fríggjadagur 23. mars 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 59 - 23. mars 2007
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og
tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt
Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan
og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk
starvast í Nærverkinum.
Talan er um fulltíðarstarv við skiftandi
arbeiðs tíðum. Arbeitt verður í morgun-,
kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Starvið
verður sett 1. mai ella eftir avtalu.
Ynskiligt er, at viðkomandi hevur vitan um
autismu.
Vit bjóða:
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum
millum annað fevnir um at menna og veg-
leiða húsfólkið í øllum tí, sum tey hava tørv á.
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Um Pedagogur, ið frammanundan er
tænastu maður, verður settur í starvið, heldur
tænastumannasetanin fram, og verður lønin
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Pedagogfelag. Um eingin
pedagogur søkir starvið, verður starvið sett
við hjálparfólki sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin
at venda tær til Juliannu Heimistovu, leiðara,
á tlf. 216310.
Umsókn:
Umsókn við próvskjølum, viðmælum og C.V.
skulu sendast til:
Bústovnin á Mýrivegi 13
700 Klaksvík
Stílað: Julianna Heimistovu, leiðari
Umsóknarfreist: 16. apríl 2007
Pedagogur til
Bústovnin Mýrivegur 13 í Klaksvík
Starvslýsing
Les um onnur størv á www.naerverk.fo leys størv
Trivnaðartænastan
Lærlingur til
Gamla Bókahandil
Søkt verður eftir lærlingi til bókahandil okkara
at byrja skjótast til ber.
Vit bjóða tær eitt áhugavert starv í einum hugnaligum umhvørvi við
nógvum spennandi møguleikum.
Vit vænta at tú ert fryntlig/ur, hevur góð samstarvsevnir, dugir væl at
umgangast fólk og ikki er bangin fyri at taka eina eyka hond í, tá á
stendur.
Lærutíðin við HH er 2 ár og við FHS 3 ár. Í hesum tíðarskeiðnum skal
næmingurin á skúla í Danmark.
Um tú ert tann rætti, kunnu vit bjóða tær eina spennandi lærutíð við
nógvum avbjóðingum har tú verður við til at menna okkara nýumvælda
handil.
Umsóknir við viðmælum verða at senda til:
H. N. Jacobsens Bókahandil
Postsmoga 55 · FO-110 Tórshavn
Tel 31 10 36 · hnj@hnj.fo
lýsingar