fríggjadagur 23. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 59 - 23. mars 2007 ]
Arnbjørn úti í seks vikur
Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi verður neyvan tøkur hjá
felagnum, fyrr enn vit eru komin væl inn í mai mánaði. Í
dystinum í kappingini um Løgmanssteypið mikudagin fekk
Arnbjørn ein snudd, men roknað varð tó ikki við, at hesin
var so álvarsligur.
Í dag eru boðini frá læknanum tó, at eitt bein í fótinum er
brotið. Tí verður talan helst um steðg upp á einar 4-6 vikur,
áðrenn hann yvir høvur kann byrja at venja aftur. Og
sannlíkt er tí, at fittur partur av mai mánaði er farin, áðrenn
hann aftur kann gera um seg í EB/Streyma-álopinum.
Gott veður til landsdyst
Seinnapartin í morgin bresta føroyska og ukreinska
landsliðið saman til dyst á Svangaskarði. Fleiri fólk fara
uttan iva at hyggja eftir dystinum. Hesi fara óansæð hvussu
veðrið er. Onnur eru helst meiri áhugað í veðurlíkindunum:
Verða tey góð, so fara tey frá húsum. Tað er kortini alt sum
bendir á, at veðurlíkindini verða av teimum frægu til
landsdyst í morgin. Sambært forsøgnini hjá DMI verður
hann sunnan í ættini, millum 8 og 13 metrar um sekundið.
Tað verður haraftrat skýggjað og kanska regn. Og hitin
verður millum 6 og 9 stig. Hetta skuldu alt tala fyri góðum
veðri til dystin. So vóna vit bara, at úrslitið verður hareftir.
Fleyr vann
seinna upp- og
niðurflytingardystin í
flogbólti hjá kvinnum
ímóti Mjølni, og
tí skal ein triði og
avgerandi dystur til,
áðrenn ein vinnari
verður funnin
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Týskvøldið eydnaðist Mjøl
ni at vinna 3-0 ímóti Fleyr í
Gundadalshøllini í fyrsta
upp- og niðurflytingardyst
inum í flogbólti hjá kvinnu
num, og tí var alt, sum ben
di á, at Mjølnir fór at varð
veita sessin í meistaradeild
ini.
Hjá Fleyr var setningurin
hinvegin púra greiður und
an seinna dystinum í Klaks
vík í gjárkvøldið. Um tær
ætlaðu sær upp í meistara
deildina, so skuldi hesin
dysturin vinnast.
Fleyr fekk
flúgvandi byrjan
Hevði nakar væntað, at
Mjølnir fór at vinna sann
førandi í seinna dystinum í
Klaksvík, so fóru tey fullko
miliga skeiv. Tí Fleyr var
nevniliga liðið, sum fekk
eina flúgvandi byrjan uppá
dystin. Munurin var tó ikki
tann heilt stóri í fyrsta setti
num. Mjølnir royndi at fylg
ja við, men Fleyr tóktist
alla tíð at vera oman á. Tær
settu stórt trýst á Mjølnir
við góðum servum, og tær
vístu seg eisini at vera sterk
ari í álopspartinum.
Tað endaði eisini við, at
Fleyr vann fyrsta settið 25-
23.
Í øðrum setti var gongdin
á leið tann sama, men nú
megnaði Mjølnir als ikki at
fylgja við. Fleyr legði seg á
odda mest sum alt fyri eitt,
og sum settið leið, øktu tær
bara um munin. At enda
vann Fleyr ein tryggan 25-
18 sigur í øðrum setti.
Sostatt hevði Fleyr nú
lagt seg á odda 2-0, og alt
bendi á, at Fleyr fór at vin
na henda dystin.
Vend kom í
Í triðja setti var tó fullkomi
liga vent í holuni. Var nak
ar, sum væntaði, at Fleyr
fór at vinna hetta lættliga,
so fóru tey skeiv. Nú legði
Mjølnir bragdliga fyri, og
sum settið leið, gjørdist
greitt, at hetta fór Mjølnir
at vinna lættliga.
Tær vunnu sær nevniliga
eina tryggu leiðslu alt fyri
eitt, og nú sá Mjølnir út til
at hava funnið rætta spælið
fram. Servurnar vóru nógv
betri, og so riggaðu móttøk
urnar eisini betri í hesum
settinum. Fleyr kláraði í sín
um lag slett ikki at fylgja
við Mjølni, sum vann ein
sannførandi 25-15 sigur í
triðja setti, og so var dystur
in aftur púra opin.
Í fjórða setti hendi júst
tað sama, sum í triðja. Mjøl
nir koyrdi á, og heldur ikki
í hesum settinum megnaði
Fleyr at fylgja við. Mjølnir
var nú rættiliga komið í
gongd, og enn einaferð vun
nu tær sannførandi. Úrslitið
av fjórða setti gjørdist 25-
18, og so mátti javnbrótari
til fyri at finna ein vinnara.
Tríggir dystir
Í fimta og avgerandi settin
um var at kalla eingin mun
ur á liðunum. Tey skiftust
um at fáa stig, og liðini fylg
dust so at siga allan vegin.
