Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 17 Árnafjørður: Ein stórur ali­ring­ ur breiðir seg út her á havnar­ lagnum. Eitt greitt tekin um at vinnulív er í hesi fjarskotnu bygdini. Ein maður er í ferð við onkra umvæling. Nær hjá honum stend­ ur ein ungur drongur í húgvu við súkklu síni og prátar. Teitur er liðugur við skúladag sín í Ósáskúlanum í Klaksvík. Í góðveðrinum henda mikudagin í farnu viku hevur hann tikið súkkluna fram og hevur lagt sær leiðina oman á havnarlagið. Løtu seinni kemur ein annar drongur úr bygdini oman higar. Hann hevur okkurt etandi í hond­ ini. Teir práta saman eina løtu og fara síðani niðan í bygdina aftur. – Tað eru ikki so nógv onnur ung í mínum aldri her í Árnafirði, sigur Teitur. Vinir í grannabygdini Hóast mong kundu hildið, at tíðin stendur still í Árnafirði, so er tað kortini ikki heilt rætt. Her finnast m.a. eitt virkið kappróðrarfelag og bygdarfelag. Bygdarfelagið hevur sett spak­ an í jørðina til nýtt felags­hús, og fyri jól varð nýggja kapp­róðrar­ neystið tikið í nýtslu. Her finnast eisini rógvimaskinur og annað, ið hoyrir til eitt slíkt felag í 2007. – Tað er sera stuttligt at vera í nýggja neystinum. Har eru nógvar góðar maskinur, - og jú, har eri eg viðhvørt, sigur Teitur. Hann er tó sjáldan einsamallur her, tí teir sum manna kappróðrar­ bátin í bygdini venja regluliga í hølunum í niðaru hæddini í neyst­inum. Í bygdini eru hinvegin ikki nógv onnur ung á sama aldri sum Teitur, men hann er heppin, tí hann eigur eisini vinir í granna­ bygdunum. – Eg eri rættiliga ofta norðuri í Hvannasundi. Har eigi eg fleiri systkinabørn, sigur hann. Framtíðin kemur Teitur gongur sum nevnt seinasta árið í framhaldsdeildini, og nú eru bert fáir mánaðir eftir av hesum skúlaárinum. – Hvat eg fari at gera aftaná?! Tað ani eg ikki. Eg fari tó ikki í skúla beinanvegin - kanska um eitt ár, sigur hann. Hetta árið kundi hann hugsað sær at funnið okkurt arbeiði, meðan hann finnur útav, hvørja leið framtíðina skal taka. Henda mikudagin vit hittu Teitur á havnarlagnum í Árnafirði var hann komin úr skúlanum klokkan hálvgum tólv. – Eg fekk mær fyrst ein døg­­urðabita, og fór síðani ein súkklu­túr her oman á havnarlagið, sigur Teitur. Hvussu skráin sá út restina av degnum visti hann ikki reiðiliga. Tað er í øllum førum hvørki fót­ bóltur ella annar ítróttur á skránni henda seinnapartin. Hann hevur teldu heima við hús, og fer hon við nakað av tíð. – Vit ætla at fáa okkum breið­ band, sigur Teitur. Óhugsandi er ikki, at meiri tíð fer at fara frammanfyri telduni, tá hetta sambandið gerst veruleiki. Lovsangsbólkur í Solo Er tað nakað sum altíð hevur fylt nógv í lívinum hjá Teituri, man tað vera kristin sangur og tónleikur. Sjálvur spælir hann bass. – Eg spæli við í lovsangs­ bólkinum í Soli Deo Gloria, sigur Teitur, sum hevur spælt guitar leingi. Áhugan fyri sangi hevur hann í øllum førum ikki frá ong­ um: Pápin, Theodor er ein av limunum í kenda og vælumtókta sangbólkinum Ecclesia, sum mong kenna frá kvøðuljómunum í útvarpinum. Um Teitur fer at fylgja pápanum og familjuni annars innan tón­ leikaheimin, dugir hann ikki siga her og nú. – Kanska. Vit fáa at síggja!, sigur hann so vísiliga. Ein súkklutúr oman á bryggjuna Bygdarlív Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hóast Árna­fjørður er lítil bygd, so finst bæði við skúli og felagslív her. Hinvegin, so kundi talið av ung­ dómi helst verið størri. – Eg keði meg onkutíð, men kortini ikki so leingi, sigur 16 ára gamli árn­firð­ing­ urin, Teitur Askham Olsen Súkklan er góð at hava, hóast bygdin er lítil Mynd: Høgni Thomsen ” Eg fekk mær fyrst ein døgurðabita, og fór síðani ein súkklutúr her oman á havnarlagið