Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 23. mars 2007 31 Bæði veðrið og lagið var gott, tá ið Jensina Olsen, ið vann Singer Songwriter- kappingina 2006, byrjaði tiltakið uppi í Norðurlandahúsinum í gjár. Heili 124 løg vórðu send inn av 70 ymiskum sangskrivarum Tónleikur Bjørk Maria Krog Olsen, praktikantur redaktion@sosialurin.fo Í gjár var greitt, at Eivør, við lagnum »Grát ei«, hevði vun­nið tær 75.000 krón­ur­nar í AME sang­skriv­ar­a­kap­p­in­gi­ni. Væl umtókta song­kvin­nan rópti av gleði og bils­ ni í telefonini heilt úr Dan­mark, tá ið Sigvør La­ks­á, umboðskvinna, ring­di, aftan á tey stóru boðini vórðu kunngjørd beinleiðis í útvarpinum. - Eg hevði ikki vantað tað.Lagið er sera gott, men tað er heilt avgjørt ikki tað ein­as­ ta góða í millum tey 21 løgini, sigur Sigvør Laks­­á. Eivør og Sigvør eru báðar sam­­da­r um, at hetta er eitt av­be­ra gott tiltak. Lítil mark­ nað­ur er fyri tón­leika­vin­nu­na í Føroyum, so het­ta tiltakið gevur bæði kend­um og ókendum føroyskum tón­leik­a­r­um ein møguleika at koma fram. Ikki bara í Før­oy­ um, men eisini í út­lond­um. Jógvan á Lakjuni, ið sjálv­ur hevur skrivað fleiri før­oy­sk løg, dámdi sera væl at fáa ein kvinnuligan vin­na­ra. – Tað er stuttligt at síggja, at kvinnurnar eisini er vorð­nar serstakiliga sjónligar og virk­nar innan tónleikin. Í he­si sangskrivarakapp ingini eru átta av teimum sang­un­um, ið eru komnir víðari, skriv­að­ir av kvinnum. 2. plássið og tær 20.000 krón­ur­nar fóru til Jens L. Thom­sen og fleiri, við lagn­um »Fjøllini standa úti«. For­eld­ri­ni vóru í hansara stað og tóku í móti virð­is­løn­ini. 3. pláss og 5.000 krónur fóru til Boys in a Band við lag­num »Secrets to con­ceal« Vinningurin í sang­skri­v­ara­kap­pin­gini var upp­ru­na­li­ga 50.000 kr. at brúka til ei­na tónleikaframleiðslu, men Mentamálaráðið játt­aði at lata aðrar 50.000 kr. Tí varð avgjørt at lata vin­n­a­ra­num 75.000 kr., nummar tvey 20.000 kr. og nummar trý 5.000 kr. Peningurin er oy­ra­merk­tur til eina tón­lei­ka­fram­leiðslu. sum til dø­mis fløguupp tøku ella sjón­ban­dalag. Ikki bara Norð­ur­lan­da­hús­ið hevði eitt tónlistarligt til­tak í gjár. Eisini hevði út­varp­ ið ein »Spæl føroyskt dag«. Bert føroyskur tón­leik­ur varð spældur í út­varp­in­um í gjár, og AME en­da­kap­pin­gin varð send bein­leið­ is. Hetta fall í góða jørð hjá Jógvani á Lakjuni, og hann fjaldi tað ikki í røðu sí­ni. - Eg havi altíð hildið, at vit eiga at gera meira burtur úr tí fjølbroytta føroyska tón­ leik­in­um, og vónandi verð­ur hetta ein af­tur­ ven­d­an­di táttur og birtir undir ei­na tilgongd, har vit geva okk­ara tónleiki størri gætur og virðing, tí tað er avgjørt ein týdningarmikil liður í men­n­ing­ini av tónleikinum, at hann fær innivist í okkara mið­lum. Tey 21 útvaldu løgini, ið ein føroysk dómsnevnd hev­ði valt burtur úr teimum 124 løgunum, sum komu inn, eru skrivaði av bæði kend­um og minni kendum nøvn­ um á føroyska tó­n­lei­ka­pallinum. Dómsnevndin hevur sjálvandi lurtað eftir øll­um 124 løgunum. Hvør í sín­um lagi hava tey valt 20 løg­ini, sum tey persónliga hal­da eiga at koma víðari. Sein­as­tu vikurnar hevur ein dóm­s­nevnd av útlendingum lurt­að eftir teimum 21 til­nevn­ du løgunum og síðani at­kvøtt um, hvat lag skal vin­na stóra heiðurin. Dóms­nevn­din er mannað av nógv­um ymiskum fólkum, ið vir­ka innan tón­leika­íd­nað­in. Hugskotið til hesa kap­p­ing fekk Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, aft­an á at tað varð avgjørt, at Prix Føroyar ikki fór at hal­da fram. Kapping millum sangskrivarar Tey 21 útvaldu løgini: Arons Song - Hans Olivur Joensen Aware of it - Brandur Enni, Lars Kilmann Jansson Big Shot - Brandur Jacobsen Dadadie - Búi E Dam Drain me - Rannvá Jacobsen og Angu Motzfeldt Dýrdarkvøld - Kári Sverrisson Fjøllini standa úti - Jens L. Thomsen og fleiri Grát ei - Eivør Pálsdóttir (vinnari) Kynda Bál - Jensina Olsen Love is dead - Guðrið Hansen Mary - Ronni Poulsen Mín varði - Elin Heinesen Møttust vit á Penny Lane - Heri Nolsøe Out on the Road - Trygvi D. Strøm og Kristina renfro Secrets to conceal - Boys in a Band Silvurfuglur - Finnbjørn Hansen og KIM Hansen og Jóanes Hansen So called paradise - Sigrið Rasmussen (Lloyd Garret) The Cute Little Club - Petur Háberg Til ein vin - Margreta á Rógvu Wasted - Lena Anderssen, Bárður Háberg Óli Jógvansson You got a hero in me - Árni Øregaard Føroysku dómararnir vóru: Niels Halm, Hergeir Eldevig, Anna Katrina Petersen, Kaj Johannesen, Jón Tyril, Sólvá Ford, Gissur Patursson, Píl Reinert, Linda Petersen, Steintór Rasmussen, Høgni Zachariasen og Elin Hentze Amoena-dagur Frá mikudegnum 28. mars til fríggjadagin 30. mars skipa vit fyri Amoena-degi við luttøku av Lene Heiberg, ráðgeva Tú ert vælkomin til amoena-dagin, har tú hevur høvi at hitta Lene Heiberg, sum dagliga ráðgevur kvin- num, sum eru skornar í bróstinum. Tak av innbjóðingini og spyr Lene til ráðs um rætta valið av bróstprotesu og undirklæðum. Einum bróst- haldara júst til tín, og eini protesu, sum tú kennir teg trygga í í gerandisdegnum, so tú kanst hugsa um annað. Norðurlandahúsið var í gjár karmur um sangkappingina hjá AME, har Sigvør Laksá, umboðskvinna, tók ímóti vinninginum fyri Eivør Pálsdóttir, ið er stødd í Keypmannahavn Mynd: Jens Kristian Vang Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, var hjástaddur í Norðurlandahúsinum í gjár. mynd: Jens K. Vang