Síðstu løtuna vóru tað tó
leikararnir hjá Fleyr, sum
høvdu betru nervarnar, og
tær vunnu eisini fimta sett
16-14. Sostatt skal ein triði
dystur til, áðrenn ein vinna
ri kann finnast.
Við sigrinum heldur
Fleyr sostatt framvegis fast
í vónini um at fáa eitt pláss
í meistaradeildini hjá kvin
num komandi kappingarár.
Mjølnir-Fleyr 2-3 (23-25, 18-25, 25-15, 25-18, 14-16)
Fleyr vann seinna dystin
Súni Olsen er við
aftur á landsliðnum,
eftir at hann hevur
havt trupulleikar við
lærkrikanum í sjey
mánaðir. – Eg eri
hampiliga væl fyri
og formurin er tætt
100%, sigur Súni
Olsen og lovar, at
lærkrikin nokk skal
halda til eitt skot, um
hann sleppur til
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Nú eru vit nógvir komnir
niðri frá, og vit eru svangir
nú vit eru komnir heim. Ja,
allir eru svangir og uppsett
ir. Tað sigur Súni Olsen,
sum loksins er við aftur á
landsliðnum.
Hann hevur verið úti við
skaða í sjey mánaðir við tru
pulleikum í lærkrikanum.
Um vikuskiftið spældi
hann á næstbesta liðnum
hjá AaB. Hann spældi mitt í
miðjuni og var nógv tann
besti maðurin á vøllinum.
– Eg eri hampiliga væl
fyri og formurin er tætt
100%, sigur Súni Olsen og
játtar flennandi, at lærkrikin
nokk skal halda til eitt skot,
um hann kemur í skot
støðu.
Vantandi virðing
Súni Olsen er saman við
útsetunum Andrew av Fløt
um og Jón Róa Jacobsen
við aftur á landsliðnum.
Hetta styrkir munandi um
føroyska liðið, og Súni met
ir sjálvur, at teir kunnu geva
liðnum eina breidd, sum
møguliga hevur vanta í hin
um dystunum.
– Vit hava spælt fleiri
dystir á høgum støði, og tað
kann hava nógv at siga í
slíkum dystum, metir Súni
Olsen, sum hevur góðar
vónir til dystin leygardag
in.
– Vónirnar eru góðar. Vit
hava heimavøll, og teir
koma til landið bara 20 tím
ar áðrenn dystin. Tað kundi
verið eitt tekin um, at virð
ingin fyri okkum ikki er
tann stóra, sigur Súni
Olsen, ið heldur, at landslið
ið eigur at gera sær dælt av
hesum.
– Lúskan skal
nokk halda
til eitt skot
Súni Olsen hevur áður dystast við Cissé og leygardagin skal
hann stríðast við millum aðrar Shevchenko
Føroyski hópurin
Málmenn:
Jákup Mikkelsen (B36)
Meinhardt Joensen (KÍ)
Verja:
Atli Danielsen (Frem)
Marni Djurhuus (EB/Streymur)
Jón Rói Jacobsen (AaB)
Óli Johannesen (TB)
Mortan úr Hørg (HB)
Rasmus Nolsøe (HB)
Fróði Benjaminsen (B36)
Miðja:
Mikkjal Thomassen (B36)
Hanus Thorleifsson (B36)
Jákup á Borg (HB)
Sámal Joensen (GÍ)
Símun Samuelsen (Keflavík)
Tem Hansen (Fremad Amager)
Súni Olsen (AaB)
Álop:
Rógvi Jacobsen (HB)
Christian H. Jacobsen (HB)
Andrew av Fløtum (Fremas Amager)
Christian L. Holst (Lyngby)
Ukrainski hópurin
Málmenn:
Olexander Shovkovsky (Dynamo
Kiev)B8ohdan Shust (Shakhtar Donetsk)
Andriy Pyatov (Vorskla Poltava)
Verja:
Andriy Nesmachniy (Dynamo Kiev)
Dmytro Chigirinsky (Shakhtar Donetsk)
Olexander Kucher (Shakhtar Donetsk)
Andriy Rusol (Dnipro Dnipropetrovsk)
Volodymyr Yezersky (Dnipro Dnipropetrovsk)
Oleg Shelayev (Dnipro Dnipropetrovsk)
Olexander Romanchuk (Dnipro Dnipropetrovsk)
Vyacheslav Svidersky (Chornomorets Odesa)
Miðja:
Oleg Gusev (Dynamo Kiev)
Ruslan Rotan (Dynamo Kiev)
Taras Mikhalik (Dynamo Kiev)
Serhiy Rebrov (Dynamo Kiev)
Maxim Kalinichenko (Spartak Moscow)
Yevhen Levchenko (Groningen)
Anatoly Tymoshchuk (Zenit St Petersburg)
Serhiy Nazarenko (Dnipro Dnipropetrovsk)
Álop:
Oleksiy Belik (Shakhtar Donetsk)
Andriy Vorobei (Shakhtar Donetsk)
Andriy Shevchenko (Chelsea)
Andriy Voronin (Bayer Leverkusen)