit hava starvast saman, og kundu hugsa okkujm, at farið undir eitthvørt sjálvar. Tað er tí virt eru her í kvøld, sigur Gunnvá. Tær vóru eisini sera fegn­ ar fyri kvøldið og mettu, at tær høvdu fingið nógv burturúr. Nú vita vit munandi meiri um, hvat skal til fyri at seta á stovn egið felag, og tað sum hevur enn størri týdning: Nú vitga vit, hvar vit kunnu venda okkum fyri at fáa hjálp at byrja sjálvar, siga tær báðar. Tær hava spælt sær við tank­anum um okkurt ávíst, men enn eru hetta bert tank­ar og ikki nakað ítøki­ ligt. Einki er tó at ivast í, at tær vóru klókari tá tær fóru avstað aftur, enn tá tær komu. Og hvør veit – tað gongur kanska ikki so long tíð áðrenn vit síggja eitt ítøkiligt úrslit av Íverksetara fyrilestrunum á Baresso hóskvøldið. Nomu sær kunnleika um íverksetan Gunnvá Svartá Wennerstrøm og Helena Mortensen fingu nógv burtur úr fyrilestrunum á Baresso í gjárkvøldið tarar Guðrun og Guðrun, Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig skeiðunum, ið Vinnuhúsið skipar fyri. Í Klaksvík er Íverk­setara­ hús­ið nýliga sett á stovn og hevur bert virkað í seks vikur, upplýsti Rani Nolsøe, leiðari. Men hóast stutta tíðar­skeiðið, hevði húsið longu veitt ráðgeving til ikki færri enn 20 áhugað, ið hava í hyggju at seta egið virki á stovn. Nevnast kann, at av hesum 20 vóru 11 úr Klaksvík, meðan 6 vóru úr Eysturoynni og trý vóru sanniliga úr Havn! Alt í alt var hetta sera áhuga­verdir hálvurannar tími, og tey, ið umhugsa at stovna egið virki, fingu av­gjørt nakað burtur úr kvøld­inum. íverksetan Fía og Janus Norðberg vóru millum áhoyrararnar á Baresso í gjárkvøldið Mynd: Erla Torvadal Kitti May Ellefsen, býlingastjóri í SMS Mynd: Erla Torvadal At stovnað egið virkið At seta egið virki á stovn í Føroyum ávirkar eisini eina røð av viðurskifum, ið hava týdning, so sum tann generella vinnulóggávan, arbeiðismarknaðarlóggávan og fíggingarmøguleikar. Tað hevur víst seg, at 95 % av vøruútflutninginum hjá okkum er fiskur og fiskaút­ dráttur, og tó telur hetta bara 6o % av valutainntøkuni, segði vinnumálaráðharrin. Bjarni Djurholm eggjar ungdóminum at halda seg til og endaði við at siga: »Eftir er at siga, at tit eru á góðari leið, og at eg stuðli tykkum«