Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2007 tíðindi Javnstøða á skránni Málið um at fáa fleiri kvinnur upp í politikk stóð ovarlaga á breddanum, tá tveir av teimum stóru flokkunum, Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin, hildu landsfund um vikuskiftið. Á fundinum hjá Tjóðveldisflokkinum varð samtykt at skipa ein almennan portal, sum skal virka fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, og landsfundurin hjá Sambandsflokkinum kom eisini til ta niðurstøðu, at fleiri kvinnur skulu framat. Heidi í starvsnevnd Á landsfundinum hjá Tjóðveldisflokkinum um vikuskiftið bleiv Heidi Petersen vald í starvsnevndina, har hon umboðar tingmanningina. Hon hevur verið í starvsnevndini fyrr, millum annað eitt skifti sum aðalstjórnarformaður. Starvsnevndin hjá Tjóðveldisflokkinum er nú soleiðis mannað: Høgni Hoydal, formaður, Torbjørn Jacobsen, næstformaður, Hallur Ellingsgaard, Heidi Petersen, Heini O. Heinesen og Áki Jacobsen. Hósdagin funnu tey løg­na­sta reka, sum nak­ran­tíð er funnin í Fám­jin og helst í øll­ um landinum við Reki Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið nøkur fámjinsbørn hós­­dag­­in fóru ein túr í­gjøgn­ um mølina við abbanum, var­­di tað tey ikki, at hetta skul­­di gerast ein dagur av teim­­um heilt merkiligu. Tí henda dagin funnu tey ei­na eskju í mølini, sum skul­di vísa seg at vera løg­ na­sti reki, sum tey nakrantíð ha­va funnið í Fámjin og helst í øllum Føroyum. Tað var Jákup Jacobsen sum helt, at hann skuldi fa­ra ein túr í mølini við abba­børn­un­um. Tey fóru at hyggja eftir ein­um deyðum springara, sum varð rikin á land í ó­veð­ ri­num frammaundan. Men so funnu tey upp á at fara til húsar aftur eftir myn­da­tól­in­um at taka mynd­ ir av springaranum og tá fór 11 ára gamli Niels Jákup Niel­sen við, so at hann kun­ di koma upp á myndina. Sum tey gingu ígjøgnum møl­ina og hugdu, eygleiddu og prátaðu, bað abbin Niels Ják­up hyggja nærri at ein­ um kusti, sum varð rikin á land. Men tá ið hann fór at for­ vit­na­st eftir kustinum, duttu eyg­uni niður á eina lítla, svar­ta eskju, sum lá í mal­ar­ grót­in­um. Abbin bað hann bara bla­ ka eskjuna frá sær aftur, tí hat­ta mundi ikki hava nógv upp á seg. Men nú var Niels Ják­up blivin forvitin so tað vil­di hann heilt avgjørt ik­ki. Og tað var heppið.... Komin til hús, læt abbin esk­ju­na upp. Hann skemtaði við abbabørnini, at kanska var tað ein bumda, so tey ru­ku undir tak, ímeðan abb­ in rannsakaði eskjuna fyri at fáa hana upp. Sjálvur helt hann, at tað mun­di vera ein lítil med­i­sin­ kis­ta av einum báti. Men tað var tað ikki, og so langt ífrá tí eisini. Tá ið eskjan var latin upp, vara bara komið hálva leið, tí niðri í lá ein minni esk­ja. Og í henni lá – eitt ur..... Tað var nógvur sjógvur í es­k­­ju­n­um, men urið var pú­ ra óskalað og gekk, ja, sum klok­kan. Tey trúðu ikki sínum eg­ nu eygum og skiltu púrt on­ ki av hesum. Men so funnu tey eisini ein hondskrivaðan seðil og hó­ast hann var illa slitin og tor­før­ur at lasa var tað het­ ta, sum loysti gátuna. Grivið niður í ísin Talan er um eitt ur, sum norð­­mað­­ur­­in, Jørgen A­­mund­­sen hevur gjørt. Hann er eftirkomari hjá ken­ da pólfararanum, Roald A­mund­­sen og í 2002 fór hann undir eitt urvirki í Os­ lo, har hann ger ur, har vøru­ mer­­ki er, at tey skulu to­la heilt ekstrem við­ur­skif­ti, bæði hita og kulda og onn­ ur viðurskifti, sam­stund­is sum tey skulu ganga snó­ra beint og annars eru fyrsta floks í allar mátar. Men so er prísurin eisini har­­eft­­ir. Til minnis um kenda for­ fað­­ir­­in, fór Jørgen A­mund­ sen í 2004 á ferð til Norð­ pól­­in við 250 urum, sum øll fingu hvør sítt nummar frá nummar 1 til 250. Urið, sum hevði nummar 1 gróv hann hálvan annan met­ur niður í ísin á Norð­ pól­in­um til minnis um ætt­ fað­­ir­­in. Hini 249 urini tók hann heim­­aft­­ur og hesi uirin, ið høv­­du verið á ferð á Norð­ pól­­in­­um vórðu síðani seld fy­­ri góðar 70.000 krónur hvørt. Men síðani er ur nummar 1, sum varð grivið á Norð­ pól­­in­­um, far­ið við ísinum og strey­­mi­­num til havs og er alt­­so rik­ið all­ an hend­an lan­ ga tein­um, fram­við Grøn­ lan­­di og Ís­lan­ di, lí­ka til Fám­­j­i­ns, har tað sko­l­­a­ði á land í Fám­jin. Og tað gon­ g­ur eisini sjón fy­ri søgn, tí und­ir ur­in­um, sum Ni­els Ják­ up fann, stend­ ur ri­st, at tað er num­­m­ar 1/250. So­statt er ur­­ið upp á trý ár rikið heilt av Norð­pól­in­ um til Fámjins, har tað en­ da­­ði í mal­ar­grót­in­um Í Fámjin hava tey ikki en­ da­­li­­ga gjørt av, hvat tey sku­ lu gera við urið. Men tað er púra vist, at verður tað selt, er tað vert eina stó­ra upp­ hædd. Rak av Norðpólinum Soleiðis sær uri út. Bæði í útsjónd og í dygd skal hetta vera nakað heilt fyri seg. Og tað gongur eisini sjón fyrisøgn, tí tað hevur verið trý ár í ísi og sjógvi. Tað var eisini nógv ur sjógvur í eskjuni, sum urið var í, men kortini gekk tað sum klokkan Niels Jákup vísir okkum akkurát, hvussu eskjan lá í mølini, beint har, hann fann hana 11 ára gamli Niels Jákup Mortensen í Fámjin fann ein merkiligan reka, tá ið hann hósdagin fór ein túr í mølina við abbanum. Her situr hann við urinum, sum er komið heilt av Norðpólinum og eskjuni, sum tað var í. Talan er um dygdarur, sum tola heilt ringar umstøður