fríggjadagur 23. mars 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 59 - 23. mars 2007 ]
Bæði framsýningin
hjá teimum yngru
liðunum og teimum
eldru liðunum eydn
aðist avbera væl,
tá ið Ljósið hevði
árligu fimleikafram
sýningina um viku
skiftið
FIMLEIKUR
Teitur Joensen
Nógv fólk var komið saman
í ítróttarhøllini á Hálsi, tá
ið fimleikafelagið Ljósið
hevði árligu fimleikafram
sýningarnar um vikuskiftið.
Hildi var, at á leið 800 fólk,
bæði vaksin og børn, høvdu
leitað sær niðan í høllini.
Fyrsta framsýningin
fevndi um tey yngru liðini
hjá felagnum, meðan seinni
framsýningin fevndi um tey
eldru liðini. Kappingarliðini
hjá Ljósinum vóru tó við í
báðum framsýningum.
Góðar sýningar
Vanliga koyra framsýning
arnar eftir einum serligum
leisti, har felagið roynir at
geva teimum hátíðardám
m.a. við at royna okkurt
nýtt á hvørjum ári. Í ár
royndi Ljósið seg við eini
øðrvísi vælkomstheilsan,
har ein ung genta beyð væl
komin saman við nøkrum
amboðsíðkarum.
Fyrsta framsýningin, sum
var á skránni, var sýningin
hjá teimum yngru liðunum
í felagnum. Tað er altíð
stuttligt at síggja børnini
gera lop og brøgd, og sum
heild eydnaðist henda fram
sýningin avbera væl.
Fyrra framsýningin vardi
í góðar tveir tímar, og var
hon kanska heldur long.
Hetta er tó ikki so merkis
vert, tí Ljósið hevur fleiri
amboðslið millum yngru
liðini. Harafturat eru yngru
liðini sum heild størri enn
tey eldru.
Eftir framsýningina hjá
teimum yngru var fram
sýningin hjá teimum eldru
á skránni. Henda sýningin
vardi í hálvanannan tíma,
og hon gekk sera væl.
Fimleikaframsýnin