fríggjadagur 23. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 59 - 23. mars 2007
Jákup Petersen, yvir
lækni, er óloyalur
og tað kann ikki
halda fram. Hetta er
ein krígsavbjóðing,
sum ikki kann
góðtakast, sigur
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
Sjúkrahúsverkið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Framferðin hjá Jákup Peter
sen, yvirlækna, er óloyal
ímóti Landssjúkrahúsinum,
Hans Pauli Strøm, Lands
stýrismaður í heilsumálum,
er ógvuliga misnøgdur við
framferðina hjá Jákupi
Petersen, yvirlækna.
Í farnu viku hevði yvir
læknin tríggjar drúgvar
greinar í Sosialinum, har
hann hvassliga fanst at mát
anum, sum føroyska heilsu
verkið verður rikið upp á.
- Framferðin hjá yvir
læknanum er ein krígsav
bjóðing og hetta kann ikki
halda fra, staðfestir Hans
Pauli Strøm, Landsstýris
maður.
Hann sigur, at í greinini
hjá Jákupi Petersen eru
nógvir upplýsingar, sum
eru skeivir og heilt burtur
við og tað ger framferðina
hjá yvirlæknanum serliga
átaluverda.
- Ein yvirlækni hevur ein
leiðandi leiklut. Hann hevur
stóran autoritet, bæði fak
liga og leiðsluliga, tí hann
nevur nógv fólk undir sær.
Sostatt hevur hann eina
heilt serstaka ábyrgd. Og tá
ið Jákup Petersen ber seg
soleiðis at, sum hann ger
og fullkomiliga skrykkir
álitið undan Landssjúkra
húsinum, er tað ógvuliga
óloyal framferð og tað tolir
Sjúkrahúsverkið ikki, stað
festir Hans Pauli Strøm.
Hann viðurkennur, at øll
hava rætt at gera vart við
seg, tá ið viðurskifti ikki
eru ílagi.
- Hetta er ikki ein roynd
at múlabinda yvirlæknan,
men vit mugu seta ávís
krøv til tær atfinningar,
sum verða settar fram.
- Og minsta kravið má
vera, at tað er hald í teinum
atfinningum og at atfinning
arnar eru sakligar, sum
verða førd fram
- Men tað er tað ikki í hes
um føri.
Hans Pauli Strøm stað
festir tí, at hetta kann ikki
halda fram.
- Hetta er ikki ein hóttan,
men tað kann hvør tulka,
sum tey vilja. Men hetta
kunnu vit ikki finna okkum
í, sigur landsstýrismaðurin
í heilsumálum.
Nógvir grovir feilir
Í grein aðrastaðni í blaðnum
hevur Hans Pauli Strøm
eina grein, har hann vísir tí
aftur, sum Jákup Petersen
førdi fram í Sosialinum í
farnu viku.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at tað, sum Jákup Peter
sen førir fram um kostnaðin
av sjúkrahúsunum í Føroy
um, afturímóti øðrum lond
um, er skeivt.
Upplýsingarnar hjá Ják
upi Petersen um, hvussu
nógv sjúkrahús eru í yms
um londum, eru eisini skeiv
ar.
Tað eru so nógvir grovir
feilir í greinunum hjá yvir
læknanum, at einki høpi er
í nøkrum, sigur Hans Pauli
Strøm.
Sostatt sigur hann, at
páhaldið hjá Jákupi Peter
sen um, at føroyska sjúkra
húsverkið søplar 100-140
milliónir burtur um árið, er
fullkomuliga skeivt og
byggir á eina skeiva sam
anbering.
- Øll niðurstøðan hjá yvir
læknanum eru burturvið,
staðfestir Hans Pauli
Strøm.
Vilja stýra einsamallir
Jákup Petersen finst eisini
hvassliga at leiðslubygn
aðinum á Landssjúkrahús
inum.
Orsøkin er helst tann, at
nakrir yvirlæknar halda
eftir øllum at døma, at allir
trupulleikar høvdu verið
loystir, vóru tað bara yvir
læknarnir, sum stýrdu
sjúkrahúsunum.
- So einfalt er tað als ikki.
Tvørturímóti er tað soleiðis,
at tey sum fáa mest mót
støðu frá hesum somu
yvirlæknum, eru læknarnir
í leiðslustørvum á sjúkra
húsinum. Veruleikin er, at
eingin leiðsla góðtikin og
tað er ein fullkomuligur
óloyalitetur móti bæði
organisatión og leiðslu,
sigur Hans Pauli Strøm.
- Tað ber ikki til, at hetta
heldur á fram, leggur hann
afturat.
Hans Pauli Strøm stað
festir eisini, at eftir hansara
tykki er als ongin orsøk til
at broyta leiðsluskipanina á
Landssjúkrahúsinum.
- Leiðslubygnaðurin er
ein politisk avgerð og at ein
yvirlækni sum Jákup Peter
sen fer í opið og alment
kríggj móti politiska og fyri
sitingarliga myndugleikan
um fyri at máa støðið undan
hesi avgerð, er harmiligt,
sigur landsstýrismaðurin í
heilsumálum.
Sí annars greinina hjá
landsstýrismanninum aðra
staðni í blaðnum.
Framferðin hjá yvirlækna á
Landssjúkahúsinum má steðgast
Nýggir marknaðir
Tey vesturevropeisku londini hava ikki tann sama týdningin
sum keyparalond hjá dønum longur. Nýggj hagtøl vísa, at
sølan til tey nýggju ES-londini í Mið- og Eysturevropa er
vaksin heili 65 prosent tey bæði seinastu árini. Samstundis
er sølan til Russlands, Ukraina og Hvítarusslands vaksin
41 prosent. Marknaðurin uttan fyri Evropa vaksur eisini.
Síðani 2004 er sølan vaklsin 33 prosent til USA og 21
prosent til lond í Asia.
Arbeiða meiri
Arbeiðsloysið í Danmark hevur ongantíð verið so lítið
sum nú, og samstundis vísa nýggj tøl, at danir hava
ongantíð arbeitt fleiri tímar enn fyrr. Tøl hjá hagstovuni
vísa, at í seinasta ársfjórðingi í fjør arbeiddu danir 4,1
prosent meiri enn somu mánaðir í 2005. Tað er væl meiri,
enn arbeiðsloysið minkaði, og tað sigur, at hvør einstakur
arbeiðir fleiri tímar nú enn fyrr. Tað er gott, tí tað forðar
yvirhita í búskapinum, sigur danska hagstovan.
- Tað er harmiligt, at ein yvirlækni fer í opið kríggj ímóti politiska myndugleikanum og leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Hetta er
ein krígsavbjóðing og tí kann hetta ikki halda fram, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður