fríggjadagur 23. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 59 - 23. mars 2007
tíðindi
- Hetta er samstarv
á høgum støði, sigur
sigur Heðin Zacha
riasen turrisliga
Samstarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er samstarv á høg
um støði!
Heðin Zachariasen er
heldur spoyskur, tá ið hann
skal siga sína meining um
seinasta úrslitið av sokall
aðum samstarvi ímillum
grannakommunurnar báðar,
Sunda Kommunu og Eiðis
Kommunu.
Tað, sum hann sipar til,
er, at Eiðis Kommuna hevur
brádliga keypt gomlu tann
læknastovuna í Hvalvík –
sum altso er í Sunda Komm
unu.
– Vit høvdu annars sam
starv um tannlæknan og vit
hildu, at vit meiningin var,
at vit eisini framyvir skuldu
samstarva húsini.
Men samstundis hava vit,
hvør í sínum lagi bjóðað
ímóti hvørjum øðrum um
at fáa fatur á húsunum, sum
tannlæknastovan er í.
– Hetta er sum tvey, ið
ætla at giftast, men kortini
kappast ímóti hvørjum
øðrum um at bjóða upp á
húsini, tey skulu búgva í, er
ein viðmerking úr Sunda
kommunu.
Heðin Zachariasen sigur,
at forsøgan er hendan:
Eiði og Sunda Kommuna
hava samstarva um tann
læknan, sum er í hølum í
Hvalvík.
Men tá ið tannlæknin
doyði vendu vit okkum til
búgvið um møguleikan at
leiga klinikkina til hon varð
seld, men tað bar ikki til.
– Síðani bjóðaðu vit Eið
is kommunu til fundar at
viðgera møguleikan fyri at
keypa tannlæknavirkið í
Hvalvík og at halda fram
við samstarvinum.
- Vit skuldu hoyra aftur
frá Eiðis Kommunu, men
vit frættu ongantíð aftur.
Heðin Zachariasen sigur,
at tískil kom Sunda Komm
una til ta niðurstøðu at
royna at keypa húsið og tí
løgdu vit boð inn, sum vit
hildu vera hóskandi.
- Men sum tíðin gekk og
tí sleptu vit hálvavegna ætl
anini um at keypa. Og í
farnu viku tóku vit málið
upp til viðgerðar um at
keypa útgerð til eina klinikk
og at gera eina nýggja
klinikk í gamla kommunu
skrivstovuni í Hvalvík.
Ímeðan fingu vit eisini
upplýst, at Eiðis Kommuna
var áhuga at keypa
útgerðina.
– Tí tóku vit málið upp
aftur og samtyktu at bjóða
1,8 millión fyri húsið og
útgerðina.
Men í farnu viku kom
undan kavi, at Eiðis Komm
una hevur bjóðað 1.
950.000 krónur fyri hús og
útgerð.
- Í Sunda Kommunu eru
vit samd um, at tað er ikki
rætt at kappbjóða við Eiði
um húsið og útgerðina og
sostatt draga vit í land aft
ur.
Sostatt sær út til, at Eiðis
Kommuna keypir tannlækna
klinikk í Sunda Kommunu.
Her skal eisini viðmerkj
ast, at í løgtingislógini um
kommunusamanlegging, er
ásett, at skal Eiði leggja
saman, skal tað vera við
Sunda Kommunu.
Undarlig støða
Borgarstjórin í Sunda
Kommunu heldur, at hetta
er ein undarlig støða at
koma í.
– Vit vildu ikki keypa
klinikkina fyrrenn vit
høvdu spurt Eiðis Komm
unu fyri at vita um vit ikki
skuldu samstarva um keyp
ið.
– Vit hoyrdu onki aftur,
men Eiðis Kommuna skal
vera vælkomin at gera íløg
ur í Sunda Kommunu.
Hann sigur, at nú fer at
seta seg í sambandi við
Eiðis Kommunu at vita, um
Sunda Kommuna kann
keypa sínar tannlæknatæn
astur frá Eiðis Kommunu.
- Eydnast ikki at semjast
um ein prís, keypa vit okk
ara egnu útgerð og gera
eina tannlæknaklinikk í
gomlu kommunuskriv
stovuni - einar 100 metrar
frá har, tannlæknaklinikkin
er.
– Sostatt fáa vit tveir tann
læknar í Sunda Kommunu
og teir eru báðir í Hvalvík.
Men tað eru grannakomm
unurnar, sum eiga hvør
sína, leggur hann afturat.
- Vit skuldu hoyrast
aftur, men tað
hendi ongantíð.
Men so frættu vit,
at Sunda Kommuna
var ikki áhugað
og sostatt fóru vit
sjálvi til verka, sigur
Tordur Niclasen úr
Bygdaráðnum á Eiði
Samstarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit hava fyrst og fremst
gjørt hetta fyri at fólkinum
á Eiði eina góða tænastu.
