Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 59 - 23. mars 2007 Orð Guds ella orð um Gud Í hesum døgum verður nógv skrivað um okkara Bíbliu, um hon er Guds orð ella orð um Gud. Fyri summi ein týdningarmikil spurningur, men fyri tey flestu, vil eg vóna, ikki nak­ ar spurningur. Áhugavert kann vera í hesum sambandi at hyggja at tí støðu, ein onnur av heimsreligiónunum, islam, hevur til sína halgubók, Koranina. Koranin verður til Koranin varð opinberað Muhammedi (~ 570 – 632) av einglinum Gabriel, í tíðarskeiðinum, sum røkkur frá árinum 610 til 632, sam­ bært okkara tíðarfesting, tá Mohammed doyði. Við hvørt var langt ímillum opinberingarnar. Sambært arabiskari hevd var serliga langt ímillum fyrstu (sura 96, ørindi 1­5) og aðru (sura 74) opinberingina. Longu meðan Muhammed enn var á lívi, festu læru­ sveinar hansara brot av henni á blað, og varð hon endaliga savnað undir triðja kaliffinum Othman ( 644 – 656 ). Tað merkir at kristna Bíblian er nakað eldri enn Koranin. Fyri ein trúgvandi muslim er Koranin fullkomna orð Guds. Hon er eitt avrit av einum eintaki, sum er varð­ veitt í himmalinum. Hann sum tosar er, við fáum und­ antøkum, Gud sjálvur. Har Gud ikki tosar beinleiðis, tosar hann ígjøgnum Pro­ fetin ella Gabriel Skuldi ikki umsetast Leingi varð hildið fast um at Koranin ikki skuldi um­ setast til annað mál. Ein umseting er altíð ein um­ skriving, ein parafrasering av upprunaritinum. Hvussu dugnaligur so umsetarin enn er. Tað fær heilt einfalt ikki verið øðrvísi. Framúr­ skarandi jødiski mál­ og bókmentafrøðingurin Eric Auerbach sigur í bókini “Mimesis”, at um russiskar bókmentir kann hann einki siga, tí at hann dugur ikki málið. Bíblian varð upprunaliga skrivað á aramáiskum, hebraiskum og grikskum máli, men savnið av hondrit­ um varð latið í latínskan málbúna og kanoniserað. Og í øldir varð mestsum bert brúkt latínska útgávan av Bíbliuni. Somuleiðis varð gudstænastan hildin á latínskum máli. Seinni vórðu umsetingar gjørdar til m. a. danskt og, nógv seinni aftur, til føroyskt, í tveimum týðingum. Onnur sogar autoriserað av sjálv­ um kongsvaldinum! Eg eigi bert eina aðra autoriseraða bók og er tað svensk týðing av “lítlu reyði” hjá Mao, sum hevur verið í Peking til góðkenningar. Málið í Koranini er arab­ iskt við ikki so fáum láni­ orðum úr t. d. hebraiskum, etiopiskum og aramáiskum. Havast má í huga at Koranin er skrivað áðrenn arabiskt hevði nakað framkomið skriftmál, so viðhvørt noyddist Profeturin sjálvur at vera orðasmiður. Samband við jødar Á døgum Muhammeds vóru jødar og kristin spreidd um meginpartin av Mið­ eystri. Serliga nógv kom Muhammed í samband við jødar og kristin aftan á at hann var flýddur úr Mekka til Medina. Har vóru stórar búsetingar av jødum og kristnum. Í fyrstani hevði Muhammed gott samband við jødarnar, men tá teir gjørdust varugir við at hann ofta fór skeivur, tá hann endurgav úr Toruni, fóru teir at seta honum nasvísar spurningar, og at halda hann fyri gjøldur. Hann varð happaður. Um tú í dag sáar iva um nakað, sum stendur í Toruni ella í Bíbli­ uni, svarar ein rættur funda­ mentalistur tær aftur at tað er Guds orð og tí ikki kann vera annað enn rætt. Muhammed svarar á sama hátt við at siga, at tað er Gud sjálvur sum hevur boð­ að honum tað í opinber­ ingunum. Sura 2, ørindi 81, ljóðar soleiðis: “Vit hava latið Móses skriftina og lat­ ið apostlarnar ganga í hans­ ara fótasporum, og vit hava givið Jesusi, sonur Mariu, tey greiðu prógvini og styrkt hann við heilaga and­ anum. Skulu so tit vera speiðrekandi tá ein apostul kemur til tykkara við slík­ um, sum tykkum ikki hóv­ ar? Tí summar hildu hildu tit vera lygnarar og summar drópu tit.” Og í somu sura, ørindi 134: “Ella siga tit: “Abraham, Ismael, Ísak og Jákup og ættarhøvdingarnir vóru sanniliga antin jødar ella kristin?” Sig: “Hvør veit betur, tit ella Gud? Og hvør er órættvísari enn hann, sum dylur ein vitnis­ burð, sum hann hevur frá Gudi?” Og Gud er ikki líka­ sælur um tykkara gerðir.” Samband við tey kristnu Tey kristnu hava helst verið minni skriftlærd enn jødar­ nir, men kom hann sær hóast tað eisini í orðadrátt við tey. Serliga var tað trí­ eindarlæruni hann fannst at. Islam er ein rein mono­ teistisk trúarlæra, og dugdi hann tí ikki at skilja, at tey kristnu kundu hava tríggjar gudar, Faðirin, Sonin og Mariu moy. Sura 5, ørindi 116, ljóðar soleiðis: “Og tá Gud segði: “Jesus, sonur Mariu, hevur tú sagt menn­ iskjuni: Tit skulu hava meg og móður mína til gudar heldur enn Gud!” Hann svaraði: “Tær eina er allur heiður! Tað er mær ikki gjørligt at siga nakað, ið eg ikki havi rætt til. Um eg havi sagt so, var tú longu vitandi um tað. Tú veit hvat eg havi í huga, men eg kann ikki siga, hvat ið tú hevur í huga; sanniliga kennir tú tað loyndarfulla.” Her hevur Mohammed misskilt trí­ eindarlæruna og blandar Heilaga Andan við Mariu moy og ger hana til ein gud. Í somu suru, sum verður nevnd “Borðið”, ørindini 112 – 115, er halga kvøld­ máltíðin komin tvørs fyri: “Lærusveinarnir søgdu: Jesus, sonur Mariu, vildi Harri tín megnað at sent eitt dúkað borð av himni til okkara?” Hann svaraði: “Óttist Gud um tit eru rætt­ trúgvandi!” Tá mæltu teir: “ Vit vildu ynskt at etið av tí, so at okkara hjørtu fingu frið, og at vit fingu at vita, um tú hevur sagt okkum sannleikan, so at vit kunnu vitna um hann.” Og Jesus, sonur Marriu, segði: “Harri Gud mín, send av himli eitt dúkað borð at vit mega halda veitslu nú og fyri teimum sum koma skulu, og sum eitt tekin frá tær. Tú er hin besti uppihaldarin. Ja, tú er hin besti gevarin.” Hóast ósemjur við tey kristnu, vóru viðurskiftini við tey nógv betri enn við jødarnar. Til dømis sigur 5. sura, ørindi 85: “Sanniliga skal tú síggja at jødar, og tey sum seta aðrar gudar undir liðina av Gudi, eru mest hatsk móti teimum, sum trúgva, og tú fer at møta teimum, ið siga: Koranin – Guds Orð A. Guttormur Djurhuus Perma av Koran frá Saudi Arabia í 2004 Profeturin Muhammed prædikar, orientalsk mynd frá 1489