fríggjadagur 23. mars 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 59 - 23. mars 2007
Stutt sagt
Stillar upp
Í USA hevur senatorurin
John Eswards gjørt av at
royna at gerast forsetaval
evni hjá demokratunum á
valinum næsta ár. Hann er
ikki óroyndur á økinum,
tí í 2004 stillaði hann
upp sum varaforsetaevni
hjá John Kerry. Í gjár
kunngjørdi hann, at hann
hevur gjørt av at royna
aftur hesaferð. Higartil
hava Hillary Clinton opg
Barrack Obama fingið at
kalla alla umrøðuna sum
demokratisk forsetaval
evni, men John Edwards
skal ikki undirmetast.
Millum annað hevur hann
stóra undirtøku í statinum
Iowa, sum verður hildin
at hava stóran týdning í
demokratiska uppstillingar
valinum.
Bíligari at
flúgva
ES hevur gjørt av, at bæði
evropeisk og amerikonsk
flogfeløg kunnu sleppa
at flúgva millum øll ES-
lond og floghavnir í USA.
Avgerðin hevur fingið
sera góða móttøku í
USA, og longu nú verður
roknað við munandi fleiri
og samstundis munandi
bíligari flogferðum um
Atlantshavið. ES-nevndin
hevur mett, at ferðafólka
talið um Atlantshavið
verður 26 mió. størri um
fimm ár enn í fjør, og at
tað fer at geva umleið
80.000 nýggj arbeiðspláss
í ferðavinnuni.
Statoil
til Irak
Amerikanskar keldur vilja
vera við, at norska olju
felagið Statoil hevur ætlanir
um at fara undir virksemi
í Irak. Tíðindini eru frá
vælvitandi keldum í New
York, men kunningarstjórin
hjá Statoil, Rannveig S.
Stangeland, vil hvørki
vátta ella avsanna tey.
Annars hevur Statoil havt
tann politikk, at felagið fer
ikki undir nakað virksemi í
Irak, fyrr enn viðurskiftini
eru vorðin tryggari, og fyrr
enn landið hevur fingið
eina nýggja lóggávu á olju
økinum.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Verður alt tikið við í metingina, haldi eg, at vit eiga
at lata Guantanamo aftur
(Robert Gates, verjumálaráðharri)
útlond
Cricket-venjarin hjá
Pakistan, onglend
ingurin Bob Woolmer,
varð funnin deyður á
hotellinum. Nú hava
kanningar staðfest, at
hann bleiv myrdur
Bob Woolmer varð funnin
deyður á hotellkamari sínum
á Jamaica, eftir at pakistanska
landsliðið í cricket hevði
tapt ein avgerandi dyst ímóti
Írlandi í HM-kappingini.
Bob Woolmer var venjari hjá
pakistanska landsliðnum, og
ósigurin ímóti írum gjørdi,
at Pakistan slapp ikki víðari
í kappingini.
Tað fór sum eldur um allan
ítróttarheimin, tá tað frættist,
at Bob Woolmer var funnin
deyður á hotellkamarinum,
og løgreglan á Jamaica,
har HM-kappingin er, fekk
alt fyri eitt illgruna um, at
alt ruggaði ikki rætt. Í gjár
avdúkaði líkskoðanin so,
at Bob Woolmer var vorðin
kvaldur, og løgreglan sigur
nú, at málið verður kannað
sum morð.
Bretsku myndugleikarnir
hava sent ein av sínum dugna
ligastu kriminalmonnum til
Jamaica at hjálpa løgregluni
har. Myndugleikarnir á Jama
ica siga, at enn er eingin
skuldsettur í málinum, men
at fleiri fólk skulu avhoyrast.
Millum annað skulu allir spæl
ararnir á pakistanska cricket
landsliðnum avhoyrast.
Hann bleiv myrdur
Bob Woolmer var prúður
maður, og løgreglan heldur tí,
at drápsmenninir vóru fleiri
í tali
Aftan á 2050 fara
1,5 mia. fólk at hava
ov lítið vatn, og 200
mió. fólk fara at líða
hungur
Tríggjar frágreiðingar, sum
veðurlagsserfrøðingarnir hjá
ST fara at almannakunngera
um einar fjúrtan dagar, ávara
um munandi broytingar í
heiminum aftan á 2050.
Eftir tað fara broytingarnar
í veðurlagnum at elva til
vatntrot, hungur og vatnflóð.
Umleið ein mia. fólk verða
ávirkað av vatntroti, 200 mió.
fólk fara at líða hungur, og
umleið 50 mió. fólk noyðast
at stríðast við vatnflóð.
Serfrøðingarnir hjá ST
siga, at vit fáa turk, sum
kemst av, at tað fer at regna
aðrastaðni enn fyrr, og tað
er lítil uggi í, at summ i fáa
meiri vatn, tí har fer tað
óvanliga nógva avfallið at
elva til sjúkur so sum tyfus
og malaria.
- Sjúkurnar verða tann
stóra avbjóðingin, sigur
danska Kirsten Halsnæs
sum er veðurlagsgranskari
á Risø-stovninum. Hon og
hinir veðurlagsgranskararnir
siga, at ger mannaættin álv
ara av at skerja kol-, olju- og
gassnýtsluna munandi, verða
avleiðingarnar ikki so stórar.
Veðurlagsbroytingarnar elva
til vatntrot og hungur
Granskarar á amerikonsku
rúmdarumsitingini NASA
eru ovurfegnir um nakrar
myndir, sum fylgisveinurin
Hinode hevur tikið, og sum
vísa sera sterk gassgos á Sólini.
Sambært granskarunum
er gassið fleiri milliónir
stig heitt, og gosini eru so
sterk, at tey kunnu órógva
samskiftisútgerð á Jørðini.
Sjáldsamar myndir av Sólini