fríggjadagur 23. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Vikuskifti
18
Kaldbaksbotnur: Veðrið er einki
at reypa av. Tað er turt til tíðir,
men av og koma sannir skúrar av
tøttum regni. Her inni sæst ikki
ein sál.
Við havnarlagið liggja fleiri
bátar í ymiskari stødd. Onkur
teirra hevur samband við aling,
men hesa løtuna er einki lív at
hóma her við havnarlagið.
Tað er kortini ein einstakur
bátur, sum hevur motorin frá og
ljósini tendrað. Á stýrihúsinum
stendur navnið á bátinum
“Cameron” og undir tí “Anno
1907”.
Inni í stýrihúsinum standa
tveir mans og práta - brøðurnir
Eyðun og Martin Dam, hvørs
fyritøka “Inntakt” keypti bátin fyri
sløkum ári síðani. Fyritøkan hevur
serliga lagt seg eftir at skifta
tak á bygningum í Føroyum og
uttanlands.
– Nei, bara róligur. Vit ætla ikki
at skifta arbeiði, fyri at gerast
útróðrarmenn burturav.
– Vit ætla hinvegin at innrætta
hann til stuttleikabát, sigur
Martin um útróðrarbátin sum
henda dagin hevði júst 100 ár á
baki. Hetta er samstundis elsta
skip sum er bygt her á landi og
sum framvegis er í drift.
Tað vóru kortini ikki tær stóru
festligheitirnar umborð á sjálvum
bátinum í sambandi við henda
runda føðingardagin. Heima
í Kaldbak mundi helst verða
øðrvísi, tí júst henda sama dagin
hevði Martin sjálvur føðingardag!
Uppkallaður
Aðrastaðni á síðuni er greitt frá
tíðini, tá Cameron fyri 100 árum
síðani varð bygdur í Klaksvík.
Hann fekk tá navnið Royndin
Fríða, men broytti seinni navn til
Sóleyð N.
Martin sjálvur kundi ynskt sær
av givið bátinum sítt upprunaliga
navn aftur.
– Men hetta ber tíverri ikki til.
Orsøkin er at navnið er farið, tí
ein annar bátur í Fuglafirði hevur
hetta navnið.
– Ístaðin hava vit uppkallað
abba okkara Donald Cameron,
sum var enskur hermaður her
undir krígnum, greiðir Martin frá.
Til ferðafólk
Øll hesi 100 farnu árini hevur
Royndin Fríða, og seinni Sóleyð
N verið til fiskiskap bæði við
Føroyar og undir Íslandi.
– Ja, hann hevur havt íslands
100 ár og ómerktur
Meðan kvinnur
kring allan heimin
vóru til 8. mars-
hald, var kaldbaks
maðurin, Martin
Dam farin inn í
Kaldbaksbotn í
heilt øðrum ørind
um – í roynd og
veru í 100 ára
føðingardag.
Henda dagin í
1907 varð nevni
liga deksbáturin
“Royndin Fríða”
navngivin. Báturin
er framvegis í
drift og eitur nú
“Cameron”
Skip & bátar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Navn: Cameron
Smíðiár: 1907
Smíðistaður: Klaksvík
Tilfar: Eik/fura
Longd: 12,41 metrar
Breidd: 3,81 metrar
Dýpd: 2,26 metrar
BRT: 19,14
NRT: 7,42
Fakta
Cameron hevur flotið í meiri enn 100 ár á sjónum. Her
má hon verða liggjandi: Verður hon standandi ov leingi á
landi, tornar viðurin upp
Mynd: Jens Kr. Vang