Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 22 Hann kundi gera einhvørja arbeiðarafamilju eydnuríka – eysturtýska svarið upp á vesturtýsda Fólkavognin, Trabanturin, sum í ár verður fimmti Ein tveytaktsmotorur, ein plast­ikk­ skrokk­ur og fleiri ára leveringstíð. So einfalt kundi svarið hjá eyst­ur­ týska kommunistiska einaræðinum ljóða upp á vesturtýska kapitalistiska Fólk­a­vognin. Trabanturin var eitt av stoltastu sym­b­olunum hjá Eysturtýsklandi upp á fel­ags­kenslu – kanska ikki politiskt, men í øllum førum samfelagsliga. Tann fyrsti Trabanturin rullaði út av samlibandinum á Zwickau-verk­ smiðj­uni tann 7. november í 1957, júst fýrati ára dagin fyri bolsjevitisku koll­velt­ingina. Trabanturin var einasti møg­u­­­leiki hjá planøkonomistýrda eyst­­urtýska fólkinum at ogna sær eitt akfar, og tá ein familja hevði spart saman nóg nógvan pening til at keypa ein tílíkan lítlan tvey-hurðan bil, gingu vanliga fleiri ár, til tey fingu fatur á bilinum. Soleiðis var skip­anin bara. Trabanturin varð framleidur í yvir 30 ár, og talan var um tvinni snið: Trabant 500, eisini kendur sum mod­el P 50, sum var framleiddur frá 1957-63, eins og Trabant 601, ella P 60, sum varð framleiddur frá 1963-91. Plastskrokkurin var ein óheppin roynd at sleppa undan dýrum inn­flutn­ ingi av stáli. Óheppin, tí plastikkið var ikki serliga trygt, tá bilurin var í óhappum. Trabanturin var stórt sæð óbroyttur øll árini. Motorur­in var alla tíðína ein tvísylindraður tvey-taktsmotorur, sum gassaði illa og helt nógvan gang, og tær síðstu út­gávurnar høvdu 600 ccm og 21 HK. Topp­ferðin var eitt stað millum 90 og 110 km/t, alt eftir vindi og veðri. Men Trabanturin gjørdi einhvørja ar­beiðarafamilju eydnuríka. Og ar­ beið­ar­a­familjurnar vóru nógvar í DDR, júst tí varð Trabanturin fram­leidd­ur í fleiri enn trimum milliónum ein­tøkum. Hildið verður, at umleið 50.000 Trabantar framvegis eru til – bil­ur­in er fyri langari tíð síðani vorð­in »kult« í Týsklandi, serliga í Berl­in-økinum. Á okkara døgum er ein bilur, sum er bygdur av illa-niðurbrótandi evn­um so sum plasti, og sum koyrir upp á oljublandað bensin, ikki tað mest pol­ itiskt korrekta, vit kunnu hugsa okk­um. Kortini hevur Trabanturin góð­an tokka - men tað er fyri symbolska virð­ið. Framleiðslan av Trabantinum helt upp­at árið eftir, at Berlinmururin fall, og DDR-stýrið endaliga fall í 1990. Tá høvdu teir dagført Trabantin við motori frá Volkswagen, men tað hepnaðist ikki so væl. Fleiri pro­t­o­týp­ ur vórðu bygdar gjøgnum árini, eis­ini ein 900 kubikk útgáva í diesel. Men tann »ektaði« Trabanturin er og verð­ur tann góða, gamla tvey-taktsdrivna út­gáv­an... Kommunistiska Boblan fimmti Bilar Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kundin: - Eg vil fegin hava ein Trabant. Sølumaðurin: - Tú veitst, at bíðitíðin er 10 ár? Kundin: - Ja, men fái eg hann fyrrapart ella seinnapart? Sølumaðurin: - Er tað ikki líka mikið, tá tað hóast alt er um 10 ár? Kundin: Jú, skilir tú... Rørsmiðurin kemur fyrrapartin... Soleiðis var skipanin... Ellisakfør skulu hava nýggja nevnd Leygardagin 7. apríl hevur felagið hjá teimum, sum dáma væl at hjúkla um gamlar bilar og gamlar motorsúkklur, Føroya Ellisakfør, aðalfund. Felagið hevði tann 4. februar 15 ár á baki - og øll hesi árini hevur felagið markerað seg flaggdagin í Havn, tá allur flotin við gomlum akførum verður flotaður. Formaður í Føroya Ellisakførum er John William Old - sum sigur við Sosialin, at hann ikki ætlar sær at halda fram í sessinum. Umframt at røkja áhugamál limanna, hevur Føroya Ellisakfør eisini til endamáls at savna saman tilfar um føroysku bilasøguna, sum byrjaði fyri 85 árum síðani, tá Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen innfluttu tann fyrsta bilin til Føroya. Hesin kom til lands tann 6. mai í 1922. Tað vóru Johannus Olsen og Júst Sivertsen í Havn, sum keyptu bilin. Bilurin varð fergaður í land á Kongabrúnni í Havn - og tá eingin var, sum dugdi at koyra bilin, var hann skumpaður niðan í Quillingsgarð, har Wenzel og Vilhelm høvdu verkstað. Fyrsti bilurin í Føroyum var ein Ford TT eitt tons lastvognur. Trabanturin fall við Múrinum. Eysturtýska boblan varð framleidd frá 1957-1991 Trabanturin er rættilga vorðin »kult« - og hann fæst í nógvum sniðum sum leikabilur. Her er so ein møguleiki at klippa sær ein Trabant út og líma hann saman - um hetta fyrst verður límað á tjykkri pappír, verður helst lættar at fáa hann saman...