fríggjadagur 23. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Vikuskifti
20
seymaði til bátin. Annan pening
skuldu vit ikki gjalda í fyrstu
syftu. Tá vit fóru at fiska, skuldi
bátsparturin gjalda okkum bátin.
Tá báturin var liðugur, varð
hann mettur at kosta 7000 kr.
Hans Debes í Havn metti hann.
Ráfiskur
8. mars 1907 var tann stóri dagur
hjá okkum, tá hetta far, sum vit
høvdu stríðst við at byggja, fór
á sjógvin, og var tað ein gleðilig
stund at síggja farið flóta á vágni.
Navnið, vit góvu bátinum var
“Royndin Fríða”, uppkallað eftir
skipi Nólsoyar Pálls.
Vit róðu so út við “Royndini”
um várið norð á hav. Sama
summarið fóru vit til Íslands við
bátinum at fiska. Vit býttu fongin
soleiðis, at báturin fekk aðra
helvtina og manningin hina.
Báturin helt útgerðina, olju, línu
og tílíkt, meðan agnið fór av
óbýttum.
Tvey tey fyrstu árini, vit róðu
út við “Royndini” frá Klaksvík
avreiddu vit í ráfiski, men fyri at
fáa meira burturúr, fóru vit seinri
at selja í saltfiski.
Statslánið, vit høvdu fingið,
var til at gjalda aftur í 10 ár.
Á nýggjárinum 1917 skyldaði
báturin 1300 kr. Tá várróðurin var
lokin hetta sama ári, vóru hesar
1300 kr. goldnar. Harumframt var
eitt avlop uppá 800 kr., sum vóru
býttar soleiðis, at hvør av teimum
seks eigarunum av bátinum fingu
100 kr. og 200 kr. vóru settar inn
at hava at taka til. Vit guldu sum
sagt 25 kr. hvør, tá báturin varð
gjørdur. Vit høvdu heldur ikki lagt
pening út til bátin hesi árini. Men
nú, tað fyrsta árið, ið vit býttu av
avlopinum, nú báturin var goldin
og soleiðis til fulnar okkara, fingu
vit 100 kr. í part.
Avlop
Í 1917 seldu Jákup bóndi og
Napoleon á Biskupsstøð sínar
partar til J. F. Kjølbro, og í 1918
seldu Heina-Símun og Símun
Jens ogn sína í bátinum til J. F.
Kjølbro.
Í 1919 og í 1920 var avlopið
av bátspartinum 1800 kr. hvørt
árið, so tað gav 300 kr. til hvønn
sættapartin.
Tá eg í 1920 helt meg vera ov
gamlan til at fáast við javnan
útróður, helt eg við tann sonin,
sum var heima, at um hann vildi
taka við, so dámdi mær tað best.
Tað helt hann ikki, og við tað at
eg sjálvur ikki hevði hug at vera
við til at dríva bátin longur, seldi
eg J. F. Kjølbro part mín, og Julius
á Biskupsstøð seldi eisini sín
part.
– Og høvdu vit nú allir latið
bátin frá okkum, endar Elduvíks-
Jógvan frágreiðing sína.
- Vit kundu hugsað okkum innrætta bátin til stuttleikabát, og so bjóða teimum ferðandi út at fiska, sigur Martin Dam
Mynd: Jens Kr. Vang
Pláss við Müllersbrúgv?
Í dag liggur Cameron við bryggjuna inni í Kaldbaksbotni.
Spurningurin er tó, um hetta er tað rætta staðið fyri eitt so
søguligt skip sum hetta.
Í Tórshavnar kommunu verður í løtuni arbeitt við at gera eina
heildarætlan fyri alt økið við Skálatrøð, og her hoyrir umhvørvið við
Müllersbrúgv eisini uppí.
Við hesa brúgv liggur longu nú eitt søguligt skip, sluppin
Westward Ho.
Fyri Martin er eingin ivi um, at elsta skipið sum er bygt í
Føroyum, eigur at hava sítt natúrliga pláss í hesum umhvørvinum.
- Eg haldi, at Cameron hevði hóskað væl í hesum umhvørvinum,
sigur hann avgjørdur.
”
Jákup bóndi hevði longu hugsað um tilfar og hevði hann kjøl og stevni úr einum
gomlum skipi hjá handlinum í Klaksvíkini. Tað var av skipinum “Sylviu”, sum
átti at koma til Føroya um 1890, men hevði vist ikki verið brúkt til fiskiskap. Tað
segðist, at skipið var um hundrað ára gamalt, tá tað kom til Føroya, so at tað var
ikki nýtt tilfar at leggja til kjøls