fríggjadagur 23. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Ung tosa um
sína trúgv
Zarepta: Komandi vikuskiftið
verður serstøk ungdómslega
hildin í Vatnsoyrum, har evnið
verður trúarverja.
Til leguna hevur tað eydnast
at fáa ein úr høvuðsleiðsluni í
missiónsfelagsskapinum, New
Tribes Mission at luttaka. Paul
McIlwain úr Australia fer her
millum annað at tosa um, hví
ein skal trúgva.
67.000 færri
í fjør
Noreg: Aldrin áður hevur
talið av limum í norsku kirkjuni
verið lægri, enn tað var í fjør.
Limatalið minkaði við 67.000
limum og nú komið niður á sløk
83 %av norska fólkinum.
Orsøkin til stóra fallið er at
finna í arbeiðinum við at dag
føra limatalið í kirkjuni.
– Fleiri teirra vóru als ikki
limir í kirkjuni, og tí eru vit fegin
um at hava eitt limatal í dag,
sum er so nær tí veruliga sum
gjørligt, sigur leiðarin í norska
Kirkjuráðnum Jens-Petter
Johnsen við norska blaðið Vårt
Land.
Savna klæðir
til Rumenien
Ebenezer: Hesa vikuna hava
fólk havt møguleika at lata inn
klæðir, sum síðani verða send
til Rumenien.
Hetta er eitt tiltak sum Birgir
Andreasen hevur staðið fyri í
mong ár, hagar hann er farin við
bussum, fullsettum av klæðum.
Sum skilst er ætlanin
hesaferð at senda klæðini
við bingjum, sum fólk í mót
takaralandinum síðani heinta.
100-tals barna
røddir á einum
staði
Barnakór: Aftur í ár verður
árligi felagsdagurin ”Sangdagur
barnanna” á skránni, hesaferð
í Meinigheitshúsinum í Havn
leygardagin 14. apríl.
Hetta er dagurin, tá barnakór
úr øllum landinum hittast at
syngja fyri hvørjum øðrum og
saman. Møguleiki er eisini hjá
teimum, ið ikki eru í nøkrum
barnakóri, at verða við.
Sangdagurin endar við kon
sert kl. 15, har barnakórini og
felagskórið luttaka.
Jesus, minst
til mín!
”Jesus, minst til mín,
tá ið tú kemur í ríki
títt!”
(Lukas evangelium 23, 42)
Tað kennist so løgið, tá ið vit
ikki so frægt sum kunnu samla
tankar okkara til eina bøn við
væl valdum orðum. Vit munnu
vera fleiri, ið kenna slíkar tíðir,
har sorg ella sjúka legði alt
okkara í sor, ella tá ið møði
gjørdi, at vit ikki orkaðu meira.
Vit royndu at biðja, og vit vistu,
at tað var einki vit høvdu størri
tørv á, enn at tosa út við Guð,
men vit orkaðu ikki.
Í slíkum løtum eru tað trý
ting vit kunnu finna ugga í.
Í fyrsta lagi, at nógvar av
teimum bønum, vit lesa í
Nýggja Testamenti, eru sera
stuttar. Tær eru hjartasuff frá
menniskjum í neyð: Guð náði
meg syndara! Harri, hjálp
mær! Jesus, miskunna mær!
- Hesar stuttar bønir vórðu
hoyrdar. Okkum nýtist ikki at
koma við drúgvum og neyvum
frágreiðingum fyri at fáa Guð
at skilja okkara støðu.
Í øðrum lagi, er tað ein troyst
at hugsa um, at tann fyrsti,
Jesus tók við sær heim, var
ein illgerðarmaður, ið burturav
var latin yvir til Guðs miskunn.
Jesus er hin sami náðifulli
frelsari í dag. Hann bjargar tí
glataða, og hann reisir upp tey
falnu, tá ið tey leita til náði
hansara.
Í triðja lagi er tað ein troyst
at hugsa um, at hann minnist
til okkum, eisini í teimum
løtum, tá ið vit ikki eru før fyri
at samla tankar okkara sum vit
vilja. Hann biður fyri okkum,
at trúgv okkara ikki má tróta.
Hann minnist til okkum, at
vit eru dust, og hann sleppur
okkum onga tíð. Tí kunnu vit
siga: Minst til mín nú, tú ert í
ríki tínum! Ikki, tí eg havi tað
uppiborið, men eina tí, at tú ert
ein náðiríkur og miskunnsamur
frelsari! Amen!
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Tey seinastu 90 árini
hevur Føroyska Sjómans
missiónin arbeitt millum
føroyskar sjómenn.
Tá verksmiðjutrolarin
Atlantic Navigator
herfyri fór nýggjan túr,
var sjómanstrúboðarin
Henry Christiansen
sjálvandi ein túr umborð
Sjómansmissión: – Eg var
nakað seinur til Klaksvíkar, tí eg
havi sitið á fundi í allan dag. Men
eg nái so akkurát umborð, áðrenn
teir fara avstað um eina løtu,
sigur Henry sum er úr Leirvík.
