Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 23. mars 2007 29 tíðindi Sum dagligur leiðari fyri felag teirra krabba­meinsraktu tosa­r Jansy Gaard­ lykke dagliga við sjúk­u­rakt fólk og veit, hvørj­ir trupuleikar stinga seg upp. Hon veit eisini, hvussu støð­ ið á viðgerð og um­sorg­an­arrøkt er í Føroyum í mun til aðra­staðni DEYÐASJÚK Anna Maria Joensen amac@post.olivant.fo Krabbameinsfelagið ar­beið­ir miðvíst uppá at betra umstøðurnar hjá krabbameinsraktum menn­iskj­um. Eitt nú veitur fel­ag­ið sálarfrøðiligar sam­røður til tey, sum hav­a fingið krabbamein. Tann sálarligi parturin er umráðandi hjá allari fam­ ilj­uni, og stuðulsbólkar eru stovnaðir, so ymiskir krabb­asjúklingar kunnu hitta hvønnannan. Krabbameinsfeløg eru lok­o­motiv fyri nýggjari menn­ing, stremban og eru við at fíggja bæði gransking innan fyri­byrg­ ing, kurativari viðgerð og linn­andi viðgerð. Jansy Gaardlykke kemur sum leið­ ari í samband við nógvar sjúkl­ing­ar og hevur innlit í teir djúpu trupuleikarnar, sum umstøðurnar kunnu skapa. - Viðgerð og umsorgan steðg­ar ikki fyri tað, um eitt menniskja ikki long­ ur kann gerast fríkst av krabbameini. Við pall­ i­a­tivari (linnandi, men ikki lekjandi) viðgerð og umsorgan kunnu vit gera so øgiliga nógv fyri sjúkl­ingin innan stuðul og pínulinnan. Eisini kunnu vit hugsa um andaliga og sálarliga støðu, sosiala støðu og at veita serhjálp, so lívsgóðskan hóast alt kann gerast so góð sum møguligt til tað síðsta. - Viðgerðar- og røkt­ar­ starvs­fólk á sjúkrahúsum og heimarøktini gera eitt stórt arbeiði fyri, at krabb­ a­meins­sjúkl­ing­urin fær bestu viðgerð og røkt. Tó eiga vit ikki at steðga upp, men mugu altíð hyggja fram­eftir fyri at vita, um tað er nakað, vit kunnu gera betri Jansy Gaardlykke nevnir í hes­um sambandi útbygging av røktarskipanina, so tey menn­iskju ið ynskja at vera í egnum heimi, sleppa hetta. - Og á sjúkrahúsinum kunnu vit geva opna inn­ legg­ing og samarbeiða við heimarøktina her. Eis­ini er umráðandim, at øll við­ur­ skifti eru skipaði í eina samanhangandi gongd, líka til deyðin kemur. Her er umráðandi, at vit ikki steingja sjúkradeildir í vikuskiftinum og í frí­tíð­ ini, soleiðis at hesi menn­ iskju verða koyrd út í ó­trygg­leika og ikki hava kon­takt­persónar. Eisini má sjúklingurin hava eitt ávíst tilhoyri til eina ávísa deild, so yvirlitið verður varð­veitt, sigur Jansy Gaar­ dlykke. Neyðugt við útbúgving Í dag er ongin onkologur – sum er serlækni í krabb­a­ meins­sjúkum – í Føroyum, men í 2006 var peningur játtaður til hetta endamál. Higartil hava serfrøðingar frá Danmark vitja á krabba­ mein­s­ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum nakr­ ar ferðir árliga, til tess at hava eftirlit við viðgerðini har og læra starvsfólk upp. - Høvdu vit havt egnan krabb­a­meinslækna í Før­ oyum, hevði krabb­a­­meins­ við­­gerð­in verið meira skip­­að og tryggari fyri hvønn einstakan sjúkl­ing, tí servitanin var á staðnum hvønn dag. Eisini hevði pall­i­a­tiónin – tann linnandi