fríggjadagur 23. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 59 - 23. mars 2007 ]
gin hjá Ljósinum
FM-fimleikararnir hjá
Ljósinum vóru við til bæði
fyrru og seinnu sýningina
leygardagin, og hesir eru
altíð ein serlig uppliving.
FM-fimleikararnir venja
sera nógv, so teir duga ótrú
liga væl. Harafturat leggja
teir stóran dent á vøkru
draktirnar.
Vælkomstheilsanin var
ikki tað einasta, sum var
øðrvísi í mun til undanfarin
ár. Ljósið hevur eisini tvey
motiónslið, sum venja eina
ferð um vikuna. Hesi bæði
liðini eru vanliga ikki partar
av árligu fimleikaframsýn
ingini, men í ár var hevði
annað av liðunum eitt
skemtiligt innslag, har tær
dansaðu í cowboy-klæðum
til Cotton Eye Joe hjá Red
nex. Hetta hildu serliga
børnini vera sera stuttligt.
Endabresturin
Árliga fimleikaframsýn
ingin er endabresturin hjá
størsta partinum av íðkar
unum. Tey einasta, sum
halda fram eftir fimleika
framsýningina, eru FM-
fimleikararnir. FM verður
nevniliga í mai í bæði am
boðsfimleiki og estetiskum
fimleiki, so FM-fimleikar
arnir venja víðari til ta tíð.
Annars er undirtøkan
rættiliga stór hjá Ljósinum.
Fleiri av yngru liðunum
høvdu omanfyri 35 íðkarar
á gólvinum í fimleikafram
sýningini, og hetta vísir, at
fimleikaáhugin er stórur
millum tey ungu.
Randi Kúrberg er venjari
hjá onkrum av yngru liðun
um. Ho heldur, at felagið
kundi verið enn størri.
- Vit eru sera glað fyri
undirtøkuna hjá fimleikar
unum. Teir eru nógvir í tali,
og hetta gleðast vit um. Eg
meti tó, at felagið Ljósið
kundi verið næstan tvífalt
so stórt, um umstøðurnar
vóru betri.