fríggjadagur 23. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 59 - 23. mars 2007 ]
– Veðrið kann verða harðasta mótstøðan hjá
Ukreina.
Igor Linnyk, journalistur í Kiev
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
ítróttur
Fyrsti finaludysturin
í manshondbólti
verður á Hálsi
sunnudagin, og her
vera áskoðararnir
vitni til enn ein
klassikara, tá
Kyndil tekur ímóti
kappingarneytunum
úr VÍF
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kyndil hevur havt eitt fram úr
endaspæl í Atlantic Airways
kappingini hjá monnum. Tá
liðini fóru undir endaspælið,
lá Kyndil á fjórða plássi í
bestu mansdeildini, og eftir
fyrsta umfar var einki, sum
bendi á, at Kyndil fór at
koma í finaluna. Tá taptu teir
nevniliga fyri hoyvíkingum,
og tapið førdi við sær, at teir
duttu niður á aftasta plássið
í deildini. Kyndil gav tó ikki
upp. Í næstu átta dystunum
vunnu teir seks og spældu
tveir javnar, og við avbera
góða stimanum blivu teir
klárir til finaluna undan
síðsta leikumfari, tá teir
taptu fyri VÍF í Vestmanna.
Mótstøðuliðið hjá Kyndli
í finaluni verður júst VÍF.
VÍF var at kalla einaráðandi
í grundspælinum, har teir
m.a. megnaðu at vinna
síðstu sjey dystirnar á rað.
Tá blivu vestmenningarnir
eisini róptir sum stór
favorittar at vinna meistara
heitið.
Í endaspælinum hevur
gongdin tó ikki verið eins
góð. Úrslitini hava verið
heldur svingandi, og tá teir
taptu ímóti Neistanum fyri
tveimum vikum síðani,
valdi VÍF at siga samstarvið
við venjaranum, Dia
Midjord, upp.
VÍF bleiv tó klárt til final
una, har teir nú skulu møta
Kyndli í høllini á Hálsi í
fyrsta dystinum. Nýggjur
maður við stýrisvølin í Vest
manna er ein gamal kenn
ingur. Fyrrverandi VÍF- og
landsliðsvenjarin, Lars
Nedergaard, hevur nevni
liga játtað seg at standa á
odda fyri VÍF, tað ið eftir er
av kappingini.
Verjan skal koyra
VÍF hevur havt takið á
Kyndli í landskappingini
í ár, men seinast liðini
møttust í høllini á Hálsi, var
eingin ivi. Tá vann Kyndil
nevniliga stórt. Hans Áki
Dal Christainsen hjá Kyndli
væntar tó ein javnan dyst
hesuferð.
- Ja, eg vænti ein javnan
og spennandi dyst, sum vit
heilt víst ætla okkum at
vinna. Tað hevur stóran
týdning, at vit fáa verjuna
at koyra, tí so skal alt hitt
nokk koma.
Kyndil hevur annars
spælt sera skjótan hondbólt
í endaspælinum, og hetta
hevur víst seg at rigga væl.
Hans Áki sigur eisini, at
hetta skulu teir halda fast
um.
- Vit mugu fáa okkara
skjóta spæl at koyra í dyst
inum. Hetta hevur riggað
væl hjá okkum í seinastuni,
so tað mugu vit halda fast
um. Tað hevur eisini stóran
týdning, at vit skora uppá
okkara møguleikar. Hasin
bólturin skal bara í málið,
sigur Hans Áki, sum eisini
metir, at heimadysturin
helst skal vinnast.
Annars stendur hampi
liga væl til við fólki hjá
Kyndli til dystin sunnu
dagin. Einasta ivamálið er
Hjalti M. Jacobsen, sum
hevur ein skaða í fótliðin
um.
Eingin Eli
Ein av dyggastu stuðlunum
á VÍF-liðnum, málmaðurin
Eli Müller, verður ikki við
í fyrsta finaludystinum
sunnudagin, tí hann fekk
reyða kortið í síðsta dyst
inum í endaspælinum. Eli
hevur staðið sera væl í ár,
men Regin Joensen hjá VÍF
heldur, at tað nokk skal fara
at ganga kortini.