við­gerðin – verið betri. Ein krabb­­ameinssjúklingur, sum er í viðgerð ella hevur tørv á palliatión, hevur ofta nógv ymisk symptomir, alt eftir hvør sjúkan og við­ gerðin er. Jansy Gaardlykke vísir á, at tað krevur serliga vitan, innlit og serútbúgving at viðgerða og røkta. - Men vit kunnu savna ta vitan, sum er, heldur enn at spjaða hana millum am­b­u­ latoriið og tær ymsu seingj­ ar­deildirnar, heldur hon. Fimm sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ing­ar við serútbúgving starv­ast á onkoligiska (krabb­a­meins­frøði) ambula­ tor­i­inum í dag, men teir røkja ikki sjúklingarnar á seingjardeildunum. Øll mugu hava innlit í at veita umsorgan innan økið og mugu hava neyðuga út­búgv­ ing, eins og ein fyritreyt er at arbeiða saman tvørtur um faklig mørk . Seingjardeild burturav Jansy Gaardlykke greiðir frá, at tað besta og mest trygga fyri sjúklingin vildi verið at havt alt krabbameinsøkið und­ir einum. Bæði am­b­u­lat­or­i­ um, seingjardeild og eina palliativa (linnandi) eind, har øll vitan um viðgerð, røkt og pínulinnan varð saml­að á einum staði. - Í dag verða krabb­a­meins­ sjúkl­ing­ar, sum krevja inn­ legg­ing, spjaddir á ymsar deild­ir eftir til dømis við­gerð við kemoterapi. Hetta kann í summum før­um vera óheppið, tí ym­isir trupuleikar kunnu stinga seg upp og verða yvi­rsæddir, tí servitanin ikki er tøk á staðnum. Tí hevur tað alstóran týdning, at krabbameinsøkir í mesta mun verður saml­aði undir einum til gagns fyri krabb­a­meins­sjúkl­ingin. Tað er eisini um­ráð­andi fyri sjúklingin og hans­ ara avvarðandi at vita og kenna, at ymsu starvs­fólk­ ini hava innlit og vit­an í sjúkugongdina, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leið­ ari hjá Føroya Felag móti Krabbameini. skak­aður. Tó at vit vita tað sum ein absoluttan og ó­frá­ víki­ligan sannleika, at vit skulu doyggja, so eru okkara verjumekanismur so sterkar, at vit kortini fáa ein skelk, tá vit fáa boðini um, at deyðin nú kemur á gátt hjá okkum, sigur sálarfrøðingurin. Angist, ótti og eisini stúr­ an kunnu vera rættiliga nátt­úrligir partar av slíkum løt­um, greiðir Súsanna O. Skaale frá. - Ein kann ræðast, óttast og stúra bæði fyri, hvat skal henda einum sjálvum, og fyri hvussu tað fer at ganga teimum nærmastu, ið skulu halda áfram at liva. Einsemi ger seg eisini ofta galdandi. Her er ikki bert tal­an um ítøkiligt einsemi, men tey, sum hava fólk um seg, uppliva eisini eitt eks­i­stentielt einsemi, ið ofta kemur av, at fólkini rund­an um tey ikki megna at rúma tað, tann sjúki fer ígjøgnum sálarliga. Ofta er orsøkin, at tey sjálvi fara í­gjøgn­um nakað torført við at skula missa tann sjúka. Ein kensla, sum eisini fyllir nógv hjá teimum, ið skulu doyggja ella eru álvarsliga sjúk, er meiningsloysi, sigur Súsanna O Skaale Hon greiðir víðari frá, at á sama hátt sum okk­ara verjumekanismur kunnu halda okkum frá at vera tilvitaði um okkara egna deyða, so kunnu verj­u­mek­ a­n­ism­u­rnar eisini halda okk­um frá at hugsa um tað meiningsloysið, sum er rætt­ i­liga sjónligt rundan um okkum allastaðni í verðini. Øðrvísi er tó, tá vit sjálvi verða rakt. Her leggur Sús­ anna O. Skaale afturat, at tá so meiningsloysið á ein­ hvønn hátt rakar okkum sjálvi, verður tað torførari at halda tað burtur frá okkara tilvitsku, okkara tonkum og kenslulívi. - Tá er vanligt, at sjúk fólk seta sær spurningar sum »hví skuldi eg rakast av hesum« ella »hvør er meiningin við tilveruni«, sigur Súsanna O. Skaale. Sjúklingar ávirka terapi Ikki er óvanligt at hoyra fólk undrast á, hvussu terapi hjá sálarfrøðingi kann hjálpa. Ikki er tað løgið heldur, eft­ir­sum økið er óítøkiligt og millum annað tengt at, hvussu báðir partar virka sam­an. Til hetta sigur Súsanna O. Skaale, at tað er sera torført í eini stuttari samrøðu at út­greina, hvat tað er sum ger, at terapi virkar, og hvat tað er sum hjálpir, tá fólk hava samrøður við sál­ar­frøð­ ingar. - Fólk, sum granska psyko­ ter­api, halda fleiri ymisk við­ur­skifti hava týdning. Men eg má eisini siga, at psykoterapi og harvið eisini psyk­o­terapigranskingin er enn sera ung í mun til eitt nú læknavísindina, og tí eru allir spurningar verri enn so svaraðir. Harumframt eru granskarar ósamdir á summ­ um økjum. Men skal eg gera tað einfalt, kann eg siga, at psykoterapi, sum Freud nevndi »the talking cure«, grundleggjandi er lekjandi, av teirri vísindaligu orsøk, at tað vit seta orð á, goymist øðrvísi í minninum enn tað, vit ikki seta orð á. Og tá vit hava verið fyri ógvusligum hendingum ella kreppum í okkara lívi, kann tað vísa seg, at vit fáa fortreð av tí seinni. Antin tí vit fáa »flash backs«, har vit enduruppliva trau­ma, ella kanska við øðr­um sjúkueyðkennum, sum eitt nú tunglyndi ella angist. Hetta kann henda hjá teimum, sum ikki seta orð á tað torføra, sum tey hava upplivað, ella onkursvegna ikki fyrihalda seg til tað, men tvørt­urímóti fortreingja tað, sigur Súsanna O. Skaale. Sálarfrøðingurin greiðir frá, at hetta álvarsliga fyr­i­brigdið er í dag ein vælundirbygdur vís­ind­a­ ligur sannleiki, og tí spyrja granskarar innan psyk­o­ter- a­peut­iska ­viðgerð ikki longur um psykoterapi virkar, men hvussu hon virkar. Flestu menn­iskju, sum vita at tey eru doyggjandi, eru undir stó­ r­­um trýsti sálarliga og tørva oftani eisini at fáa luft. Hetta er nakað, sum sálarfrøðiligar samrøður kunnu hjálpa við. - Við slíkum samrøðum fært tú sum sjúklingur bjóðað eitt trygt rúm til at lufta tín ótta, angist og stúranir. Tín­ir tankar um til dømis deyð­an ella meiningsloysi verða møttir og rúmaðir av einum fakfólki, ið kennir til tankararnar frammanundan. Hetta kann harvið eisini minka um tað eksistentiella ein­semið, ið tú sum sjúkl­ ingur upplivir. Soleiðis kann sálarfrøðingurin fara ígjøgnum kreppuna saman við sjúklinginum, sigur Sús­ anna O. Skaale. Samanumtikið kann sigast, at úrslitið av terapi avhongur av innsatsinum eisini. Sús­ anna O. Skaale sigur um nýggj­astu granskingingina á økinum, at sambandið ímill­ um sjúkling og sálarfrøðing hevur avgerandi týdning fyri, hvussu væl samrøðuterapiin virkar. - Tað er eisini týdn­ing­ ar­mikið at nevna, at ein avgerandi faktorur, sum tíverri ofta verður und­ir­ mett­ur, er motivatiónin hjá sjúkl­ing­inum sjálvum. Við øðrum orðum er úrslitið av kreppusamrøðum og terapi sum heild sera nær tengt at, hvussu nógv sjúklingurin sjálvur leggur í terapiina, og hvussu motiveraður hann ella hon er fyri at fáa nakað burturúr, sigur Súsanna O. Skaale. At loyva deyðanum inn í lívið Ymiskt er hvussu mentanir, fólkasløg, áskoðanir upp­ fata lívið og deyðan, og hvussu nógv deyðin slepp­ ur at fylla á tilvitaðan hátt í gerandisdegnum. Á okk­ ara leiðum er eisini mun­ur á, hvussu deyðin verð­ur uppfataður. Her tosa vit kanska mest um tvær høv­uðs­ linj­ur, tann religiøsa og tann verðs­liga, men onki er svart ella hvítt á hesum øki, og fleiri rúma nakað av hvørjum. Kanska uttan at hugsa um tað í gerandisdegnum. Spurd um ein prestur kann setast í staðin fyri ein sál­a­rfrøðing, tá vit tosa um deyða, sigur Súsanna O. Skaale, at tað er í ein ávísan mun satt, at religión kann skúgva sálarfrøðina til viks, tá deyðin bankar uppá. - Hetta kemst av, at religión, ó­an­sæð hvør religión tað er, bjóðar tí doyggjandi eina forkláring, og harvið eis­ini svar uppá teir stóru spurningar, ið ofta stinga seg upp, tá deyðin er nær. Tað kann sálarfrøðin ikki, sigur Súsanna O. Skaale. Hon leggur afturat, at tað eisini er neyðugt at hava í huga, at fyri tey sjúku og doyggjandi, ið ikki eru trúgv­ andi, og sum ikki meta, at ein prest­ur kann vera teimum til hjálp, er týdningarmikið at hava onnur alternativ, leggur sálarfrøðingurin dent á. Súsanna O. Skaale sig­ur um sálarfrøðina, at sál­ar­ frøðin bjóðar ikki svar uppá lívsins ævigu viðurskifti, men við einum sálarfrøðingi fáa treingjandi fólk ein fel­ aga at fylgist við gjøgnum ta torføru tíðina. - Tú fært ikki svar uppá teir stóru spurningarnar, men tú kanst fáa vegleiðing til at finna fram til tíni egnu svar. Og um so er, at tú ikki sjálvur hevur nøkur svar, so fært tú ein felaga, ið saman við tær møtir og rúmar teirri óvissu, sum er kring teir stóru, men ósvaraðu spurningarnar, sig­ur Súsanna O. Skaale at enda. Jansy Gaardlykke er dagligur leiðari hjá Føroya Felag móti Krabbameini og er sjálv útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Sum einasta fastlønta starvsfólk hjá felagnum er Jansy Gaardlykke, saman við nevndini, miðdepil fyri og ígongdsetari av tiltøkum, sum menna felagið úteftir og samla felagið inneftir móti limunum. Hon hevur saman við nevndini í felagnum skipað fyri hópin av tiltøkum fyri krabbameinssjúklingum, teirra avvarandi og øðrum fyri at fáa nýggja vitan til Føroya til gagns fyri tey einstøku raktu. Eisini hevur hon luttikið við grein í fakblaði um palliatión, sum er linnandi viðgerð- og umsorgan til doyggjandi. FAKTA Deyðasjúk spjadd á fleiri deildir Vitan um viðgerð, røkt og pínulinna skal helst samlast á einum stað, heldur Jansy Gaardlykke, leiðari í Føroya Felag móti Krabbameini Mynd: Jens Kristian Vang