Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 23. mars 2007 27 “Sanniliga eru vit kristin”, sum bera størstan alsk til tey trúgvandi. At so er, er tí at millum tey eru prestar og munkar, sum ikki eru hug­ móðigir.” Kaba og bønar­ rætningur til Mekka Fyrstu tíðina í Medina skuldi hin biðjandi muslim­ urin venda sær móti Jerusa­ lem, men eftir ósemjurnar við jødarnar, varð stevnan broytt til Mekka. Í Mekka var ein halgi­ dómur nevndur Kaba. Kaba­ in er eitt fýrhyrnt gróthús, sum er fyrndargamalt, og sum hevur ligið í sori og er endurreist fleiri ferðir. Koranin sigur soleiðis um Kabuna í 3. suru ørindi 90: “Fyrsta templið bygt til menniskja var so sanniliga tað í Mekka, ein vælsignan og rættleiðing fyri allan heimin.” Sambært Koranini varð Kabain fyrst reist av Abraham, men arabisk hevd sigur, at sjálvur Adam reisti Kabuna. Í landsynn­ ingshorninum av Kabuni er í múrinum ein svartur stein­ ur, sum sigst at stava frá sjálvum Paradísinum. Stein­ urin er ein loftsteinur, so hvør veit? Í móti hesum bygningi í Mekka venda sær allir muslimar, líka mikið hvar á klótini teir eru staddir, tá teir biðja. Á einum túri, ið eg var við japanskum tunfiskabáti, stóð eg har afturi á puppin­ um og roykti, á veg á fiski­ leið suður móti bretska markinum. Við hesum japanskum fiskiskipum vóru altíð fleiri indonesarar og vóru teir allir muslimar. Tá kom ein av hesum indo­ nesarum, ein álvarsamur maður, og rullaði sína bønar­ máttu út og skuldi til at biðja. Tá gjørdi eg hann var­ ugan við at rætningurin var móti Suðurameriku og vísti honum rætningin til Mekka. Eg sá, hvussu takksamur hann varð, og ikki gloymdi hann mær tað aftur. Islam, kristindómur og jødadómur sama trúgv Mohammed helt sjálvur islam, kristindóm og jøda­ dóm at vera somu religión. Hann metti seg ikki at vera nakran religiónsstovnara, men sum síðsta profetin áðrenn dómadag. Jesus metti heldur ikki seg sjálvan at vera religiónsstovnara. Í so máta líkjast teir nógv, men um Muhammed hava vit nógva ítøkiliga vitan. Um Jesus als onga. Bókmentir: Erich Auerbach, Mimesis, Alber Bonniers Förlag, 1998 Koranin, týðing av K. V. Zetterstéen, Wahlstrøm & Widstrand, 2003 The Koran, , týðing av N. J. Dawood, Penguin Books, 1974 Karen Armstrong, Muhammed., Forum 2003 Stríðsbúgvin Muhammed, persiskur málningur Kabain í Mekka klødd við svørtum klæði við muslimsku trúarjáttanini broderað á