Her í Ánunum hava tey umborð
á Navigator riggað til nýggjan túr,
og manningin er so líðandi komin
umborð. Um lítla løtu verður
mynstrað og síðani siglt.
Úr bili sínum tekur Henry
ymiskt tilfar í hondina, og skundar
sær niðan landgangin og inn
í messuna, har manningin er
savnað.
Her er talan um kristiligar bøkur
og bløð, umframt sjónbond og
fløgur við upptøkum av sangi og
øðrum. Hetta hevur manningin so
møguleika at stytta sær stundir
við, tá tey hava frívakt.
– Sjómonnunum dáma serliga
væl, um sangur er á fløgunum,
sigur Henry.
Vanliga er tað Torleif Johanne
sen av Nesi, sum røkir hesar upp
gávuna. Men hann er í farloyvi,
og tí verður Henry í hesum starvi
num fram móti sumri.
Gleðiboðskapurin
Umframt arbeiðið sítt at vitja
sjómanskvinnuringarnar kring
landið, er hetta við skipavitjanum
eitt annað av týðandi endamálu
num við hesi missiónini, nevn
iliga at bera sjófólkinum gleði
boðskapin um Jesus.
Líkt er eisini til, at fløgur og
bond verða dúgliga tikin fram
umborð. Tað kemur eisini meiri
enn so fyri, at menn biðja um meiri
tilfar, tí tað gamla er vorðið slitið.
– Slíkt er hugaligt at hoyra hjá
einum sjómanstrúboðara, sigur
Henry við einum brosi.
Tá Henry er umborð á skipum
við tilfari, er vanligt at hann eisini
steðgar eina løtu og fær sær eitt
prát við manningina.
Tað er sjálvandi altíð ójavnt,
hvønn veg eitt slíkt prát fer. Í
roynd og veru er tað sjómaðurin,
sum avgerð tað.
– Eg havi sjálvur siglt alt mítt
vaksna lív, so eg veit nøkulunda,
hvussu eg skal koma í prát við
teir og hvørji evni eru áhugaverd.
– Hinvegin so ynski eg eisini at
tosa við teir um andalig viður
skifti. Tað er kanska ikki altíð
so lætt, men eg geri tað, har eg
føli at tað er rætt, sigur Henry
Christiansen.
Ein kristin rørsla í Dan
mark hevur sett sær fyri
at fáa menn aftur í
kirkju. Spurningurin er,
hví menn hava so stórar
trupulleikar við trúnni.
Kirkjan: Fleiri kanningar hava
prógvað, at kvinnur eru meiri
virknar innan átrúnaðin enn
menn. Hetta ætla nakrir menn
sær nú at broyta.
Farna vikuskifti skipaðu teir
fyri ráðstevnu um hetta evnið í
Roskilde. Ein sannroynd er tó,
at teir hava alla kirkjusøguna
ímóti sær: Kvinnurnar kring allan
heimin hava altíð verið trúgvari
móti kirkjuni enn menninir.
– Leikluturin hjá kynunum
hevur altíð verið ymiskur, sigur
religiónssosiologurin Peter
Luchau við Kristeligt Dagblad.
Hann vísir á, at tá ein spyr fólk
um, hvørja fatan tey hava av
Gudi, svara menninir oftari enn
kvinnurnar, at teir als ikki trúgva á
nakran gud.
– Henda avgjørda og fastlæsta
støðan tiltalar menninar meiri,
meðan kvinnurnar gjarna lata
dyrnar standa á gloppi, sigur
hann.
Nógv bendir á, at fólk ganga
í kirkju fyri at finna sosialar
relasjónir og svar uppá andaligar
spurningar. Hetta hóskar væl
saman við teirri søkjandi kvinnuni
og tí meiri kensluliga afturlatna
manninum.
Ein professari í religiónssøgu,
Armin Geerts heldur at væl
menti sosiali intelligensurin hjá
kvinnuni er nógv størri enn tann
hjá monnum.
Sosiologurin, Hilda Rømer
Christensen frá Lærda Háskúla
num í Keypmannahavn leggur
aftrat, at menn søguliga hava
valt politiskt virksemi heldur enn
átrúnaðarligt.
– Siðbundna økið hjá kvinnuni
var heimið, har nærleiki var við
lívið og deyðan, og sum nógvir
menn ikki upplivdu. At fara til
eina gudstænastu, kundi tí vera
eitt tiltrongt andarhol.
Við gleðiboðskapinum
umborð á skipini
Kvinnur meiri religiøsar enn menn
Henry klárur at fara umborð á Navigator við andaligum tilfari. - Sjófólki dámar
væl kristnan sang, sigur sjómanstrúboðarin Henry Christiansen
Mynd: Snorri Brend