fríggjadagur 23. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 59 - 23. mars 2007 ]
Ukrainar spæla í Ukraina
Størsti parturin av leikarunum á ukrainska landsliðnum
spæla fótbólt í heimlandinum. Av teimum 23
spælarunum, sum eru úttiknir, spæla heili 18 í
heimligu kappingini í Ukraina. Stórfelagið Dynamo
Kiev hevur seks landsliðsleikarar, meistaraliðið,
Shaktar Donetsk, hevur fimm leikarar á landsliðnum,
meðan Dnipro Dnipropetrovsk eisini hevur fimm.
Tað vil siga, at bert fimm av landsliðsleikarunum
spæla uttanfyri Ukraina. Av hesum spæla tveir í
Russlandi, ein í Hollandi, meðan størstu stjørnurnar
eru at finna í Chelsea og Leverkusen. Her er talan
sjálvandi um áleypararnar Shevchenko og Voronin.
Shevchenko vil vinna á Føroyum
Ringi standurin, sum vøllurin á Svangaskarði er í í
løtuni, hevur órógvað fyrireikingarnar til dystin millum
Føroyar og Ukreina leygardagin. Men heimsstjørnan á
liðnum, Andriy Shevchenko sigur við útlendskar
fjølmiðlar, at hann ikki hugsar um vøllin, men bara um
dystin móti Føroyum:
– Vit hugsa ikki um dysturin verður spældur ella ikki.
Vit venja tí vit vita, at vit ikki hava ráð at missa stig í
Føroyum. Um vit spæla, so spæla vit fyri at vinna. Alt
annað kemur í aðru røð, sigur Andriy Shevchenko, sum
dagliga spælir í álopinum hjá ensku meistarunum
Chelsea.
Súni Olsen, Jón Rói
Jacobsen og Andrew
av Fløtum eru allir við
aftur í hópinum, so
uppgávan hjá Jógvan
Martin Olsen, lands
liðsvenjara, at seta
liðið, er hugaligari
enn hon kanska nak
rantíð hevur verið.
– Óvissan um vøllin
hevur órógvað fyri
reikingarnar, sigur
landsliðsvenjarin, ið
lýsir Ukreina sum eitt
sterkt og støðugt lið
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Landsliðið hevur verið sav
nað í tríggjar dagar nú. Til í
gjárkvøldið klokkan sjey
valdaði framvegis óvissa,
um dysturin móti Ukreina
skuldi spælast ella ikki.
– Tað sigur seg sjálvt, at
tað hevur órógvað fyrireik
ingarnar. Áðrenn vit savnað
ust var tað óvist við vøllin
um og tað var tað til í kvøld
(hóskvøldið, blðm.), sigur
Jógvan Martin Olsen, lands
liðsvenjari.
Nú er so avgjørt, at dyst
urin skal spælast. Vøllurin
er vátur, bleytur, tungur, og
tá liðini hava vant á honum
áðrenn dystin skal roknast
við, at vøllurin helst verður
óslættur eisini.
Kann hetta kanska vera
ein fyrimunur hjá Føroy
um?
– Tað trúgvi eg ikki upp á
nakran sum helst máta. Tað
vísir seg at slættari vøllurin
er, betri er tað fyri okkum,
tá so nógvir av okkara spæ
la á kunstgrasi vanligt, sig
ur Jógvan Martin Olsen.
– Eg trúgvi ikki, at hinir
verða so ávirkaðir av vølli
num, tí venjingarvallirnir
hjá teimum eru ofta nokkso
óslættir, vísir Jógvan Mart
in Olsen á.
Millum 10 tey bestu
Ukreina sum vit møta ley
gardagin, telist millum
tíggju tey bestu londini í
heiminum, sambært styrki
listanum hjá FIFA. Hvørjum
kunnu vit rokna við?
– Tað er ringt at siga. Vit
møta Ukreina, sum er eitt
av teimum heilt góðu liðun
um á verðinsplan. Tað er
eitt lið, sum ikki hevur teir
stóru útsvingningarnar og
spæla næstan maskinfótbólt,
sigur Jógvan Martin Olsen,
ið lýsir Ukreina sum eitt
lið, sum disiplinerað, tekn
iskt væl fyri, hart arbeiðandi
og fysiskt sterkt .
