Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 19 av aldri loyvi í nógv ár - í roynd og veru eitt sera gott loyvi, enntá, sigur Martin. Hóast høga aldurin virkar øll útgerðin umborð, eisini tær seks hydraulisku snellurnar. Sjálvur skrokkurin, sum er úr eik, er í besta standi. Hetta er eik sum upprunaliga fekst úr Norður- Finlandi fram til 1930 og er fram­vegis so sterk, at trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, er at bora í hana. Um vit hyggja eftir stevni og kjøli, so stavar tilfarið til tey frá einum skipi sum helst er bygt fyri eini 200 árum síðani. Tað var upprunaliga klætt við kopari og hevði reyðar boltar! Men tað er kortini ikki útróður, sum Martin ætlar at brúka bátin til. Hann hugsar um ferðavinnuna. Ætlanin er nevniliga at innrætta eina salong umborð, og síðani bjóða seg fram at fara út at sigla og fiska við føroyingum og útlendskum ferðafólkum. - Eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot at skipað fyri slíkum túrum, har tey ferðandi kundu fiskað við tráðu, sigur Martin bjartskygdur, Frásøgnin hjá Roberti Joensen byrjar í 1906. Ein annar maður, hann nevnir Jákup bóndi hevði longu tá roynt seg sum bátabyggjari við at byggja rættiliga stórar motorbátar og deksbátar, eftir tátíðar meting. Elduvíks-Jógvan róði um hetta mundið út við Nólsoyar Páll, sum Jákup hevði gjørt árið fyri. Tað var handilin úti í Klaks­ vík, har J.C. Djurhuus var fyristøðumaður. So heldur hann soleiðis fram við frásøgnini: So var tað ein dagin, veðrið var av tí besta. Vit vóru útrónir við hesum motorbátinum. Tað var so vakurt, og lá tað soleiðis fyri tá eina løtu, at tað vóru bæði stundir og veður til at hugsa. So sigi eg við Jákup bónda, meðan vit sótu har í friði og náðum á bátinum, sum gekk uttan segl ella ár: “Hvat skuldi forða okkum í sjálvir at átt ein bát sum henda? Hvat skuldi forða okkum í tí?” Tað gjørdist tó einki tos okkara millum um hetta. Vit komu aftur av útróðri. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, eg hevði sagt við Jákup, og roknaði mest við, at hetta bert var ein hugsan. Kjølur við kopari Hetta var um várið. So gekk tíðin. Einki hevði verið borið uppá mál um hetta okkara millum. Men Jákup mundi hava goymt orðini, ella hugsað sum eg, tí í november mánaði hetta sama árið kemur Jákup niðan undir Heygar til mín og sigur við meg, at nú ætlaði hann at fara at leggja kjølin til tann bát, ið vit skuldu eiga sjálvur at rógva út við. Tað vóru tó fleiri enn vit báðir, ið skuldu vera um hetta, tí so varð takið lættari. Partaeigararnir í hesum báti skuldi vera, Jákup á Biskupstøð, Napoleon á Biskopstøð, Heini Símun og síðani eg sjálvur. Vit komu allir saman til at tosa um hetta okkara tiltak, og síðan fóru vit til at arbeiða fram móti byggingini. Jákup bóndi hevði longu hugsað um tilfar og hevði hann kjøl og stevni úr einum gomlum skipi hjá handlinum í Klaksvíkini. Tað var av skipinum “Sylviu”, sum átti at koma til Føroya um 1890, men hevði vist ikki verið brúkt til fiskiskap. Tað segðist, at skipið var um hundrað ára gamalt, tá tað kom til Føroya, so at tað var ikki nýtt tilfar at leggja til kjøls. Men hetta hevði Jákup skil fyri, og hesi stykkir vóru av góðum tilfari. Hetta hevði verið eitt sera snotiligt far og væl gjørt. Tað hevði verið klætt við kopari, og allir boltar vóru av reyðum kopari. Tað var heldur sjáldsamt. Borðviðin fingu vit uppá borg frá handlinum í Klaksvíkini. Statslán fingu vit um 4000 kr., og fór tað til motorin. Um 200 kr. lupu av, og vóru tær brúktar til annað, ið tørvur var á. Til at nýta sum innivið keyptu vit rekavið, sum vit sagaðu sundur við langsag í gálganum á Biskopstøð. 25 oyru um tíman Allir vit, sum skuldu eiga í báti­ num, arbeiddu við. Teir, sum vóru bestir til smíð, gjørdu sjálvandi alt viðvíkjandi sjálvari byggingini. Aðrir gingu til handa við at saga, hjálpa við hølving, halda fyri tá klinkað varð og tílíkt. Vit skrivaðu allir upp tímatalið, vit arbeiddu. Vit roknaðu okkum 25 oyru um tíman, men skuldi Jákup rokna sær 5 oyru meira. Tað, sum umráddi hjá okkum, tað var at fáa okkum eitt far, uttan at binda okkum ov mikið í skuld, og tí vóru vit á útróðri, tá líkindi vóru, so at tað varð ikki støðugt arbeitt uppá byggingina. Og tá arbeitt varð, var veðrið ikki altíð av tí besta. Sørin í Kunoy setti motorin, sum var frá “Dan” fabrikkini, í hetta far, sum varð bygt á Biskopstøð. Hinir bátarnir, ið komnir vóru í Klaksvík, høvdu 8 hestakreftir. Hesin skuldi hava 12 hestar, so tað var hildið vera óført. Báturin var súðubygdur, spískur í báðar endar og um 38 føtur langur. Hvør maður, sum var parta­ eigari í bátinum skuldi afturat arbeiði sínum gjalda 25 kr. Tað var fyri seglini, sum Jógvan Segl So óført at hava 12 hestar Tá Cameron varð bygdur í síni tíð, og hvussu síðani gekst hesum farinum, finnast skrivligar keldur um. Í “Útróður” hevur Robert Joensen áhugaverda frásøgn um hetta farið. Keldan er ein skilamaður, hann nevnir Elduvíks-Jógvan. Søga Snorri Brend snorri@sosialurin.fo ” Nei, vit ætla ikki at skifta arbeiði, fyri at gerast útróðrarmenn burturav. Vit ætla hinvegin at innrætta hann til stuttleikabát ➘