fríggjadagur 23. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Vikuskifti
16
Amerikanska country-
legendan Kris Kristoffers
son kemur um eina
góða viku til Føroya at
hava konsert. Konsertin í
Føroyum er ein partur av
eini ferð í Norðurlondum.
Kristoffersson hevur
longu havt fleiri konsertir í
Norðurlondum, og ummælini
hava verið stak góð.
Ekstrablaðið helt í sínum
ummæli, at talan var um
eina rætta legendu, sum
kundi fangað áhoyrararnar
einsamallur við sínum gittara.
Tað var sum at uppliva ein
kovboyara, sum var á veg ímóti
sólsetur.
Gaffa letur eisini væl at
konsertini, sum varð hildin í
Tivoli, og skriva millum
annað:
– Fólk fingu tað, sum
tey komu eftir – ein
mann maður og hansara
gittara. Ein maður,
sum vil geva tað aftur,
sum hann hevur fingið
– erligt og takksamt.
Konsertin við Kris
Kristoffersson verður
í ítróttarhøllini á Hálsi
tann 3. apríl.
(Mynd: Kris
Kristoffersson)
í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Bean Laden
Tað er upp á tíðina, at onkur ger gjøldur burtur úr Bin Laden. Tað
heldur í øllum førum enski skemtarin Rowan Atkinson, sum er
kendur í leiklutinum sum Mr. Bean.
- Tað er avgjørt nakað stuttligt við Bin Laden. Tí hvar fjalir
hann seg, hvat fær hann til morgunmat og hvat tekst hann við,
spyr Rowan Atkinson við The Sun.
Hann heldur, at tað ber saktans til at gera gjøldur burtur úr Bin
Laden uttan at flenna at hansara átrúnaðarligu sannføring.
Hvør bankar upp á hurðina?
Ein palestinsk kvinna
letur hurðina upp, tá ið
tað bankar upp á. Kanska
er hon ikki heilt óvand
við slíka sjón, sum møtir
henni uttanfyri hurðina.
Tað eru ísraelskir hermenn,
sum leita eftir ungum
palestinskum monnum eftir
ófrið í Ramallah.
Tað ræður um at hava tunguna mitt í munninum og venda beinini rættan veg, tá ið synkron-svimjing er á
skránni. Á myndini er tað kanadiska landsliðið í synkron-svimjing, sum hevur sína innleiðandi framførslu
undir HM í svimjing, sum í hesum døgum verður hildið í Melbourne í Australia. Føroyskir svimjarar eru eisini
farnir til kappingina, men teir skulu svimja hvør sær – og so skjótt sum gjørligt.
Hilton og Richie
hjálpa tjúkkum
børnum
Paris Hilton og Nicole Richie hava í sendirøðini The Simple
Life ferðast kring USA og gjørt seg sjálvar til grin. Burtur úr
hesum er komið sjónvarpsundirhald, sum er selt til nógv lond og
eisini hevur verið at sæð á okkara leiðum.
Nú er eitt nýtt umfar av The Simple Life á veg, og nú skulu tær
báðar yvirklassagenturnar hjálpa børnum, sum viga ov nógv.
Tær báðar skulu verða leiðarar fyri einari legu, har tjúkk børn
koma fyri at klænka seg. Kanska eitt sindur undranarvert, tá ið
hugsað verður um, at Nicole Richie hevur viðgingið, at hon hevur
etingarólag.
Mynd: Polfoto
Mynd: Polfoto
Svimja í takt
Mynd: Polfoto
Kristofferson fær góð ummæli
Mynd: Polfoto