Tordur Niclasen er for
maður í mentanarnevndini
í bygdaráðnum á Eiði og
hann heldur ikki, at tað er
løgið, at Eiðis Kommuna
hevur keypt tannlæknastov
una í Hvalvík.
– Vit høvdu ein fund um
at Sunda- og Eiðis komm
una skuldu keypa tann
læknastovuna í felag. Ongin
avgerð varð tikin, men vit
skiltust upp tað, at vit
skuldu hoyrast aftur.
Men Tordur Niclasen sig
ur, at á Eiði hoyrdu tey onki
aftur frá Sunda Kommunu.
- Tað næsta vit frætta er,
at vit síggja á heimasíðuni
hjá Sunda Kommunu og
lesa í bløðunum, at tey eru
ikki longur eru áhugað at
keypa tannlæknastovuna
Tí helt bygdaráðið á Eiði,
at so var hendan søgan úti.
Síðani frættu vit, at
Sunda Kommuna ætlaði at
gera sína egnu tannlækna
stovu í gomlu kommunu
skrivstovuni.
Bygdaráðið á Eiði fór
eisini at arbeiða fyri at fáa
sín egna tannlækna.
– Tað næsta, sum hendi,
var at búgvið eftir tann
læknan spurdi seg fyri hjá
Eiðis Kommununu, um vit
vóru áhugað í at keypa
útgerðina úr húsinum.
Tordur Niclasen sigur, at
tað var bygdaráðið á Eiði
áhugað í við støði í, at
Sunda Kommuna hevði
slept ætlanina.
- Tá ið hetta næstan var
komið undir land, frættu
vit, at Sunda Kommuna
hevði skift støðu og hevði
bjóðað upp á húsið og
útgerðina.
Tordur Niclasen sigur, at
sostatt bar ikki til hjá Eiðis
Kommunu at fáa útgerðina
einsamalla og tí gjørdi
bygdaráðið av at yvirbjóða
Sunda Kommunu.
Bjóða til samstarv
Tordur Niclasen sigur, at
Eiðis Kommuna hevur fyrst
og fremst gjørt hetta fyri at
kunna tryggja eiðisfólki
eina góða tænastu á øki
num.
Tordur Niclasen sigur, at
keypir Eiðis Kommuna hús
ini og útgerðina, eru ognar
viðurskiftini greið.
Men tað fer á ongan hátt
at forða fyri einum sam
starvi á økinum ímillum
báðar kommunurnar.
– Vit fara nú at bjóða
Sunda Kommunu í eitt sam
starv, har tey kunnu keypa
tænastur á økinum frá okk
um, sigur formaðurin í
mentanarnevndini á Eiði.
Tað ljóðar sum um at tit
hava tikið støðu út frá tí,
sum tit hava sæð í bløðu
num og á heimasíðuni hjá
Sunda Kommunu. Settu tit
tykkum ikki beinleiðis í
samband við Kommuna,
áðrenn tit bjóðaðu upp á
húsið
– Tað var púra alment, at
Sunda Kommuna ætlaði at
fáa sín egna tannlækna, tí
tað stóð í bløðunum og á
heimasíðuni hjá kommun
uni. Tí var ongin orsøk hjá
okkum at seta okkum í sam
bandi við Sunda kommunu,
tí teirra støða var greið.
– Samstundis hoyrdu vit
heldur ikki frætt fra Sunda
Kommunu og tí tóku vit
okkara støðu, sigur Tordur
Niclasen.
Hevði tað ikki verið bílig
ari hjá báðum kommununum
at havt tannlæknastovuna í
felag?
– Tað er møguligt, men
vit ætlaðu at fáa eina bíliga
loysn við at keypa útgerð
ina. Men tað gekk ikki, tí
Sunda Kommuna bjóðaðu
upp á alla ognina. Tí bjóð
aðu vit ímóti og hava fingið
eina frálíka tænastu til okk
ara borgarar
Tordur Niclasen leggur
afturat, at ongin ivi er um,
at hetta er bara ein fyribils
loysn, tí hann væntar
avgjørt, at einaferð í fram
tíðini verður tannlæknastova
helst gjørd á Eiði.
Grannar kappaðust um somu hús
Frættu onki og søgdu onki
Gongur heilt galið, kann henda, at Sunda Kommuna fær sær sín egna tannlækna í gomlu kommunuskrivstovinu, sum eisini er í
Hvalvík, einar 100 metrar frá tannlæknastovuni hjá eiðisfólki
Hetta er tannlæknastovan, sum hevur fingið tey í Sunda
Kommunu og í Eiðis Kommunu í eina løgna støðu. Hetta er
sum tvey ið ætla at giftast, men kortini kappast ímóti hvørjum
øðrum um at bjóða upp á húsini, tey skulu búgva í, er ein
viðmerking úr Sunda kommunu