Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 21 Bogi hevur búð størsta partin av lívi sínum í Danmark, har trívist hann væl. Millum annað fegnast hann um góðu líkindi til eitt nú kappróður og at koyra á motorsúkklu Útisetin hesaferð: Bogi Karbech Mouritsen Hvar ert tú staddur? Eg búgvi á Nørrebro í Keypmannahavn Nær flutti tú til Danmarkar? Eg flutti niður summarið 1994. Eg eri føddur og uppvaksin niðri. Aftaná at hava siglt við AP Møller úti í stóru verð, skuldi eg velja ein maskinskúla at taka restina av útbúgvingini á. Eg hevði møgu­ leika at velja hvar í ríkinum eg gjørdi hetta, og valdi tí at granska mítt tilknýti til Føroyar. Hetta var í 1989. Hví flutti tú til Danmarkar? Eg fall væl til heima, men í byrjanini av 90’unum flutti nógv vinfólk niður. Eg ætlaði mær undir lestur á universiteti og valdi at flyta niður aftur. Hvat dámar tær í Danmark? Eg trívist væl niðri. Eg havi familju og nógv vinfólk her. Eg havi nógv ítriv – eg syngi í Mpiri (www.mpiri.org), ið er eitt føroyskt kór her. Eg rógvi við Knørri ( www.knorrur.dk), ið er eitt føroyskt 6-mannafar í Hvidovre. Eg koyri eisini offroad motorsúkklu, tá veðrið ikki er alt ov vánaligt. Er tað nakað tær ikki dámar við at liva í Danmark? Eg eri uppvaksin her, og eg trívist væl. Man kann altíð finna okkurt sum kundi verið betri. Eg sakni alt tað fríska, ið fæst heima – veðrið, vatnið, fiskin og osfr. Eg haldi eisini, at frástøðan millum fólk er størri her niðri enn í Føroyum. Tað er bæði gott og ringt, men fólk og samfelagið heima eru meira viðkomandi. Eg haldi, fólk eru meira persónliga engagerað í hvørjum øðrum í Føroyum. Hvussu er mentanin í Danmark? – Líkist hon tí føroysku? Danmark er eitt stórt multikultu­ relt land í mun til Føroyar. Gongur tú ein túr í Keypmannahavn, so er nógv, sum er øðrvísi, enn tað er í Havn. Hendan mun finnur tú aftur í fólki, ið her býr. Danskarar hava vant seg við, at altjóðageringin er komin. Eg haldi ikki, Føroyar er komið so langt í altjóðageringini. Hvussu er maturin í Danmark? Hann er ikki føroyskur! Í Keyp­ mannahavn er lættari at koma fram at serligum matvørum, og tá mær dámar væl sterkt krydraðan mat, er hetta ein fyrimunur. Her er eisini størri úrval í grønmeti. Eg sakni tó føroyska matin. Hvussu er veðrið í Danmark? Veðrið er gott. Tað verður ongan­tíð líka frískt sum í Føroyum, men ein stóran part av árinum hóskar veðrið mær væl. Her er ofta kappróðrar- og motorsúkklu- veður Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya? Eg trívist líka væl í Føroyum sum her, so tað verða aðrar umstøður, sum avgera, um eg flyti heim ein dag. Sum nú er, havi eg tað gott við góðum arbeiði, góðum kóri, góðum róðrarfelag, góðum vinum osfr., so eg flyti ikki við tað fyrsta. útisetin Lagt til rættis: Niels Uni Dam (nielsuni@sosialurin.fo) Útisetin hesaferð: Trívist í kappróðrar- og motorsúkkluveðri Bogi trívist væl í Keypmannahavn, sum her eitt kvøld í hjartanum av Keypmannahavn, Tivoli Navn: Bogi Karbech Mouritsen Føddur: 19. september 1967 Føðisstaður: Keypmannahavn Besti matur - Føroyskur: Ræst kjøt - Útlendskur: Thai Útbúgving: Maskinmeistari Starv: Netverksteknikari Motto: Liv lívið Fakta Bogi rør við Old Boys á Knørri, teir luttaka vanliga á føroysku stevnunum í Danmark