fríggjadagur 23. mars 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 59 - 23. mars 2007
tíðindi
Deyðasjúk
ongan
góðan
Í hesi greinarøðini
ígjøgnum hetta og
komandi bløðini fer
Sosialurin at viðgera
umstøðurnar hjá
deyðasjúkum og varðandi
sjúkum í Føroyum. Sum
støðan er í løtuni, er tað
ongin innan almanna-
og heilsuverkið, sum
burtur av tekur sær
teimum, ið eru uppgivin
av læknum og bert bíða
eftir deyðanum. Við
øðrum orðum hava tey
deyðasjúku ongan góðan í
heilsuskipanini.
Anna Maria Joensen,
sum hevur skrivað
hesa
greinarøðina
um
viðurskiftini
hjá
deyðasjúkum,
er 45 ár og ættað úr
Havn. Í 1991 flutti
hon til Danmarkar
í lestrarørindum og
kom heimaftur fyri
sløkum
tveimum
árum síðani saman
við mann i og dóttur.
Er útbúgvin inn an
útflutning í Herning
og hevur starvast í
bæði fiskivinn u og
oljuvinn u. Seinn i lisið
norðurlendskar bók
ment ir og mentan á
Lærda Háskúlaunum
í Helsinki, har fam
iljan búði í sløk
fimm ár. Komin aftur
til Danmarkar læs
hon bókmentafrøði
sum
høvuðsgrein
og minn ilutabólkar
sum
síðugrein
á
Lærda Háskúlanum
í Keypmann ahavn.
Ann a Maria Joensen,
ið sjálv hevur royndir
sum avvarðandi, sig
ur, at endamálið við
greinarøðini er breiða
út vitan og kunn
leika um støðu teirra
deyðasjúku, varandi
sjúku og teirra avvarð
andi. Samstundis at
vísa á, hvat aðalmálið
í norðurlondum um
heildarhugsan, heildar
viðgerð og umsorgan
miðar eftir. Palliativur
(linnandi, men ikki
lekjandi) hugburður og
umsorgan, sum hevur
ment seg inn an krabba
meinsøkið burturav, er
tað besta heilsuverkið
kann bjóða varandi
sjúkum. Henda sokall
aða holistiska (heildar
spekiliga) tilgongdin
setir menn iskjað sjálvt
í miðdepilin og átti at
verðið framd í verki
fyri øll varandi sjúk í
Føroyum, heldur Ann a
Maria Joensen.
Um so er, at tú ikki
sjálvur hevur nøkur
svar, so fært tú ein
felaga, ið saman
við tær møtir og
rúmar teirri óvissu,
sum er kring teir
stóru, men ósvaraðu
spurningarnar.
Hetta sigur
Súsanna O. Skaale,
sálarfrøðingur, um
sálarfrøði og deyða
DEYÐASJÚK
Anna Maria Joensen
amac@post.olivant.fo
Tað gerst í dag alt meiri van
ligt at søkja hjálp og stuðul
hjá sálarfrøðingi millum
heilt vanlig fólk í Føroyum.
Enntá er tað roknað at vera
ábyrgdarfult at søkja hjálp,
heldur enn at verða fasthildin
í angist og fobium av ymisk
um slagi. Tá vit verða rakt av
stórbroytingum, sum koma
inn yvir okkum, uttan at vit
fáa gjørt nakað, er ikki altíð
nóg mikið at tosa við familju
ella vinir, tí tey eru eisini
merkt kensluliga. Serliga um
tað nú er nakað álvarsamt.
Tá vit sum einstøk menn
iskju standa einsamøll
yvirfyri onkrum lívshættis
ligum, gerast vit sjálvandi
bangin og lívsgóðskan kann
hvørva. Okkara umverð
broytist, og vit kunn u
uppliva til dømis heilsu
verkið sum eina yvirmakt,
ið er steinur oman á byrðu, tá
deyðin stendur sum einasta
alternativ. Skelkur og mátt
loysi setir fólk undir stórt
trýst sálarliga, og hetta hava
bæði heilsuverkið og sjúkl
ingafeløg ásann að. Eitt nú
hava krabbameinsfeløg van
liga tilboð um peningaliga
stuðlaðar samrøður til krabb
ameinssjúklingar, ið skal
tryggja sjúklingum bestu
lívsdygd undir umstøð
unum.
Men hvat snýr alt hetta seg
um, soleiðis reint praktisk,
og hvussu kann tað nytta
at tosa, um ikki ein sjálvur
kann broyta støðuna og gera
seg frískan? Fyri at finn a
útav hvussu samrøður við
sálarfrøðing kunn u hjálpa,
spyrja vit sálarfrøðingin
Súsonn u O. Skaale um, hvat
vanliga rørir seg í einum
menniskja, ið brádliga skal
síggja deyðan í eyguni, tí
hvussu kunn u samrøður vera
til stuðul?
- Hvussu ein persónur rea
gerar, tá hann hevur fingið
stað-fest eina álvarsliga
sjúku ella fingið at vita, at
hann skal doyggja, er sjálv
sagt ymiskt alt eftir hvør
tú ert. Tað vil siga, hvussu
persóns menskan er, hvar
tú ert komin í lívinum, og
hvussu tú ert fyri sálarliga.
Bæði sum heild og serliga
um tað mundið, tá tey ringu
boðini koma, sigur Súsann a
O. Skaale.
- Við hesum meini eg, at
tað hevur árin á, hvussu tú
tekur ímóti tungum boðum,
um tú frammanundan hevur
nógv at stríðast við lívinum
og ert illa fyri sálarliga, ella
tú ert væl fyri og leingi hev
ur livað í stabiliteti og javn
vág við teg sjálvan, sigur
Súsann a O. Skaale.
Hon leggur afturat, at tað
eisini er týdningarmikið,
hvørjar verjuhættir tú hevur
ella ikki hevur, hvussu títt
sosiala netverk er, og hvørj
ar grundleggjandi fatanir
tú hevur av lívinum, eins
væl og av deyðanum. Eisini
leggur hon dent á, at tað
er týdningarmikið at gera
vart við, at menn iskjað rea
gerar ymiskt, og at eitt nú
krepputerapi ikki er líka
viðkomandi fyri øll sjúku
rakt.
Einsemi og
meiningsloysi
Spurd um tað finn ast nøkur
heilt serlig felags eyðkenn i
fyri øll menn iskju í hesi
støðu, sigur Súsann a O.
Skaale, at tað eru kortini
nøkur viðbrøgd, kenslur og
tankar, sum eru rættiliga
»typisk« at síggja hjá menn
iskjum, sum eru í kreppu.
- Tá eitt menn iskja kon
fronterast við sín egna deyða
ella deyðiligheit, verður
tess grundvøllur sum oftast
Deyðin sum partur
av lívinum
Tá sjúkan er vorðin so álvarslig, at grøvin stendur fyri durum, er ongin savnandi eind í føroyska sjúkra- og heilsuverkinum, sum tekur burturav sær av tí
deyðasjúka og teimum avvarðandi
Tilvildarlig mynd: Jens Kristian Vang
Súsanna O. Skaale starvast á privatklinikkini »Sálarfrøðisstovan« og er útbúgvin cand. psyk. frá Københavns Universitet í 2006
Mynd: Jens Kristian Vang