fríggjadagur 23. mars 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 59 - 23. mars 2007
tíðindi
Hevur tú fingið
bróstvarðveitandi
skurðviðgerð?
Kvinnur, sum hava fingið bróstvarðveitandi skurð
viðgerð ella eftirgjørd bróst, kunnu eina tíð eftir
skurðviðgerðina uppliva, at bróstini broytast og sýn
ast minni. Heldur tú, at tíni bróst ikki fylla nóg væl í
BHskálini, kann loysnin verða eitt lítið einfalt ífyll
ingarstykki.
Vælkomin til Amonadagar í verða frá 28. – 30. mars.
• aktiverer forsømte muskler
• forbedrer holdning og gang
• toner og former kroppen
• kan afhjælpe ryg-, hofte-, ben- og fodproblemer
• kan afhjælpe le-, muskel- og ledbåndsskader
• aflaster knæ- og hofteled
• MBT aktiverer hele kroppen
J.C. SvaboSgøta 6 · Fo-100 tórShavn · tlF 315 777 · ergo@ergo.Fo · www.ergo.Fo
Føroya mest for
elskaði tónleikabólk
ur fer at spæla á
Summar Festivalinum
í august
Páll Finnur Páll telist millum
heitastu nøvnini millum
ung í Føroyum. Bólkurin úr
Havn er vorðin landskendur
fyri sín lætta og melodiøsa
popptónleik.
Argandi tekstirnir eru
eisini eitt sereyðkenni hjá
bólkinum, men hóastyrking
arnar hjá bólkinum kunnu
verða bæði stingandi og
argandi, syngja og spæla teir
við einum frískum glimti í
eyganum. Framførslurnar
hjá Páll Finnur Páll eru
framúr góðar, og teir duga
sera væl at fáa fólkið við.
Tað hava teir víst til stór
tiltøk kring landið.
Stóru hittini hjá bólkinum
eru sangirnir um Herbergið
og Forelskaða Sjónleikaran,
men teir hava fleiri aðrar
frálíkar sangir, sum tey ungu
kenna væl.
Páll Finnur Páll fer í august
mánaði at spæla á Summar
Festivalinum í Klaksvík.
Bólkurin hevði eina framúr
góða framførslu í fjør, og teir
koma aftur á festivalin í ár
at seta sín eyðkenda dám á
tiltakið.
Páll Finnur Páll á
Summar Festival
Heimskendur tónleikur,
tøkniligar útbyggingar og
enn fleiri fólk. Summar Festi
valurin hevur beina kós fram
eftir, og spenningurin til árs
ins festival eru sera stórar
Tað er minni enn eitt
hálvt ár til fjórða Summar
Festivalin. Tiltakið í Klaks
vík hevur eftir fýra árum
vaksið til størsta og eitt tað
týdningarmesta tónleika
tiltakið í landinum, og longu
nú er spenningurin stórur til
ársins festival.
- Vit kenna tað sum, at
áhugin fyri Summar Festival
inum bara økist, og vit rokna
við, at tað koma 10.000 fólk
á festivalin í ár. Fyrstu ábend
ingarnar í forsøluni vísa, at
tað verða sera nógv fólk
á festivalinum í ár, sigur
Steintór Rasmussen, sum er
ein av fyrireikarunum.
- Fólk bíðaðu sera spent
eftir, at vit skuldu avdúka
okkara fyrsta bólk, og tá ið
vit so gjørdu tað, vóru fólk
næstan ovfarin. Scorpions
telist millum stóru bólkarnar
í rocksøguni, og at tað ber
til at fáa ein slíkan bólk til
Føroya vísir, hvussu langt
Summar Festivalurin er
komin eftir fáum árum, sigur
hann.
Rokna við nógvum
fólki í ár
Summar Festivalurin
á myspace
Summar Festivalurin hevur nú fingið sína egnu myspace-
heimasíðu. Á síðuni ber til at síggja myndir, síggja
videobrot og annars frætta tíðindi um festivalin, sum
verður hildin í døgunum frá 3. til 5. august.