– So tað verður ikki ein
lættur dystur, metir Jógvan
Martin Olsen.
Súni, Jón Rói
og Andrew
Sambært landsliðsvenjara
num er fortreytin fyri einum
góðum úrsliti, at vit standa
væl á vøllinum og berjast
fyri sakini, tá vøllurin ikki
leggur upp til fótbóltsspæl.
Til hesa uppgávu sær lands
liðið nakað væl sterkari út,
enn tað hevur gjørt í langa
tíð.
– Har eru onkur ivamál,
men vit hava Súna, Jón Róa
og Andrew aftur. Teir vóru
als ikki aktuellir til nakran
dyst í fjør, men eru nú við
aftur við teirra royndum og
rutinu, sum eg vóni kann
geva liðnum nakað, sigur
landsliðsvenjarin og viðgon
gur, at hansara uppgáva er
hugaligari nú enn hon hevur
verið í longri tíð.
Ringa veðrið í Føroy
um verður tað, sum
Ukreina fær størstar
trupulleikar av, tá
Shevchenko, Voronin,
Rebrov og restin av
ukreinska hópinum
koma á Svangaskarð í
morgin, meta útlend
skir fjølmiðlar
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Veðrið kann verða harðas
ta mótstøðan hjá Ukreina,
skrivar journalisturin Igor
Linnyk úr Kiev.
Jú, útlendskir fjølmiðlar
gera nógv burturúr kava
num, sum hevur ligið á
Svangaskarði seinastu dag
arnar og skapt óvissu um,
hvørt dysturin millum Før
oyar og Ukreina skuldu
spælast ella ikki.
Føroyar bóðu eisini
UEFA um at flyta dystin til
seinni í ár. Ein flyting av
dystinum var treytað av eini
samtykt frá øllum hinum
londunum í bólkinum, og
tað fingu Føroyar eisini.
Men í gjárkvøldið var ein
umboðsmaður frá UEFA í
Føroyum og hugdi at vøllin
um á Svangaskarði. Hesin
umboðsmaður metti, at
spælararnir ikki tóku skaða
av at spæla á váta og bleyta
vøllinum, og tískil staðfesti
hann, at EM-undankapping
ardysturin millum Føroyar
og Ukreina skal spælast til
ásettan dag og tíð.
– Eg hevði verið fegin,
um dysturin varð útsettur,
hevur Oleg Blokhin, venja
rin hjá Ukreina, sagt við
útlendskar fjølmiðlar í gjár,
ið helst er skuffaður av
avgerðini hjá UEFA-
umboðsmanninum.
– Tað ringasta hjá okkum
vildi verið, um vit fóru har
(til Føroya, blðm.) og komu
á vøllin, og dómarin síðani
avgjørdi, at dysturin ikki
skal spælast, sigur Oleg
Blokhin.
Timburmenn
og postmenn
Tað er ikki so nógv ann
ars, sum útlendsku fjølmið
larnir gera burtur úr dystin
um millum Føroyar og
Ukreina. Í okkara bólki eru
tað sum vera man Frankaríki
og Italia, ið eyguni eru vend
ímóti. Og í upptaktini til
komandi dystirnar hjá Fran
karíki, sigur Paul Marshall
hjá Soccernet soleiðis um
Føroyar:
– Tað, sum Domenech
(franski landsliðsvenjarin,
blðm.) hevur lært, av
sigrinum á timburmonnu
num og postmonnunum í
Føroyum - burtursæð frá
nøkrum “do-it-yourself ”
tippum og eina holla vitan
til postverkið í einum
fjarskotnum Norðurlendsk
um oyggjabólki - kundi
hann allarhelst skrivað á
baksíðuna á einum av føroy
sku frímerkjunum.
Veðrið størsta mótstøðan hjá Ukreina
– Mugu standa rætt og berjast fyri sakini
- Vit møta Ukreina, sum er eitt av teimum heilt góðu liðunum á verðinsplan. Tað er eitt lið, sum
ikki hevur teir stóru útsvingningarnar og spæla næstan maskinfótbólt, sigur Jógvan Martin Olsen
Blokhin (v.m) skal stýra
heimsstjørnuni Shevchenko og
restini av ukreinska liðnum
frá síðulinjuni
Mynd: Polfoto