Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2007 Maður fekk skaða Sunnunáttina var ein tyrla hjá íslendsku vaktar- og bjargingartænastuni eftir einum manni, sum hevði fingið skaða umborð á svartkjaftaskipinum "Guðmundi", sum er úr Vestmannaoyggjunum. Skipið var statt so langt úr landi, at tyrlan kundi ikki flúgva út eftir manninum, og tí mátti skipið venda og sigldi ímóti Íslandi. Tá tyrlan seinni tók mannin, var "Guðmundur" 200 fjórðingar suður úr Vestmannaoyggjunum, skrivar Morgunblaðið. Loðsar í verkfall Tann 1. desember í fjør kom ein nýggj lóg um loðstænastuna í gildi í Danmark, men hóast samráðingar í næstan 10 mánaðir er eingin sáttmáli gjørdur millum tað almenna og loðsarnar, soleiðis sum lógin annars leggur upp til. Tað er felagið hjá loðsunum so misnøgt við, at tað hóttir við at lata sínar limir fara í verkfall tann 1. juni, er eingin sáttmáli til ta tíð. 135 loðsar eru í Danmark, og tað fær álvarssamar avleiðingar, fara teir í verkfall. Norðpólurin er livandi, so tað er als ikki ótrúligt, at nakað er rikið allan vegin av Norðpólinum til Føroya Reki Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er onki í vegin fyri at ein lutur rekur heilt av Norðpólinum til Føroyar, hóast tað er heilt fantastiskt. Tað eru tveir vegir, sum eskjan við ur­in­ um kann hava rikið til Føroyar. Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Fis­ki­ rann­sók­nar­stovuni sigur, at Norðpólurin og Pól­ís­ur­in er í støðugari drift. Pólurin melur runt við klokkuni og tað verður ovurhonds nógv­ur ísur spýttur suður ígjøgnum Fram­sund ímillum Grønland og Svalbarð. Sostatt er væl trúligt, at eskjan við urinum er rikin suður ígjøgnum Framsund í Eys­tur­grøn­lands­streym­inum. Nakað av honum fer út í Grønlandshav og Íslandshav og so­leið­is kann eskjan verða rikin til Før­ oy­ar. Men eskjan kann eisini verða farin við strey­mi og vindi heilt suður í Atlantshav, lí­ka vestur til Ný Fundlands og so eysturyvir aft­ur til Føroyar. - Havstreymarnir ganga soleiðis, at tað ber væl til, at eskjan kann verða rikin til Før­oy­ar og tað er so nógvur røringur í Pól­ ís­in­um, at tað kann eisini saktans lata seg ge­ra upp á trý ár, sigur Hjálmar Hátún. til Fámjins Ber væl til at reka av Norðpólinum til Fámjins Í løtuni er tað nógv, sum bendir á, at Smyr­ il kann fara undir pá­s­ ka­sig­lin­g­ina við sta­bi­ li­sat­or­un­um, ið virka sum teir skulu Suðuroyarsigling Áki Bertholdsen aki@sosialurin. fo Tað er nógv, sum talar fyri, at stabilisatorarnir á Smyrli fa­ra at virka aftur fyri pásk­ ir. Tað sigur Regin Vágadal, rak­s­trar­leið­ari á Strand­ferðs­ lu­ni. Hóskvøldið kom ein jap­ an­ari til Føroyar at kanna brek­ið við stabilisatorunum á Smyrli, sum nú ikki hava virk­að í tríggjar vikur. Talan er um eitt umboð fy­ri virkið, sum hevur gjørt stab­i­li­sa­tor­arnar og hann fór beinanvegin til verka um­borð á Smyrli, tá ið hann kom. Regin Vágadal, rak­stra­r­ leið­ari á Strandferðsluni sig­ ur, at tær fyrstu kanningarnar gó­­vu vónir um, at brekið ik­­ ki er so álvarsligt og at tað ik­ki er neyðugt at fáa Smyr­ il í dokk. Men kanningar hesar næs­ tu dagarnar stuðla uppundir, at brekið er ikki verri enn so, enn at tað ber til at um­væ­la tað ímeðan báturin ligg­ur í sjónum. Ber tað til at umvæla brek­­ið sum Smyril liggur, verð­ur tað kortini bara talan um eina fyribils loysn, tí so skal brekið takast í botn, tá ið hann annars skuldi í dokk í heyst. - Enn ber ikki til at siga nak­að endaligt, men tað sær avgjørt gott út, sigur raks­trar­leið­arin. Strandferðslan ætlar nú at avlýsa miðdgagstúrin í morg­in og mikudagin so at ar­beið­ast kann upp á brekið bæði náttina og um dagin, fy­ri at fáa umvælingina so skjótt lidnað, sum gjørligt Tekur ein mánað Vísir tað seg kortini, at Smyr­il skal í dokk, hava vit fing­ið fyribils játtilsi upp á at leiga estlendsku ferjuna, St. Ola frá 10 apríl til 15. mai. Tað tekur nakrar dagar at sigla til Føroyar og tað merk­ir, at Smyril kann tak­ ast úr sigling umleið hálvan apr­íl, ella beint aftaná. St. Ola skal so úr aftur Før­oy­um umleið 10. mai. Tað ber til at fáa Smyril í dokk í Belfast og at sigla hann til og úr Belfast tekur ein­ar tveir dagar hvønn veg­ in. Tað merkir, at Strand­ ferðs­lan hevur einar 20 dag­ ar at umvæla brekið í. Men umboðsmaðurin hjá verk­smið­ju­ni metir, at verð­ ur neyðugt at senda Smyril í dokk og at taka sta­bil­i­sa­ tor­ar­nir úr at umvæla teir, kann arbeiðið væntast at taka 10 dagar. Sostatt verður tað ikki fyrr­enn um mánaðarskiftið apr­íl, mai, at vit fáa Smyril í sigling aftur, við sta­bi­li­sa­ tor­un­um. Góðar vónir um at sta­ bi­l­i­sa­tor­ar á Smyrli virka á páskum Innlendismálaráðið hev­ur fingið átta um­sók­n­ir frá fólki, sum hava hug at stan­ da á odda fyri Strand­ ferðs­lu­ni, nú hon skal flyt­ast til Suðuroyar Stjórastarv Á miðdegi í dag var freistin úti at søkja starvið sum stjó­ ri á Strandferðsluni. Hilmar Høgenni í Inn­ lend­­is­mál­a­ráð­num sigur, at tey hava fingið átta um­sókn­ ir. Innlendismálaráðið fer nú at gjøgnumganga um­sókn­ir­nar og síðani sku­ lu umsøkjarar veljast bur­tu­r­ úr at verða innkallaðir til se­­t­a­­nar­­sam­­røð­ur. Ætlanin er so at seta stjór­ an sum skjótast. Hilmar Høgenni heldur, at tað eigur at bera til at se­ta starvið millum teir átta um­søk­jar­ar­nar og tí metir hann ikki, at tað verður neyð­ugt at lýsa endurlýsa starv­ið. Men tað er so við tí fyri­var­ni, at hann hevur ikki gjøgnumgingið um­søk­ja­r­ar­ nar enn. Ein hin fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at leggja arbeiðið til rættis at flyta Strandferðsluna til Suð­ur­oy­ar og frá 1. januar verð­ur arbeiðspássið í Suð­ ur­oy Átta vilja vera stjóri á Strandferðsluni Tað var ein heppin túrur, sum Jákup Jacobsen í Fámjin gjørdi við abbabørnunum í mølini hósdagin. Frá vinstru eru abbabørnini, Niels Jákup Mortensen, sum fann urið, Nancy Einarsson, Bogi Einarsson og Naina Mortensen