- Vit hava ein annan góð
an málmann í Bárði Niels
en, og hann fer heilt víst at
standa ein góðan dyst ímóti
Kyndli. Tað hevur stóran
týdning, at verjan eisini
hjálpir málmanninum í
einum slíkum dysti.
Regin heldur annars sum
heild, at verjan verður
avgerandi í einum slíkum
dysti.
- Vit mugu fyrst og fremst
hava eina harða og ágang
andi verju, og so skulu vit
eisini steðga Janus Einar,
sum er ein sera týdningar
mikil spælari hjá teimum.
Harafturat skulu vit eisini
fáa okkara skjótálop at
rigga, so fer tað nokk at
ganga.
Fyrsta finalan í Sunset
kappingini verður
í Vági sunnudagin,
har VB tekur ímóti
Stjørnuni. Sjálvt um
Stjørnan má metast
at vera greiður
favorittur, so hevur
VB víst fyrr í ár, at tær
saktans kunnu steðga
Stjørnuni í Vági
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Stjørnan hevur verið mest
sum einaráðandi í hes
um kappingarárinum í
kvinnuhondbólti. Í enda
spælinum hava tær vunnið
allar sínar dystir, tær vunnu
finaluna í Coca Cola-
kappingini, og so vunnu
tær eisini sannførandi í
báðum hálvfinalunum
í Sunset kappingini. Tí
mugu tær eisini metast at
vera stórfavorittar undan
finaludystunum ímóti VB.
Hjá VB hevur ikki gingið
so væl í ár. Tær hava ligið
aftanfyri Stjørnuna og
Neistan mest sum allan
vegin, men úrslitini eru tó
blivin betri og betri út á
árið. Sjálvt um tær ongan
dyst hava vunnið á Neistan
um í ár, so megnaðu tær at
spæla seg í finaluna við
tveimum javnleikum, og nú
eru tær klárar at møta
Stjørnuni í finaluni.
Berjast fyri lívinum
VB hevur fingið góð úrslit
ímóti Stjørnuni í Vági í ár.
Tær vunnu tryggan sigur
í grundspælinum, meðan
dysturin í endaspælinum
endaði við einum eitt máls
tapi. Rannvá Johannesen hjá
VB sigur, at hesin dysturin
skal vinnast.
- Vit ætla okkum at vinna
dystin sunnudagin. Tað
verður sjálvandi ikki lætt,
men vit mugu bara berjast
fyri lívinum, og so hevur
tað stóran týdning, at allar
vera klárar til dystin.
VB hevur alt fólki tókt til
dystin sunnudagin, og
Gurið Mortensen kemur
eisini heim til dystin úr
Danmark. Rannvá dylur
ikki fyri, at Gurið er ein
týðandi leikari.
- Gurið kann so nógv
sjálv. Hon tekur ábyrgd,
bæði í verju og í álopi, og tí
hevur hon nógv at siga í
einum slíkum dysti.
- Føla okkum ikki
sum favorittar
Síðstu dystirnar hevur
Stjørnan spælt uttan helst
mest týðandi leikaran, Alinu
Olaru. Hon verður tó tøk til
dystin ímóti VB, sigur Una
Olsen.
- Allar eru klára til dystin
í Vági. Vit hava valt at spara
Alinu síðstu dystirnar, tí
hon hevur havt onkran
smávegis skaða, men hon
er heilt klár til dystin.
Una væntar annars ein
spennandi dyst í Vági, og
hon følir ikki, at Stjørnan
er favorittur undan dystin
um.
- Vit føla okkum ikki sum
favorittar. Dystirnir í Vági
plaga at vera javnir og
spennandi, og tað hevur
stóran týdning, at vit blíva
við at kempa. Vit mugu
gera alt fyri at vinna henda
dystin, tí vinna vit í Vági,
so sær gott út undan hinum
dystunum.
VB hevur fingið góð úrslit ímóti Stjørnuni á hiemavølli í ár, so ikki
er óhugsandi, at tær enn einaferð megna at steðga favorittunum
úr Klaksvík
Kyndil-VÍF:
Klassikari á Hálsi
Fyrsti finaludysturin í Atlantic Airways kappingini verður sunnudagin, tá ið Kyndil tekur ímóti
VÍF
VB-Stjørnan:
VB skal helst vinna í Vági