Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007 Vikuskifti 23 Mission Impossible III er so 3´arin, og vit verða sjálvandi plágaði við IV, V og VI er eingin ivi um. MI er sum 99% av mainstream undirhaldi innan actiongenruna, ein total standardvøra, ein meturvøra í einum dýrum, glitrandi og heiladeyðum flottum pakka, við stjørnum sum Tom Cruise og Philip Seymour Hoffman. Líkamikið hvussu vit venda og draga hesum filmslaginum, so er slagið ein stór klisje, eitt stórt buldur og brak og ein tunnslitin søga. Eykatilfarið er nøkunlunda. Volver er ein hin besti filmurin í 2006. Hann hevur vunnið í Cannes og 5 European Film Awards og varð Oscar instillaður. Hetta er ein 100% ektaður Almodóvar filmur. Spanskur, sjarmerandi, svakligur og ein dramatisk og melodramatisk pathosdryppandi elskelig komedia frá enda í annan. Almodovar hevur ikki gjørt betur film síðani Alt om min mor. Hetta er ein stór filmuppliving. DVD- útgávan er eisini framúrskarandi. AZ^`hi_‹g^c?dZa HX]jbVX]ZgZg`ZcYjg[ng^ nb^h`ha³\Vk[^abjb!]Vg ]^cWZhi^Zg;Vaa^c\9dlc k^B^X]VZa9j\aVh!hjb Z^c`gdnhijg]k†ijg bZVahi²iiVgbVjg!hjb Z^c]VggV6bZg^`V!^^``^ dg`VgbZ^g^d\\Zghi hkV`jg#ÞI]ZCjbZg'(!Zg iVbZhi]n\\_Vg^c!^[²g ]j\VihdgaVVaaVc W^d\gV[^c!i†[^abjg^cZghd k{cVa^\jg# Schumacher hevur gjørt nógvar ymiskar filmar, so sum St. Elmos Fire og nógvar sum eru minni góðir og beinleiðis vánaligir. Nú hevur hann so leikstjórna hesum filminum The Number 23, við Jim Carry, ið er ein av stóru komisku talentunum í Hollywood. Hann kenna vit frá meiri óseriøsum filmum, so sum Ace Ventura: Pet Detective, men eisini frá góðum filmum sum The Truman Show og Man on the Moon. Carry rúmar alt frá ultra plattu leiklutunum, so sum í Cable Guy til hendan meiri álvarsama thrillaran The Number 23. The Number 23 ein vánalig søga Søgan er um Walter Sparrow, ið livir eitt sorgleyst og eydnuríkt liv við konuni Agathu, men ein dag so fær hon hendur á einari løgnari bók, ið kallast ”The Number 23”. Bókin er ein føðingardagsgáva til Agathu og longu tá Walther hevur lisið nakrar fáar síður gerðst hann trásettur av bókini. Hann sær, at søgan líkist hansara egna lívi. Høvuðspersónurin í bókini er ein privatdetektivur og eitur Fingerling. Hesin Fingerlig er púra psykotiskt numerologiskt besettur av talinum 23, hetta tekur Walter so eisini á seg. Hann heldur, at tað býr ein huld megi í talinum. Hann byrjar at síggja hetta talið allar staðir og heldur, at hann fer at gera sama brotsverk sum Fingerling, og fremja morð. Tað er ringt at taka søguna í álvara. Hon er so drippand banal og ótrúliga vánalig. Hon byggir á onkran idiotiskan tanka um numerologisku gátuna um talið 23. Tað finst ein heil sermentan og ein undirgrund av løgnum esoteriskum galningum, ið trúgva á talið 23. Serliga høvundin Robert Anton Wilson er kendur fyri bøkurnar The Illuminatus Trilogy. Nei hetta er ein veruliga ræðuliga vánaligur filmur, at ein so góður leikstjóri og góðir leikarar kunnu søkka so djúpt, sóu vit við the Da Vinci Code í fjør. Hesin er bara nógv verri. Herfyri útkom Snakes on a Plane sum DVD. Samuel J. Jackson er óførur leikari, hann kenna vit frá filmum sum Pulp Fiction, ið gav honum eina oscarnominering í 1994. Hann var eisini við í filminum hjá Spike Lee Jungle Fever frá 1991. Hetta er ein løgin søga, onkuntið spennandi, men so er alt sakt eisini. Hetta er kanska hin besti filmurin sum er gjørdur um ormar umborð á einum flogfari, men so er ikki meiri at koma aftir. DVD- útgávan er einki serligt. Lights In The Dusk er enska navnið á seinasta filminum hjá geniala finska kultleikstrjóranum Aki Kaurismäki. Tey flestu kenna han kanska frá filmum sum Leningrad Cowboys Go America. Seinasti filmurin hjá honum var Maðurin uttan fortíð og hann vann nógvar virðislønir. Hesin stóri finski leikstjórin, hevur í 26 ár staði fyri nøkrum heilt serligum. Tað er finskt, melankolskt og tragikomiskt. Hann telist millum autørar sum Bergmann og Tarkovskij. Hetta er tó ikki tann besti filmurin hjá honum. Das Leben der Andere fekk ein Oscar herfyri og hevur fingið nógvar aðrar virðislønir. Týskarar eru seinastu árini farnir at viðgerða sera áhugaverd evni. Florian Henckel von Donnersmarck hevur leikstjórna. Hesin filmurin er Stasi og DDR, um søguna hjá Eysturtýsklandi og okkum øllum í 20 øld., ið minnast tey mongu píndu og deyðu handan jarntjaldið. Filmurin leggur seg flott í halanum á filmum sum Goodbye Lenin og Der Untergang. Eitt týskt meistaraverk. filmur Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Leikandi: Jim Carrey Walter Sparrow/Fingerling Virginia Madsen Agatha Sparrow/Fabrizia Danny Huston Dr. Isaac French/Dr. Miles Phoenix Leikstjóri Joel Schumacher. Frumframførdur í Havnar Bio frá 23. mars. ;V`iVjbI]ZCjbWZg'( ?^b8Vggnd\iVa^'( ":^ccjbZgdad\^h`jgg²j[^abjg jiiVcbZ^c^c\